Loysing ella reyð-grønir aktivistar?
Seinastu dagarnar hava ákoyringar verið á Tjóðveldi, at flokkurin ikki hugsar um loysing longur, men bara er blivin ein samling av reyð-grønum aktivistum.
Tað er ávugaverdur retorikkur. Tað verður sagt at loysing ikki er málið longur. Tað er púrasta skeivt. Øll, sum eru partur av Tjóðveldi, arbeiða saman, fyri at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land. Tað er málið. Samstundis arbeiða vit við øðrum málum, so sum skynsamari fíggjarstýring, bústaðarpolitikki, sosialpolitikki, heilsupolitikki, umhvørvispolitikki og so mongum øðrum.
Ein hvør flokkur, ið ynskir at stýra landinum, má hava eitt boð upp á ymiskan politikk. Serliga ein flokkur, sum harafturat vil, at Føroyar gerast ein statur.
Loysingarpolitikkur er at gerast meira sjálvbjargin, at gerast leys av blokkinum, at yvirtaka málsøki, at fáa neyðugar lógarheimildir og uttanríkispoltiskar heimildar, men spyrt tú meg, so er tað sanniliga eisini at skipa okkara samfelag rættvíst. At tryggja, at vit taka okkum av hvørjum øðrum. At tað ber til at seta búgv í Føroyum.
Tá ið tað so er sagt, so hava hesi síðstu tvey árini ikki verið úrslitaleys, tá ið talan er um fet nærri sjálvstøðugu Føroyum:
– Vit hava yvirtikið sjórættin
– Vit hava yvirtikið vitaverkini
– Vit hava yvirtikið farsóttarlógina
– Vit eru farin undir at yvirtaka loftrúmið
– Vit eru farin undir at fyrireika yvirtøku av landslæknaembætinum
– Vit lækka blokkin við 25 mió um árum. 100 mió eftir einum valskeiði.
Tað er langt síðani, at nøkur samgonga hevur framt so mong loysingarmál – og upp á so stutta tíð.
Komandi málini mugu vera at fáa yvirtikið løgregluna, kriminalforsorgina og rættarskipanina. Tað er ein yvirtøka, ið hevur stóran týdning fyri at skipa Føroyar sum ein stat og fyri at hava eitt javnt og tríbýtt býti av valdinum í Føroyum.
So nei, Tjóðveldi hevur ikki lagt loysingina á hillina. Vit arbeiða hvønn dag fram ímóti at gerast ein statur, og vit arbeiða hvønn dag við at byggja tað landið, sum staturin Føroyar skal