Lýsing

Hvør hevur valt Kim Edeberg Andersen og Theresu Scavenius at umboða Føroyar?

Tað hevur ongin í Føroyum. Hetta eru framsøgufólkini í verjumálum hjá Nye Borgerlige og Alternativet. Tey eru vald í danska parlamentið av donskum veljarum saman við Peter Have, Lise Bech, Alex Ahrendtsen, Martin Lidegaard, o.s.fr.

Tað eru hesi fólkini Sambandsflokkurin vil hava, at føroyski uttanríkisráðharrin skal samráðast við um verjusemjuna.

Sjálvandi er hetta ikki ein gongd leið. Tað hevur danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, sum er partamaður hjá sambandsumboðnum á Fólkatingi, eisini viðurkent í avtalu við føroysku og grønlendsku uttanríkisráðharrarnar um viðurskifti, sum viðvíkja Arktis og Norðuratlantshav.

Stjórn til stjórn
Tað er sjálvandi á ráðharrastigi, at hesar samráðingar skulu vera. Tað verður eisini sligið fast í semjuni, har tað stendur, at:

“Avgerðir um ítøkilig átøk verða tiknar í tøttum samstarvi millum Danmark, Føroyar og Grønland. Fyrstu avgerðirnar verða tiknar til heystar í 2023.

Eftir ætlan verða tríggir árligir fundir á ráðharrastigi næstu árini til tess at stuðla undir samstarvið á verjupolitiska økinum.”

Hetta er støðan hjá bæði Føroyum og Grønlandi. Og tá fólkatingsumboðið hjá Sambandsflokkinum sigur, at IA hevur givið donsku stjórnini ein ynskilista til verjusemjuna, so er tað ikki allur sannleikin. Tað hevur fólkatingsumboðið hjá IA. Veruleikin er tann, at grønlendska landsstýriskvinnan, Vivian Motzfeldt, hevur sligið fast, at tað er grønlendska stjórnin – og bara stjórnin – sum sámráðist við donsku stjórnina vegna Grønland.

”Jeg skal for det første gøre klart, at Naalakkersuisut forhandler med regeringen på vegne af Grønland i forbindelse med Forsvarsforliget i Kongeriget. Naalakkersuisut er de eneste, der kan forhandle på vegne af Grønland.”

Víðari sigur hon:

“Partier med repræsentation i Folketinget har mulighed for at forhandle direkte med regeringen som enkeltstående partier for deres egne mærkesager. Det kan Inuit Ataqatigiit og det kan Siumut, som begge har repræsentation i Folketinget. Men jeg skal gentage; Naalakkersuisut er de eneste, der formelt har myndighed til at forhandle med regeringen på vegne af Grønland. Det er de demokratiske spilleregler.”

Nei, trupulleikin hjá fólkatingsumboðnum hjá Sambandsflokkinum er neyvan, at Høgni Hoydal ikki vil samráðast við Carsten Bach, Rasmus Jarlov og onnur framsøgufólk í verjumálum. Trupulleikin er nokk heldur tann, at fólkatingslimurin er kvett av í samstarvinum og samskiftinum millum donsku og føroysku stjórnina.

Føroyska uttanlandsnevndin – ikki danska forsvarsudvalget
Høgni Hoydal er valdur at umboða Føroya fólk í uttanríkismálum. Hann stendur til svars fyri Løgtinginum – sum Føroya fólk hevur valt. Allir flokkar á Tingi hava umboð í Uttanlandsnevndini.

Tað eru vit – Annika Olsen, Bárður á Steig Nielsen, Bjarni Hammer, Sólvit E. Nolsøe, Jacob Vestergaard, Jenis av Rana og eg – sum landssýrismaðurin skal ráðføra seg við um verjupolitikkin hjá landsstýrinum. Ikki Carsten Bach, Rasmus Jarlov, Trine Pertou Mach, Onnu Falkenberg ella Sjúrð Skaale.

Tað er soleiðis fólkaræðið virkar. Tað er føroyskt fólkaræði.

Liljan Weihe
Tingkvinna, Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad