Góðu floksfelagar
Sum tit øll vita hevur politiska støðan verið og er helst enn, tá ið tit lesa hesar reglur, heldur fløkt og nevndin hevur við hesum í huga skipað soleiðis fyri, at løgtingsumboð floksins í Suðurstreymoy møta á fundin til at greiða tykkum frá politisku støðuni og útlitunum frameftir.
Nevndin heitir staðiliga á tykkum, felagslimirnar í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, at fjølmenna á uppstillingarfundin tann 27. apríl. Havið í huga, at bert við at møta upp kunnu tit gera ávirkan tykkara galdandi.
Nú er brúk fyri øllum tjóðveldishugaðum sum ongantíð fyrr.
Komið gerið tykkara til at fáa ein sterkan lista til løgtingsvalið.
Vegna nevndina
Carl Jóhan Jensen
Formaður