Lýsing

Tjóðveldi ynskir øllum gott nýggjár

Vit í tjóðveldi ynskja øllum gott nýggjár og blíðan byr í komandi tíðum. Vit takka av hjarta øllum limum, samstarvsfelagum og øllum Føroya fólki fyri farna árið.

Ymiskt er sum lív og lagna leggur leiðina. Vit vita, at tað hevur verið tungt hjá mongum seinasta árið. Høgir prísir og bústaðarstøðan hava ávirkað nógv fólk. Tíbetur sær ljósari út nú, men enn eru vit langt frá at kunna siga at hesar avbjóðingar eru loystar. Tað verður millum okkara høvuðsmál at finna loysnir á hesum nú vit fara inn í seinnu samgonguhálvu. Og vit hava góðar vónir.

 

Flokkurin er limirnir

Tjóðveldi er ein hópur av góðum fólki, sum áhaldandi stríðast fyri góðum korum fyri okkara fólk, og okkara kæra land. Í økisfeløgum, í kommunum, í Unga Tjóðveldið, í aðalstjórnini, á Løgtingið og í landsstýrinum, og ikki minst millum okkara grasrøtur eru vit vónrík um framtíðina. Vit eru signað við stórum ríkidømi og dugnaligum eldhugaðum fólki. Tí hava vit allar fortreytir at skapa eitt enn betri samfelag.

Tað er hent nógv í flokkinum í heyst og í vetur. Í løtuni arbeiða vit miðvíst við hvussu vit leggja komandi tíðina og politikkin tilrættis. Tað verður eisini arbeitt á øllum mótum at fáa dagførdu stevnumiðini liðug.

Arbeiðið at fyrireika okkara árliga Floksting, sum verður í Norðoyggjum, er farið í gongd. Dagfestingin verður kunngjørd, tá aðalstjórnin hevur verið saman seinni í januar.

Tað liggur okkum á hjarta at samstarva væl við okkara limir í økisfeløgunum, og at vit saman fáa enn fleiri limir í Tjóðveldi.
Vit hava m.a. tørv á at gera íløgur í ungdóm, trivnað og fólkavøkstur. Vit hava tørv á at vaksa sum flokkur soleiðis, at vit kunnu náa okkara málum, sum eru tær frælsu og samhaldsføstu Føroyar. Við orku og áræði fara vit inn í komandi ár og taka ábyrgdina á okkum at fremja okkara mál í verki.

Við tjóðveldiskvøðu

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad