HVØRJUM VEITTRA VIT FYRI?
“Flaggið er fyri øllum fólkum heiðursmerki. At svíkja sítt flagg og svíkja sítt land, tað er hin versta gerð, sum søgan veit at siga frá.”
Soleiðis segði skaldið, Hans Andreas Djurhuus, á ólavsøku í 1931, tá Merkið fyri fyrstu ferð veittraði – lógliga, altso – á Tinghúsvøllinum.
Týdningurin av einum flaggi
Hetta fær meg at hugsa um, hvønn týdning – og hvørjar kenslur – vit leggja í eitt flagg.
Fyrstu ferð eg minnist meg hava hugsað um týdningin av einum flaggi, ella í hvussu er hevði nakrar kenslur fyri einum flaggi, var eg seks ára gomul.
Eg eri uppvaksin í Grønlandi – og 21. juni í 1985, á grønlendska tjóðardegnum, fekk Grønland sítt egna flagg. Flaggið verður nevnt “Erfalasorput”, sum merkir “okkara flagg”.
Áðrenn henda dag, var flaggað við Dannebrog í Grønlandi.
Hetta var ein veitsludagur í Grønlandi! Eisini fyri okkum børn.
Eg minnist, at flaggið hugtók meg og okkum øll, tí tað víkir so nógv frá teimum norðurlendsku krossfløggunum.
Vit tosaðu um, hvat flaggið mundi ímynda. Onkur samanbar tað við japanska flaggið – og tað var kanska ikki heilt av leið. Reyði sirkulin í japanska flagginum er jú sólin í “sólarinnar ríki”, sum Japan eisini verður nevnt. Nippon.
Grønlendska flaggið ímyndar eisini sólina, tá hon rísur og setir yvir grønlendsku firðirnar. Reyði liturin er sjógvurin – um tit nakrantíð hava upplivað eitt sólsetur í Grønlandi, so skilja tit, hví reyði liturin fyllir so nógv.
Tað er ófatiliga vakurt!
Og vakurt var tað eisini, at Grønland endiliga fekk sítt egna flagg.
Hvíti múrurin í Berlin
Seinast eg veruliga merkti megina av okkara flaggi, Merkinum, var í Berlin í januar. Har vóru vit, 5-6.000 føroyingar, savnaði fyri at stuðla okkara hondbóltshetjum.
Hvíti múrurin í Berlin!
Ongantíð áður hevur tjóðsangurin ljóðað betri ella rungað harðari enn hesar gráu januardagarnar eystanfyri gamla jarnteppið.
“At bera tað merki, sum eyðkennir verki”
Hendan reglan úr tjóðsanginum er prentað á føroysku landsliðstroyggjurnar við upprunaligu handskriftini hjá Símuni av Skarði.
Skrivað fyri yvir 100 árum síðani, í 1906, tá hann yrkti tjóðsangin hjá okkum.
Soleiðis verður okkara søga og samleiki borin víðari frá einari farnari tíð til okkara samtíð – og gerst eisini partur av okkara framtíð!
“The hopes of a nation rest on his young shoulders!”
“Vónirnar hjá einari tjóð, hvíla á hansara ungu herðum!”
Soleiðis segði enski frásøgumaðurin, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu skuldi taka avgerandi brotskastið í allar seinasta sekundi í dystinum móti Norra.
Hann skoraði – og vit vunnu dystin 26-26!
Hans Andreas Djurhuus lýsti afturi í 1931 okkum føroyingar soleiðis.
“Vit føroyingar eru eitt tigandi fólk. Lívsins álvara og lívsins myrku skuggar hava sett merki síni í sinni okkara. Tað er tí so við okkum, at vit á ongum sinni hava hug at loypa framav.”
Hendan lýsing er ikki galdandi longur. Tíbetur!
Vit hava flutt okkum sum fólk og tjóð. Vit eru ikki longur “eitt tigandi fólk”. Vit vilja bæði hoyrast og síggjast, har vit eru. Vit hava vunnið okkum virðing og viðurkenning millum aðrar tjóðir.
Vit eru ernaði. Vit droyma stórar dreymir – og gera teir til veruleika. Sum við grønlendska flagginum, er sólin risin og “lívsins myrku skuggar” eru minkaðir burtur í onki – og sinnið er frítt!
Tað prógvaðu vit so dyggiliga í Berlin!
Elias skoraði avgerandi málið. Sjálvandi gjørdi hann tað! Hann er ikki offur fyri undirbrotligheit og jantelóg.
Hann kennir sítt egna virði og sínar styrkir. Og smæðist á ongan hátt burtur.
Eina øld eftir, at flaggstríðið leikaði á uppá tað harðasta, hava bæði føroysku hondbóltsmenninir og -kvinnurnar spælt seg til endaspøl. Okkara flagg, Merkið, veittrar javnbjóðis millum aðrar tjóðir.
Hvør skuldi trúð tí?
Tað trúgva tey í Hondbóltssambandinum. Tað trúgva hondbóltsleikararnir. Tey tora at droyma stórar dreymar. Tey trúgva uppá egna mátt og megi. Tey seta sær mál og arbeiða miðvíst fyri at røkka teimum.
Tey vísa okkum vegin.
Fyri meg eru ungu hondbóltshetjurnar størstu fyrimyndirnar!
Í vár var eg saman við hinum løgtingskvinnunum á ST-ráðstevnu í New York. Við ST-bygningin veittra fløggini hjá øllum heimsins londum. 193 eru tey í tali!
Men enn er onki Merki at hóma. Vit eru jú ikki eitt ordiligt land.
Tað fingu vit enn einaferð staðfest, tá Norðurlandaráðið vitjaði í Føroyum fyri fáum vikum síðani.
Svenska samstarvsráðfrúan, Jessika Roswall, gjørdi púra greitt, at Svøríki sigur nei til føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Hetta setti eld í sjálvræðiskensluna hjá okkum øllum! Líka frá tjóðveldisfólkum til sambandsfólk.
Vit finna okkum ikki í at vera hildin uttanfyri longur. Vit fara ikki tigandi at góðtaka hesa viðferð. Vit hava okkara egnu rødd – og hana brúka vit hvønn einasta dag!
Til at vinna okkum virðing og viðurkenning.
So enn stríðast vit.
Fyri at okkara ítróttarfólk kunnu luttaka í Olympisku leikunum. Fyri at Føroyar kunnu gerast limur í handilsfelagsskapinum, WTO. Fyri at sleppa við til borðs, har avgerðirnar verða tiknar hjá NATO. Fyri at vit verða javnsett við aðrar tjóðir og kunnu samstarva við tær á jøvnum føti.
Vit stríðast fyri, at Merkið kann gerast 194. flaggið við ST-bygningin í New York!
Men hví hava vit yvirhøvur eitt flagg? Hvønn týdning hevur tað?
Ungi studenturin og ein av flagg-sniðgevunum hjá okkum, Jens Olivur Lisberg, skal hava lýst tað nakað soleiðis:
“Skulu føroyingar einaferð koma so langt, at teir allir vilja draga eina línu og rógva á sama báti, so má báturin hava eitt merki”.
Og í hesum tonkum hjá Jens Olivuri liggur virðið í einum flaggi. Tað savnar okkum.
Suni Merkisstein lýsir tað so væl, tá hann tekur samanum bragdið í Berlin, har vit øll vóru klødd í landsliðstroyggjum og hildu Merkið høgt:
“Viðhvørt røkka orð ikki til. Tá ein løta verður so serstøk, at hon ber við alt kensluraðið, broytist okkurt innan í okkum.”
Víðari sigur hann:
“Í slíkari løtu samfrøast øll tvørtur um mørk. Summi hálsfevnast, tó at tey bara so dánt vita av hvør øðrum. Sóust tey í Føroyum, hevði tað verið eitt nikk ella góðan dag, men ikki annað enn tað. Nú vórðu allir munir og allar ósemjur strikaðar, øll vóru sum eitt”.
Hesa løtuna í Berlin drógu vit øll eina línu og vóru øll í sama báti.
Litirnar í Merkinum kenna vit øll, men orsøkina til valið av litum kenni eg ikki til fulnar. Í Flaggsøguni hjá Niels Juel Arge verður hetta ikki viðgjørt.
Í fjør var ein áhugaverd grein á in.fo, sum greiðir frá søguni handan flaggið – beinleiðis frá einari fyrstu honds keldu, Janusi Øssurson, sum saman við Jens Olivuri Lisberg og Paula Dahl, sniðgóvu føroyska flaggi.
Sonur hansara, Brandur Øssurson, hevur talgildað handskrivaðu endurminningarnar hjá pápanum.
Janus Øssurson greiðir frá, at teir tríggir flagg-sniðgevarnir skjótt gjørdust samdir um, at føroyska flaggið skuldi vera eitt krossflagg, og at litirnir skuldu vera teir norrønu: reytt, blátt og hvítt. Tað var Jens Olivur Lisberg sum skeyt upp, at krossurin skuldi vera bláur uttast og reyður innan. Ongin onnur hugleiðing er um sjálvar litirnar.
Gunnar Dahl-Olsen og Hans Andreas Djurhuus løgdu tó sínar tulkingar í litirnar beint eftir, at flaggið var vorðið veruleiki í 1919.
Kendast er helst “Kvæðið til merkisins” vanliga kallað “Sjá, tú blánar” hjá Hans Andreasi Djurhuus, sum er okkara flaggsangur.
Onnur fløgg hava somu litir sum okkara.
Amerikanska flaggið, Stars and Stripes, kom undir frælsisstríðnum í Amerika.
4. juli í 1776 var frælsisyvirlýsingin staðfest í kongressini. Høvuðsboðskapurin var – og er framvegis – at “øll fólk eru skapað líka” – og at øll hava rætt til lívið, frælsið og stremban eftir eydnuni.
Í kjalarvørrinum av frælsisstríðnum í Amerika, kom franska kollveltingin í 1789 – undir herrópinum: frælsi, javnrættindi og brøðralag – sum franska flaggið, Tricolour, er blivin ímyndin av.
Hetta var byrjanin uppá modernaða fólkaræði.
Um eg skal gita, so kann eg ikki ímynda mær annað, enn at hesir mætu menn, Jens Olivur Lisberg, Pauli Dahl og Janus Øssurson, hava verið ávirkaðir av hesum, tá litirnir í føroyska flagginum skuldi veljast. Teir sniðgóvu flaggið beint eftir fyrra veraldarbardaga – og vóru sjálvsagt ávirkaðir av tíðini teir livdu í.
Versailles friðarsáttmálin varð undirskrivaður um somu tíð og frælsið til allar tjóðir at skipa egin viðurskifti setti dagsskránna. Og føroysku studentarnir í Keypmannahavn komu nógv saman við íslendingum, sum júst høvdu fingið sjálvstýri og egið flagg – við hesum litum.
Frælsi, fólkaræði, javnrættindi, sjálvbjargnishugur, vón og kærleiki til fosturlandið hevur sett sín dám á teirra samtíð.
Ein onnur kollvelting var eisini um hetta mundi. Tann russiska.
Meðan hvítu, bláu og reyðu litirnir í Stars and Stripes og Tricolour enn veittra fyri fólkaræði, frælsi og javnrættindum, so veittrar russiska flaggið fyri júst tí øvugta. Eisini heima hjá okkum.
Somu litir, bara í aðrari samanseting, bera boð um kríggj, ótta, hertøkur, deyða og einaræði.
Hvørjum veittrar Merkið fyri?
Vit liva í eini tíð, har vit mugu definera okkara leiklut av nýggjum. Bæði í heiminum og her heima.
Vit eiga at gera sum í hondbóltinum og spyrja okkum sjálvi: Hvørji eru vit? Hvørji vilja vit vera? Hvussu røkka vit málinum? Og saman við hvørjum?
24. februar í 2022 broyttist heimurin. Sum norski vara-admiralurin í NATO, Louise Dedichen, tók til, tá hon vitjaði í sambandi við Norðurlandaráðsfundin herfyri:
“Trygdarpolitiska fríkorterið er av!”
Klokkan hevur ringt inn. Okkara virði standa fyri skotum. Okkara rættindi, okkara frælsi og okkara fólkaræði – sum vit í drúgva tíð hava tikið fyri givið, eru nú fyri hóttafalli.
Vit mugu saman við okkara sameindu og samsintu byggja ein brimgarð, so aldurnar úr Russlandi ikki skola inn yvir okkum.
Ein fortreyt fyri at kunna taka ábyrgd og fyri at hava ávirkan í samstarvinum við aðrar tjóðir, er at vit verða javnsett við tær.
Eins og Elias onki megnar einsamallur á hondbóltsvøllinum, megna vit í Tjóðveldi heldur ikki at skipa okkum sum sjálvstøðug tjóð einsamøll.
Í alt ov langa tíð hevur kjakið um einar sjálvstøðugar Føroyar verið merkt av innanhýsis stríði. Av polarisering. Millum fólk og millum flokkar.
Kanska tíðin er komin at veittra við hvíta flagginum? At søkja samstarvið? At manna liðið?
Vit hava tørv á fleiri leikarum. Frá øðrum flokkum. So vit kunnu møta við sterkastu uppstilling.
Tað er farið at vára. Tað sprettir á hvørjari ong.
Vónandi er væl sáað.
Túsund takk til Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið fyri at skipa fyri hesum flaggdagshaldinum – og takk fyri møguleikan at bera fram nakrar tankar hendan fagra dag.
Eg fari at enda við somu orðum, sum Hans Andreas Djurhuus gjørdi í røðu síni fyri Merkinum ólavsøkudag í 1931.
“Sjá tú blánar sum loftið, og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Tú ert Føroya merki”
Takk fyri – og góðan flaggdag!