Lýsing

Erling Eidesgaard helt 1. mai røðuna á Tvøroyri

1. maidagsrøða á Tvøroyri í 2023

Fyri næstan fjøruti árum síðani, klokkan hálvgum tíggju ein morgun, sat eg á hesari trappuni í míni fyrstu kaffipausu á arbeiðsmarknaðinum og kveylaði eitt sunkist og eitt karamell frá Bruno í meg.

Eg fekk mína allarfyrstu vikuløn gjøgnum løngjaldsstovuna hjá arbeiðsmannafelagnum Fylking mitt í 80unum. Tað var hálv tímaløn, sum var forvunnin í summarferiuni á flakavirkinum, sum stóð her niðanfyri.

Kaffipausan var klokkan hálvgum tíggju og hon var stutt, so tað ráddi bara um at fylgja við streyminum, sum fyri tað mesta gekk vestur her í krambúðina aftanfyri meg.

Tá í tíðini fór mann niðan í Fylking í Valinum eftir lønini; minnist meg rætt var tað tórsdagar. So sat mann har, framvið tí ljósabrúna finérvegginum, og bíðaði eitt langt og sjey breið til mann átti tørn. Og so blivu pengarnir taldir niður á diskin. Mann skrivaði undir og fekk ein lønarseðil, sum var ein lítil gráur strimmil.

Heri Mortensen mann hava verið stjóri á flakavirkinum ta fyrstu summarferiuna. Eg lúrdi onkuntíð inn á kontórið hjá honum. Eg minnist tað øgiliga rygglenið á kontórstólinum, og at skriviborðið einki stóð aftanfyri tað hjá J.R. í Dallas; og har mundu vera minst fimm telefonir á borðinum. Hetta var ein viktigur maður; flakavirkisstjórin.

Á keiini var Poli á Bakkabrúgv, við síni djúpu rødd, kongur, og millum hvinini frá tí reyða krananum, sum Elfinn hjá Dáva hjá seyðamanninum stýrdi, og gólini frá likkunum, komu Polasa ordrar sum djúpvatnsbumbur niður ígjøgnum lastalúkuna.

Inni á flakavirkinum vóru tað Sonja og hvalbingurin Niels Pauli, sum dirigeraðu kør og bakkar millum kílaskerarar og pakkarar, meðan Hartmann og Tórolvur hvestu knívar.

Omma mín, Johild, arbeiddi eisini á flakavirkinum ta tíðina. Og eg hevði eisini ta fragd at arbeiða á frystarínum saman við abba mínum, Bjarna. Hann hevði verið formaður í Fylking eitt skifti. Men á frystarínum var Ása hjá Ismari drotning.

Seinni fór eg at arbeiða hjá Richard B. Thomsen, aftaná skúlatíð, undir leiðslu av Henning og synum hansara. Tað var heitari og turrari; fyri tað mesta.

Í einari summarferiu tókust vit við at hála jarnstroppar úr einari stórari fløkju, og eg reyk so endalangur út av grótkastinum og á bláman. Henning var kløkkur, men bað meg stillisliga fara heim at skifta og koma aftur aftaná døgurða. Har var eingin kreppuhjálp og eingin útgreining. Far heim og skift!

Eg fekk ikki vatnskrekk, so Henning hevur dugað sítt kramm.

Tað var ein veldig og lærurík tíð fyri ein ungan drong sum meg.

Tað er, sum við so nógvum øðrum. Tá setti eg ikki so stóran prís uppá tað, men eg havi varnast aftaná – nú tað er blivið stilt – hvussu gevandi og læruríkt tað í veruleikanum var; at vera millum øll hesi so ymisku fólkini á keiini. Eitt veldigt virvar.

Um næstseinasta aldarskiftið komu fólk úr øllum heraðshornum her at arbeiða. Vinnulívið her var í stórum vøkstri og stórur tørvur var á arbeiðsmegi.

Oldurabbi mín, svenskarin Wiberg, kom úr Svøríki at arbeiða í kolinum í Rangabotni og giftist á Tvørabakka, og langomman, Dagmar, kom úr Sørvági at arbeiða fisk og giftist í Froðba.

Tey flestu her á plássinum hava næstringar, sum eru innvandraðir. Fólkatalið á Tvøroyri fór úr ongum og upp í fleiri hundrað uppá onga tíð, so tað hevur helst verið ein serligur stemningur her.

Jóan Pauli Joensen umrøður í bókini Fiskafólk eina frágreiðing frá einum amtslækna í sambandi við vitjan á Tvøroyri.

“Om moralen i denne sociale heksekedel konstaterede amtslægen, at den ligger på et lavt omend behageligt niveau.”

Tað hava verið nógv ung fólk her, og “liv og glade dage”.

Fyri at sitera Jákup Veyhe: “VIT SKULDU HAVT VERIÐ HER TÁ!”

Í 1915 var arbeiðsmannafelagið Enigheden, sum seinni skifti navn til Fylking, stovnað. Og sjey ár seinni kom Fiskepigernes Fagforening. Hetta vóru tey fyrstu fakfeløgini í Føroyum fyri ávikavist menn og kvinnur.

Hugskotið til at stovna fakfeløg her á staðnum kom kanska frá teimum, sum komu her at arbeiða úr útlondum. Har høvdu tey longu fakfeløg.

Arbeiðsmannafeløgini her á plássinum fingu stóran týdning fyri arbeiðsumstøðurnar hjá arbeiðsfólki. Lønin fór upp beinanvegin og arbeiðsumstøðurnar batnaðu munandi. Ikki bara her á Tvøroyri, men um alt landið, tí tað breiddi seg skjótt við fakfeløgum.

Eitt tað fyrsta stóra slagið hjá Fylking var at fáa broytt reglurnar, so at arbeiðsfólk kundu fáa løn í reiðum pengum ístaðin fyri í vørum. Tí higartil hevði løn verið útgoldin sum vøra. Tvs. at arbeiðsgevarin hevði eina krambúð, og ístaðin fyri pengar, fekst tú mat, klæðir og tað mesta, sum tú annars hevði tørv á.

Hetta stríðið hevur neyvan verið uttan svørðslag og bylgjurnar hava helst gingið høgt. Men tað eydnaðist at fáa hetta broytt, so pengar komu á borðið ístaðin fyri naturaliir.

Hvussu er støðan so í dag?

Eg havi hug at samanbera hetta við tann føroyska dansin. Tvey stig fram og eitt stig aftur. Tí nú á døgum eru vit upp á ein máta aftur í tíðini áðrenn fakfeløgini, har vit keypa alt, sum vit skulu brúka frá eina og sama arbeiðsgevara.

Tey stóru reiðaríini, sum alt for leingi hava rindað alt for lítið fyri fólksins ogn, eru blivin so múgvandi, at tey eru um at drukna í pengum. Tey hava gjørt landgongd. Tey keypa alt upp á landi, og eru blivin ein hóttan ímóti sjálvum fólkaræðinum. Tey eru farin at reka uttanríkispolitikk og nú eisini heilsupolitikk. Og kontrabókin er komin afturíaftur, um enn í kamoufleraðum hami.

Nú keypa vit aftur mat, klæðir, breyð, bensin, olju og vindøg frá reiðarum. Ja, sjálvt vind keypa vit í dag frá reiðarum.

Og vit bukka og neya og eru æviga takksom, vissi vit bara fáa uppí eina spann av sild her á keiini eina ferð um árið.

Tá útvarpið, um ársskiftið, tosaði við stjóran í Varðanum Pelagic í sambandi við at umsókn um byggiloyvi til lýsi- og mjølfabrikk, var latin inn her í býnum, legði hann fyri við at siga: “VISSI VIT SKULU GERA TAÐ Í SUÐUROY, SO ER FYRSTA TREYT …” og so komu allar treytirnar bóltandi.

Allar vinnufyritøkur eiga at hava ambitiónir um at mennast og at virðisøkja. Og tað eiga vit serliga at krevja av tilfeingisfyritøkum, sum fáa so stóran avsláttur í rávørugjaldinum frá Føroya fólki. So ætlanirnar hjá Varðanum Pelagic um meira virðisøking eru góð tíðindir.

Men hetta hóreiggið er ikki mátin at reka vinnu uppá. Sunn og burðardygg vinna tekur atlit til umhvørvið, bæði fólk og náttúru. Og hon skikkar sær ordiligt.

Varðin veit, at Suðuroynni tørvar arbeiðspláss, og at alt er søtt hjá tí svanga. So her er lagamanni at leggja press á.

Plaseringin av Varðanum mitt í hjartanum her á Tvøroyri, sum í síni tíð bleiv skrumblað ígjøgnum, er besta prógv um hetta.

Og so eru tað aliringarnir í fjarðarmunnanum, sum í myrkrinum fáa Froðba at líkjast Las Vegas.

Undantikið Hiddenfjord, so er talan um alifyritøkur, sum føroyingar lítið ella einki eiga í, sum brúka og dálka okkara firðir. Hesar fyritøkur senda milliardir av landinum, samstundis sum tær í nógv ár hava fingið ein stóran avsláttur av leigugjaldinum fyri firðirnar.

Leigugjaldið endar í landskassanum og kommunuskattin ásetir alifyritøkan sjálv í sínum excelørkum. So her er ikki nógv annað enn botnfall eftir á fjørðinum.

Er tað nokk?

Vit hava heimsins størstu lagkaku í Føroyum. Vit útflyta 40 kilo av fiski um dagin fyri hvønn einasta føroying! 40 kilo um dagin! Men hvussu verður hendan lagkakan skorin? Hvussu stór eru stykkini? Eitt stórt til mín og eitt lítið til tín?

Hetta er ikki bara eitt stríð ella eitt slag fyri verkafólk. Hetta er eitt slag fyri alt Føroya fólk. Tað snýr seg um, hvussu vit skipa okkum sum samfelag og hvussu vit, øll somul, fáa sum mest burturúr náttúrugivnu virðunum; sum vit øll eiga. Fólksins ogn.

Vit skulu kenna okkara virði, skeytið skal liggja hjá eigaranum, og vit skulu krevja gjald fyri tað, sum er okkara. Tað er bæði galdandi fyri okkara tíð og fyri okkara felags náttúrutilfeingi. Tað vóru tey, sum stovnaðu Fylking og Fiskepigernes Fagforening, tilvitað um.

Hendan samgongan hevur sett sær fyri, at seta prísin upp á okkara náttúrutilfeingi. Vit hækka veiðugjøldini hjá fiskivinnuni, og vit hækka eisini tøkugjaldið frá alivinnuni.

Og hví seta vit so gjøldini upp? Er tað øvundsjúka? Ella er tað fyri gera vinnuni fortreð? Tí, er tað ikki betri, at pengarnir “arbeiða” úti í vinnuni?

Jú, vinnan skal hava tað gott; og vit fara nettupp lagaliga fram, so hon framvegis fer at hava tað gott. Men hesar broytingar fara at koma kommununum øllum til góðar. Og viktigast av øllum, so er hetta ein liður í at seta lønarskattin hjá lág- og miðalløntum niður.

Veiðugjøld og tøkugjøld skulu upp, fyri at fáa lønarskattin hjá lág- og miðalløntum niður.

Per íbúgva eru Føroyar eitt av heimsins størstu og ríkastu londum. Tað skal koma okkum øllum til góðar, og ikki bara teimum fáu.

Góðu tvøráfólk, góðu suðuroyingar! Takk fyri høvið og góðan arbeiðaradag

468 ad