Lýsing

Hvat fyri eitt samfelag vilja vit lata víðari

Røða hjá Hervør Pálsdóttur í sambandi við viðgerð av ólavsøkurøðu løgmans

 

Harra formaður

Lúka við mær

Rundan um trøllakambin

Ein annar legði í havan

Eg lovi tær

Okkara blómur

Fara at síggjast eins væl

Soleiðis yrkir Beinir Bergsson í yrkingasavninum Sólgarðurin, sum fyri meg er eitt gott myndamál um ta støðuna, ið vit eru í sum samfelag. Vit mugu lúka rundan um trøllakampin og røkja havan, so at hann ikki fellur í órøkt. Ættarlið undan okkum hava ikki latið havan til okkum at njóta einans. Tí eru tað eisini vit her inni, ið skulu tryggja okkum, at havin og blómurnar kunnu njótast av ættarliðunum, ið koma.

Tí hvat er tað fyri samfelag, ið vit vilja lata víðari? Tann spurningin eru vit noydd at seta okkum og vit eru noydd at hava eitt boð. Samgongan vil í øllum førum gera sítt fyri at blómurnar hjá komandi ættarliðum síggjast eins væl og okkara. Føroyar skulu verða eitt attraktivt land at búgva í – at flyta heim aftur til og at virka í.

Harra formaður

Vágskálin og javnvág var ein góður reyður tráður í ólavsøkurøðu løgmans. Vágskálirnar skulu í stórsta mun javnviga. Hetta skal síggjast aftur í politikkinum, ið hendan samgongan fremur. Vit skulu býta virðini javnari og rættvísari.

Í vár samtykti løgtingið at taka meira inn í veiðigjaldi og tøkugjaldi. Hetta gjørdu vit tí, at vit halda, at tilfeingisvinnurnar skulu gjalda ein rættvísan, men rímiligan kostnað fyri at troyta náttúrutilfeingið, ið er fólksins ogn.

Vit vilja hava at okkara ovurhondsstóra ríkidømi kemur okkum øllum til góðar – at tað kemur inn í hvørt heim í Føroyum. Tað gera vit millum annað við at geva lønarlyft til tey, ið starvast á umsorganarøkinum, ið í alt ov langa tíð hava fingið eina ov lága løn. Tað gera vit við at stytta arbeiðsvikuna og at lata eina skattalætta til lág- og miðallønt.

Samstundis er tað eisini neyðugt at vit tryggja haldførið í búskapinum. Skal vælferðarsamfelagið verða eins gott ella betri í framtíðini, ja, so skulu vit føra ein skynsaman fíggjarpolitikk og fara væl um skattagjaldarans pening. Tað er politikkurin hjá hesi samgonguni.

Harra formaður,

Nógv góð mál eru í væntu í hesum tingárinum, eg nái ikki at tríva í tey øll. Summi mál kosta og krevja góða fígging, meðan vit eisini hava mál, ið røra við gerandisdagin hjá fólki, og sum hava alstóran týdning, men sum einans krevja politiskan vilja, og noyðast ikki eina játtan á fíggjarlógini.

Í heyst kemur lógaruppskot um at fáa ásetingar um grooming og sextortion í kapittulin um kynslig brotsverk í revsilógina. Vit góðtaka ongantíð, at børn verða útsett fyri kynsligum brotsverkum. Tað er ræðuligt og forkastiligt. Vit skulu gera alt fyri at verja tey fyri slíkum. Tí veit eg, at vit øll fara at standa saman um fáa ásetingar í revsilógina um hetta. Vit eiga eisini av álvara at seta inn fyri at fremja upplýsingar kampanjur um trygd á netinum – so vit kunnu fyribyrgja hesar vanlukkuligu støðurnar.

Tað hevur eisini í eina tíð verið arbeitt við at umseta og dagføra revsilógina. Nú er øll revsilógin umsett, og síðsti parturin – sum er almenni parturin í revsilógini verður lagdur fyri tingið í heyst. Umframt hetta, koma fleiri broytingar í revsilógini í vár. Millum annað snúgva broytingarnar seg um sálarligan harðskap, um chikanu móti almennum starvsfólki (løgreglufólk, sosial ráðgevar…), tráðfylging og samleikastuldur.

Um eg skal tríva í summi onnur mál, ið koma í hesi tingsetuni, so eru m.a. at nevna, at vit nú fara undir at yvirtaka sjórættin og flogferðslu og eftirlit við loftrúminum. Blokkurin verður eisini skerdur aftur í ár við 25 mió afturat. Tað er enn eitt fet nærri einum sjálvberandi búskapi. Tá ið farsóttarlógin verður yvirtikin 1. Januar, so verður farið undir at fyrireika eina møguliga yvirtøku av landslæknaembætinum. Fyri hvørt málsøkið, ið verður yvirtikið og fyri hvønn blokkniðurskurð, taka vit okkum størri sjálvræðið, og koma nærri at málinum at gerast eitt sjálvstøðugt land.

Eitt uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk verður eisini borðið niðan í tingið. Tað hevur týdning, at vit taka størri ábyrgd – at vit taka á okkum ein virknari leiklut í altjóða politikki. Tað er týdningarmikið, tí fleiri og fleiri lond vísa Føroyum og okkara økið áhugað, og tað hevur týdning at vit tryggja okkum, at einki hendur um okkum uttanum okkum. Vit skulu hava okkara greiðu støðu í heimssamfelagnum.

Harra formaður,

Vit sum eru her, vilja búgva her. Tað krevur at vit øll hava tak yvir høvdið. Ein bústaður er grundleggjandi fyri okkara tilveru, fyri uppvøksturin hjá okkara børnum og fyri at fólk trívast og mennast. Tí hevur tað týdning, at vit fáa sett ferð á bústaðarbygging og loysa bústaðartrotið, ið er í Føroyum.

Í farnu tingsetu gjørdu vit broytingar í lógini um húsalánsgrunnin, so at Bústaðir ikki longu skulu  – men kunnu – samstarva við privatar aktørar. Nú gera vit broytingar í lógini, so at kommunurnar fáa heimild at stovna, byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg saman við Bústøðum. Hetta fer vónandi at vera við til at bøta um støðuna á bústaðarmarknaðinum.

Umstøðurnar hjá teimum heimleysu í Føroyum eru eitt mál, ið hava ligið mær nær at hjarta, og sum eg havi arbeitt nógv við, síðan eg varð vald í løgtingið. Tí fegnist eg um, at landsstýriskvinnan við almannamálum hevur sett gongd á arbeiðið at gera eitt álit um heimloysi í Føroyum. Vit hava tørv á fjøltáttaðum loysnum, ið skapa virðiligar umstøður fyri hesi fólkini. Landsstýriskvinnan arbeiðir eisini við at fáa til vega hagtøl um heimloysi í Føroyum.

Føroyar eru landið hjá okkum øllum, og vit skulu rúma hvørjum øðrum. Umstøðurnar og rættindi hjá teimum ið bera brek skulu betrast. Brekumboð verður sett á stovn, sum m.a. hevur til endamáls at halda eftirlit við at breksáttmálin verður hildin, samstundis sum brekumboðið eisini skal virka fyri, at røddin hjá fólki, ið bera brek, verður hoyrd betri í almenna rúminum. Hetta er eitt gott mál, ið vónandi fer at hava góð úrslit við sær.

Fólkaskúlalógin verður eisini dagførd við støði í álitinum, ið arbeiðsbólkurin handaði fyri tíð síðani. Her var serliga fokus á at stytta skúladagin, at betra tvílæraraskipanina, færri næmingar í flokkunum og at fáa betri javnvág millum hugvísindi, náttúruvísindi, handligar og skapandi lærugreinir.

Norðurlendski fólkaskúlin hevur havt sum grundarlag at vera ein skúli, ið rúmar øllum. Ein skúli, ið fyrst og fremst mennir samfelagsborgarar. Tað haldi eg, er týdningarmikið, at vit halda fast í – ella fara aftur til, havi eg hug at siga. Tað er stórt trýst á at fáa góðar karakterir, at avrika. Men fólkaskúlin eigur og skal vera meira enn tað. Hann skal vera eitt stað ið brynjar næmingin til at taka lut í samfelagnum, at gerast ein virkin samfelagsborgari. Aðalorðaskifti verður um fólkaskúlan longu í heyst og eg síggi fram til at viðgera hetta týdningarmikla orðaskifti.

Harra formaður,
Samgongan hevur sett sær fyri at fremja átøkini í Veðurlagspolitikki Føroya. Í ár verða 7 átøk sett í verk av teimum 25 og í næsta ár er ætlanin at seta minst 10 átøk afturat í verk. Vit vilja føra ein framfýsnan veðurlagspolitikk, har vit taka okkara altjóða ábyrgd. Vit fremja veðurlagshandling.  Nýggju tølini hjá Umhvørvisstovuni vísa, at útlátið minkaði í fjør. Tað er gott, men tað skal minka enn meira.

Føroyar skulu ganga á odda at minka um útlátið. Hóast Føroyar ikki loysa veðurlagskreppuna einsamallar, so ynski eg, at Føroyar gerast ein rødd millum lond, ið kann vísa, at tað ber til at fremja góðan og rættvísan veðurlagspolitikk. Evropa hevur í summar upplivað ógvusliga hitabylgju, her rundan um Føroyar er hitabyglja í havinum, Suðurevropa hevur staðið í ljósum logað. Heimsins mest dálkandi lond mugu taka seg um reiggj nú.

Samstundis sum vit føra ein framfýsnan veðurlagspolitikk, so skulu vit eisini hugsa um náttúruna og umhvørvið. Náttúrusvinn og veðurlagsbroytingar hanga óloysiliga saman. Tí er tað eisini at fegnast um, at landsstýrisfólkini við Náttúrupolitikki Føroya verða áløgd at taka hædd fyri náttúruni í øllum arbeiði.

Føroyska náttúran er fjølbroytt, og hon er sanniliga vøkur. Hon er eisini undir trýstið við vaksandi ferðavinnuni. Væl skiljandi skapar hetta frustratiónir hjá mongum, men tørvur er á, at avvarðandi partar finna eina virðiliga loysn, ið eisini tekur hædd fyri náttúruni og lokalu økjunum. Tað verður neyvan møguligt at gera øll heilt nøgd, men ein loysn má finnast. Landsstýrismaðurin við ferðavinnu og landbúnaðarmálum arbeiður við málinum. Vónandi ber tað til at fáa eina breiða semju um hetta málið.

 

Harra formaður,

Tað er ein stór uppgáva, vit standa við nú vit stjórna landinum. Hesa ábyrgdina skulu vit taka í stórsta álvara og við teirri virðing, ið tað krevur. Tað er okkara uppgáva at áhaldandi lúka rundan um trøllakambin, so vit geva rúm fyri at blómurnar kunnu vaksa saman við honum.

 

– Hervør Pálsdóttir 02.08.23

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad