Lýsing

Tí stilli eg upp til Tórshavnar býráð

Eftir at havi verið burtur frá býráðspolitikki í mong ár, bjóði meg aftur fram sum valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar býráð.

Eg stilli upp, tí eg kann ikki longur vera vitni til hvussu kommunan verður stýrd. Í býráðnum hendir alt ov nógv, sum ikki eigur at henda, og gjøgnumskygni haltar. Vit vita ikki hvat og hví, fara at gita, og fólk gerast óunnilig við politisku skipanina. Stórar verkætlanir verða skundaðar ígjøgnum uttan at neyðugu fyrilitini eru tikin við. Hoyringar verða sæddar sum formalia, og ikki sum nakað, ið skal kunna broyta ella tillaga longu tiknar avgerðir.

Vit mugu tíverri ov ofta ásanna, at hastverk er lastverk.

Eisini stilli eg upp, tí at vit hava brúk fyri politikarum, sum taka mongu avbjóðingarnar á m.a.  dagstovna- og eldraøkinum í álvara. Fyri ikki at tala um avbjóðingarnar á umhvørvisøkinum, har stór tøk skulu takast. Og er tað ikki púrasta burturvið, at kloakkirnar dálka okkara fjøru og strendur, so at tað er heilsuskaðiligt at spæla og svimja?

Eg bjóði meg fram á Tjóðveldislistanum, at vera við til at venda gongdini, so at vit aftur fáa álit á Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar kommuna skal vera ein fyrimynd, og trivnaðurin skal vera í hásæti.

Vit eru ein tjóð, sum á hvørjum ári bløðir stóran part av ungdóminum burtur, umframt at burðartalið lækkar. Samstundis vantar vinnuni arbeiðsmegi. Tað er tí av alstórum týdningi, at vit fáa tey ungu heim aftur eftir loknan lestur. Hetta krevur, at vit eru eitt samfelag, ið kann taka ímóti og bjóða teimum ungu góðar umstøður at koma heimaftur til.

Tað snýr seg eisini um at gera umstøðurnar fyri lestrarlívi eins gott her heima, sum tað er hjá teimum, ið fara út í heim. Havnin er ein universitetsbýur, og kommunan hevur stóra ábyrgd at skapa karmar fyri trivnaði og lestrarumhvørvi. Fyrst av øllum við at byggja lestraríbúðir, ið eisini lætta um trýstið á bústaðarmarknaðinum sum heild.

Fjølbroyttir bústaðarmøguleikar, grøn uppihaldsøki, reint umhvørvi, góðir dagstovnar, fólkaskúli, frítíðarmøguleikar og mentanartilboð er alt viðvirkandi fyri hvar tú velur at búseta teg. Tí er tað eisini vinnumenning at raðfesta grundleggjandi tænastur og trivnað.

Vit hava ábyrgd at taka øll neyðug stig fyri at venda gongdini, og hesum vil eg fegin vera við til at virka fyri, og eg trúgvi, at við miðvísum politikki og góðum raðfestingum, ber hetta til.

Hildur Eyðunsdóttir

Valevni fyri Tjóðveldi til Tósrhavnar býráð

Deil hesa grein umvegis
468 ad