Lýsing

Fleirfaldað nýtsla av Ritalin og øðrum ADHD-heilivági

Síðani 2016 er útskrivaða nøgdin av Ritalin og øðrum ADHD-heilivági hækkað frá 8,4 samdøgursskamtum (DDD) til 31,9. Tað vil siga, at nýtslan er næstan fýrafaldað uppá 7 ár.
Tað upplýsir landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, í svari uppá fyrispurning.
Samstundis sum nýtslan er vaksin, frættist javnan, at alsamt fleiri ungir føroyingar brúka reseptheilivág at rúsa seg við – serliga ADHD-heilivág, sum Ritalin og annan kopiheilivág.

Danskt eftirlit

Tað er danska Landslæknaembætið, sum hevur eftirlit við ordinatiónum hjá læknum, sum útskriva heilivágin. Um, nær og hvussu hetta eftirlit fer fram, fekst ikki at vita í svarinum. Landslæknin er danskt málsøki, so innlit fæst ikki í hetta frá føroysku myndugleikunum.
Heldur ikki á heimasíðuni hjá Landslæknanum sæst um nakað eftirlit hevur verið av ordinatiónum av Ritalini ella øðrum heilivági, sum kann brúkast at rúsa seg við.
Vit kunnu vænta, at enn fleiri fólk verða sett í ADHD-viðgerð komandi árini – og tí eisini, at nýtslan av ADHD-heilivági heldur fram at vaksa.
Av hesi orsøk er eisini neyðugt, at neyvt og regluligt eftirlit er við ordinatiónum av heilivági, sum vit síggja verður misbrúkt av einum vaksandi tali av ungum føroyingum.
Landslæknaembætið eigur tí at verða yvirtikið, so vit sjálvi hava eftirlit við ordinatiónum og sjálvi kunnu seta fyriskipanir í verk, sum fyribyrgja misnýtslu av heilivági.
Vit eiga at hava ábyrgdina av føroyska ungdóminum. Ikki danskir heilsumyndugleikar.

Nýtslan fleirfaldað uppá stutta tíð

Í talvuni niðanfyri, sæst hvussu nýtslan er vaksin seinastu 7 árini.

Ár 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022
Methylphenidat (Ritalin + kopiheilivágur) 7,5 8,0 8,6 11,1 13,4 15,9 17,3
Annar heilivágur fyri ADHD 0,9 1,5 1,9 2,9 4,9 8,7 14,6
Tilsamans heilivágur fyri ADHD 8,4 9,5 10,5 14,0 18,3 24,6 31,9

Samdøgursskamtar, DDD, er ein teknisk eind, sum verður brúkt av heimsheilsustovninum WHO fyri at meta um heilivágsnýtsluna, so hon kann samanberast millum lond. Talan er um, hvussu nógvar nøgdir eru útskrivaðar pr. 1.000 íbúgvar í eitt samdøgur.
Sum sæst á talvuni, so er nýtslan av Ritalin og kopiheilivági vaksin frá 7,5 til 17,3 samdøgursskamtar. Hetta er heilivágur, sum eisini kann brúkast at rúsa seg við.
Fyri m.a. at minka um vandan fyri skeivari nýtslu, hava vit í Føroyum gjørt av í størri mun at brúka annað slag av heilivági sum fyrsta val, og seinastu árini er nýtslan av hesum heilivági vaksin serliga nógv. Orsøkin til hetta er, at heilivágur, sum ikki inniheldur methylphenidat, ikki á sama hátt kann misbrúkast at rúsa seg við.
Tí sæst eisini i talvuni omanfyri, at talið av samdøgursskamtum av øðrum heilivági er vaksið lutfalsliga meira enn av RItalin og kopiheilivági.

Fleiri fáa staðfest ADHD

Hyggja vit nærri eftir, hvussu nógvir persónar taka heilivág fyri ADHD, so er talið fýrafaldað seinastu 7 árini. Frá 325 persónum í 2016 til 1251 persónar í 2022.

 

Ár 0 – 19 ár 20 ár og eldri Tilsamans
2016 152 173 325
2017 142 209 351
2018 151 263 414
2019 182 344 526
2020 203 469 672
2021 246 662 908
2022 331 920 1251

Sum sæst á talvuni omanfyri, so er nýtslan av ADHD-heilivági serliga økt millum tey, sum eru 20 +ár og eldri seinastu 3-4 árini.
Sambært Psykiatriska deplinum er orsøkin, at nógv vaksin fólk verða útgreinað og fáa staðfest ADHD. Fyrr var mett, at ADHD var ein trupulleiki hjá børnum. Síðani er fakkunnleikin komin fram til, at ADHD heldur fram í vaksna lívinum.
Spurningur og svar síggjast á heimasíðuni hjá Løgtinginum.

 

Liljan Weihe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad