Lýsing

Røða i samband við fíggjarlógina 2024

Summarið hevur verið heitt um alt Evropa, og hitin hevur sligið met. Nakað soleiðis kunnu vit siga um búskapin hjá okkum, hann hevur sligið met, fyritøkur hava havt met góðir rokniskapir, kommnur hava havt methøgar inntøkur, sum hevur viðført at nógvar kommunalar íløgur eru gjørdar og somuleiðis hevur landið havt methøgar inntøkur tey seinastu árini. Summarið er tó ikki av enn, hitin er framvegis nógvur kring Evropa og eins við veðrinum, so hava vit enn góðar tíðir, tó at vit síggja nøkur kuldatekin, nú heystið setir inn
Kuldin kemur eystanifrá, kríggið í Ukraina legði sína køvaandi hond yvir alheimsbúskapin, sum sjálvsagt eisini rakar okkum í Føroyum. Eftir nógv ár við lagari rentu, ja vit skulu ikki so langt aftur í tíð, tá vit kjakasust her í løgtinginnum um tað negativu rentina sum fólk skuldu gjalda av innistandandi, er nú vent í holini og heili 10 ferðir síðandi kríggið brast á hevur hevur evropæiski centralbankin hækka rentuna fyri at tálma ovurstóru inflatiónini.

Hetta ávirkar føroyska búskapin, landshúsarhaldið við hægri renuútreiðslum og hjá privata húsarhaldinum merkist eisini hægri rentan á húsaláninum, tó at bankarnir lata sum heild væl at lánibyrðini hjá privatu húsarhaldunum. Men innflatiónin, lønarvøksturin, sum liggur á 4 % og hægri rentibyrðan av lánunum merkist á fíggjarlógini. Tí hevur verið neyðugt at tátta í á rakstrarsíðuni, ráðini eru ikki longur at jarða út, men at tálma fyri at fáa tamarhald á rakstarútreiðslunum, og hetta er eisini nakað sum sæst aftur hjá føroysku familjunum, sum mugu raðfesta øðrvísi.

Eftir at hava ligið í miðal á einum rakstrarvøkstri á 5,9 pct seinnastu árini, sum er alt ov høgt, so hevur samgongan sett sær fyri at fáa skil uppá raksturin, og fyri fyrstu ferð í fleiri ár er raksturin komin niður á 4,5%. Hetta ljóðar kanska høgt, men havandi í huga, at lønarframskrivingarnar á 3,8 % eru tiknar við so er tað ein einari góðari leið, hetta svarar til ein realrakstarvøkstur á 0,8 %
Men hóast prístalið er lækkað, so síggjast ikki lækkingar í prísum á vørum og tænastum, og tað er nakað sum bendir á, at vit mugu fáa eitt príseftirlit at virka og hava eftirlit við teimum reellu prísunum.

Men Føroyar eru ikki á nakari vandakós, vit hava framvegis at stóran fólkavøkstur. Ongantíð hava so nógv búð í Føroyum 54 tús 738 fólk búðu í 1 aug 2023 í Føroyum og arbeiðið er til allar hendur og løntakaratalið framvegis methøgt, og arbeiðsloysi er 1 %. Talið av løntakarum er hækkað úr 23 tús í 2000 til umleið 28 tús í 2022 og í Føroyum eru 84% av samlaða fólkatalinum í aldrinum 15-74 á arbeiðsmarknaðinum, sum er tað hægsta í evropa.

Føroyska bruttotjóðarúrtøkan er vaksin úr 188 tús kr fyri hvønn íbúgva í ár 2000 til mettar um 475 tús kr fyri hvønn íbúgva í 2023 og bruttoskuldin hjá føroyskum húsarhaldum kann metast til 50-55 % av BTU, meðan bruttoskuldin hjá húsarhaldum í Danmark er til dømis 85-90 % av BTÙ.

Vit ganga eisini ímóti størri sjálvbjagni, og tí er tað gleðiligt at síggja, at blokkurin nú er komin niður á 592 mió, 50 mió. er skornar av heildarveitingini, og er blokkurin nú bert 8 % av fíggjarlógini. Harumframt er vitaverkið yvirtikið, sjórætturin er ávegis og á sama hátt er við yvirtøkuni av loftrúminum, sum avtala er fingin í lag um at yvirtaka í næstum.
Hóast fokus hevur verið at fáa tamarhald á rakstrinum, og tiltøk eru gjørd fyri 70 mió., so hevur rúm eisini verið fyri raðfestingum.
Ofta verður sagt, at man verður ikki valdur/vald aftur við at seta pening av til víðlíkahald og bjálving, og hetta sæst eisini tíverri aftur á manglandi viðlíkahaldinum á landsvegunum og á teimum almennu bygningunum: Men hetta eru veruliga neyðug innsatsøkir, sum trongja, og sum hava verið niðurraðfest í alt ov langa tíð.

Eftirsleipið á landsvegahaldið er 375 mió. Í 2023 vórðu játtaðar 10 mió. til asfaltering og í 2024 verða 2 mió. kr játtaðar afturat og samstundis er játtanin til víðlíkahald av tunlum og brúm økt við 2 mio. Koyrdi ein túr til Klaksvíkar í vikuni, og tað var ein frægd at koyra eitt langt strekkið i Eysturoynni eftir einum nýasfalteraðum vegi, hetta eru sannilgia neyðugar ábøtur at gera.

Teir almennu bygningarnir hava trongt til eina hjálpandi hond í mong ár, og hava eisini fingið eina hækkaða játtan á 2 mió umframt at játtanin til grønar orkuloysnir i almennum bygningum er hækkað við 2,5 mió. Við dýrkandi oljuútreiðslum er tað skilagott, at vit umframt at tað veðrur hugsað um umhvørvið eisini sparir landinum í oljuútreiðslum.

Ì einum ríkum landi sum Føroyar, er tað neyðugt, at smáu plássini eisini verða veitt eina hjálpandi hond og m.a. er ábøtur gjørdar á samferðsluhavnina í Syrðadali. Í 2023 vórðu 4 mió. brúktar til smáábøtur til at betra um umstøðurnar hjá ferðafólki á samferðsluhavnini og eftir ætlan verða brúktar 3 mió afturat í 2024.

Hóast vit byggja tunlar og undirsjóvartunlar til tess at sambinda allar Føroyar, so mugu vit ásanna, at vit eru eitt oyggjaland og neyðugt er við góðum ferða- og ferjusambandi til tey plássini í Føroyum, har tað ikki er koyrandi

Hetta hevur samgongan sett sær fyri at bøta um við at endurnýggja strandferðsluflotan og 6 mió eru settar av til arbeiðið. 3 mió. kr eru fluttar fram frá 2023 og 3 mió. eru settar av í 2024 til at fyrireika og projektera eitt nýtt Kalsoyarskip, og síðani er ætlanin at byggja skip til hinar oyggjarnar.

Samgongan hevur eisini sett sær fyri at fáa ein nýggjan landbúnaðarpoltikk, við tí endamáli at styrkja átøk, sum hava til endamáls at gerast meiri sjálvbjargin, tá tað kemur til matframleiðlsu. Hugburðurin hjá privatum húsarhaldum er nógv broytt. Orsaka av prísvøkstrinum er hugburðurin til matoyðsl broyttur og fleiri og fleiri eru farin undir heima framleiðslu av eitt nú grønmeti – ja man kann siga at góða gamla inniløgumentanin, er byrjað at spretta aftur.

Soleiðis eiga vit eisini at hugsa um landshúsarhaldið, at vit gerast sjálvbjargin, tá tað kemur til matframleiðslu, hetta at stimbra føroysku framleiðsluna av mjólkarúrdráttum, grønmeti og kálgrønmeti. Hetta er ikki bara gott fíggjarliga og vinnuliga, men so sanniliga eisini umhvørvisliga, at vit ikki skulu innflyta grønmeti v.m., sum er flutt runt jarðarknøttin til Føroyar.
Tað gevur í allar mátar meining at hugsa stuttflutt, at vit kunnu fáa gagnnýtt tann fiskin sum í havinum svimur, kjøt frá tí seyði, sum í høgunum gongur, mjólkarurdrátt frá kúm og grønmeti, sum er velt í føroyskari jørð.
Vit skulu vera meiri sjálvveitandi, tá tað kemur til matframleiðslu og grønmetisframleiðslu.

Tí fegnist eg um ta rúmd, sum landsbúnaðar og grønmetisframleiðsla hevur fingið í fíggjarlógini, at játtanir verða savnaðar og hækkaðar til tess at miðvíst at fara undir at menna føroyskan landbúnað og grønmetis framleiðslurnar m.a. stuðul til menning og vøkstur á landbúnaðarøkinum, at økja um tilvitskuna um føroyska matframleiðslu, har fokus verður á stuttfluttum vørum, at bústovnar og skúlar v.m. skulu gerast meiri tilvitaði um at brúka føroyska framleiðslu.

Men eitt er vit hava sjóneykuna á heimligu matframleiðslu í Føroyum, so er tað eisini gleðiligt at síggja í fíggjarlógaruppskotinum, at vit hyggja út um landoddarnar. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur sett sær fyri, at opna føroyska sendistovu í Washington á heysti 2024, tí neyðugt er at styrkja nýggjar marknaðir fyri føroyskar vørur og tryggja betri marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur kring heimin.
Somuleiðis eru 200 tús kr settar av í 2024 afturat teimum 500 tús, sum vóru settar av í 2023 til Export Faroe Islands at fremja hugburðin í mun til útflutning, at økja um møguleikan hjá fyritøkum at útflyta og skapa málrættað fokus á útflutning á føroyskum sendistovum.

À sama hátt er fokus eisini sett á skipasmíð, har stuðulin er hækkaður úr 3,8 mio til 5,2 mió. Føroyingurin hevur dugað at bygt bátar ígjøgnum søguna, og vit hava ment okkum vit skipabygging eisini. Tíðin er komin til at bjóða okkum fram sum tænastudepil í norðurhøvum í breiðastu merking, og her er skipasmíð við grønum orkuloysnum sera áhugaverd, samstundis sum nógv avleitt virksemi eisini kann standast av hesum.

Á tí sosiala økinum eru eisini nógvar batar m.a. barnaverkætlanin á 3,8 mió , ein skipan sum skal tryggja at børn ikki longur detta niður ímillum skipanir. Børn skulu sleppa at vera børn og familjur teirra foreldur og ikki stíðast við almennar skipanir og tí er hendan verkætlanin ímetaliga slóðbrótandi og spennandi.

Eitt land verður mett eftir hvussu man fer um tey allarveikastu, og tíverri eru tað nógvar lagnur í føroyska samfelagnum. Tí er tað gleðiligt at 1,5 mio. er sett av til heimloysi til tess at veita heimleysum eina heita song umframt at 700 tús er sett av til stuðul til Herbergið, og her hevur landsstýriskvinnan í almannamálum handlað skjótt, tí neyðin er stór. Gott arbeitt.

Eisini verður farið undir at byggja 2 nýggjar Bústovnar: Talan er um eitt sambýli til fólk við autismu og eitt sambýli til fólk við sálarligum avbjóðingum við ávikavist 24 og 18 búplássum. Tað fyrra í Havn og hitt seinna í Miðvági.

Til pensjónistarnar kunnu vit siga, at feilurin er rættaður. Eitt mál, sum flestu flokkar fóru uppá val uppá var skattafría inntøkuupphæddin, hendan verður nú hækkað úr 45 tús uppí 61.900 tús. Hóast mótrokningin ikki er heilt tikin burtur, sum kanska fleiri høvdu ynskt sær, so er hetta veruliga at fet rætta vegin til teir pensjónistar, sum vilja vera á arbeiðsmarkninum – tey eru landinum ein kærkomin hjálp á arbeiðsmarknaðinum.

Skal enda við einum av mínum stóru hjartamálum, Fróðskaparsetrinum. Tað er ongin ivi um, at Fróðskaparsetrið er lykilin til framburð og vøkstur í okkara samfelag, væl at merkja um vit raðfesta rætt. Ì 2013 varð heildarætlan gjørd fyri at fáa fólk heim aftur til Føroyar.
Føroyar høvdu tá í longri tíð merkt sviðan av, at fólk og serliga ung fluttu av landinum. Minkar eitt land í fólkatali, ja so hevur tað beinleiðis ávirkan á okkara búskap. Lyklin í hesum áliti var at fáa eitt Campus í Føroyum, at fáa okkara ungu at støðast og fjálgast í Føroyum (tó við møguleika at fáa útsýni, fara at landinum eitt ár ella tvey til framhaldslestur) men at geva teimum møguleika at festa røturnar her í Føroyum.

Vit hava ikki fingið Campus enn, men vit hava fingið vent gongdini, tí fleiri og fleiri ung velja at lesa í Føroyum. Vit skulu lofta hesi góðu gongd, vit skulu sum tað stendur í fíggjarlógini fara undir at byggja nýtt høvðussæti á Fróðskaparsetrinum, vit skulu fara undir at fáa eitt universitetssjúkarahús, soleiðis sum fíggjarlógin leggur upp til, og vit skulu fáa tær endaligu viðurskiftini uppá pláss, so Føroyar kunnu undirritað Bologne avtaluna, so Fróðskaparsetrið kann teljast ímillum hini góðkendu universitetini í heiminum.

Summi síggja útbúgving sum eina útreiðslu, eg síggja tað sum lykilin til vitan, til menning og vøkstur, eisini fyri onnur at leita sær hendan vegin at lesa. Málið hjá okkum má vera at fara frá teimum 1000 lesandi í dag til 3000 lesandi, og saman við vinnu og íverksetan kann hetta gerast lykilin fyri framtíð Føroya sum ein sjálvstøðug tjóð við víðum altjóða útsýni.

Annika Olsen, Tingkvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad