Lýsing

Manshondbóltslandsliðið slept uppá fjall?

• Hvør er ítróttarpolitikkur landsstýrisins viðvíkjandi landsliðsluttøku í altjóða kappingum, eitt nú í EM- og HM-kappingum, í hesum førinum serliga í mun til hondbólt?

 

• Hvønn týdning heldur landsstýrismaðurin tað hava fyri føroyskar ungdómar og Føroyar sum tjóð, at vit luttaka í altjóða kappingum, eisini í hondbólti?

 

• Nú tað er greitt, at landsliðið í manshondbólti, orsakað av fíggjarligum orsøkum, ikki fær luttikið í EM-undankappingini til leikirnar í 2012, hevur landsstýrið/landsstýrismaðurin tá nakrar ætlanir um at gera tað fíggjarliga møguligt hjá Hondbóltssambandi Føroya frameftir, at luttaka í øllum teimum kappingum, sum í minsta lagi vera hildnar neyðugar at luttaka í, fyri at menna okkara bestu hondbóltsleikarar og fyri at umboða tjóðina ímillum aðrar tjóðir í hesi ítrótt?

 

Viðmerkingar:

Fyri fáum døgum síðani gjørdist Frakland europeiskur meistari í hondbólti. Mangir føroyingar hava fylgt hesum leikunum, og kemst hetta serliga av tí, at fleiri norðurlond tóku lut í kappingini. At íslendingar megnaðu at hótta teir fremstu í Europa og í heiminum, og umsíðir gjørdust bronsuvinnarar, er eitt prógv um, at lutfalsliga smá lond, eisini í liðítrótt, hava møguleika fyri at gera vart við seg av álvara.

 

Føroyskur landsliðshondbóltur hjá monnum hevði eitt frálíkt tíðarskeið í sjeytiárunum í hinari øldini. Klimaksið mundi vera luttøkan í C-HM í 1980, sum varð fyriskipað og avgreitt í Føroyum. Eftir tað kom stígur í av ymiskum orsøkum. Hesi seinru árini er tað tó eydnast HSF og formanni tess, Kristiani Johansen, at fáa glið á landsliðshondbóltin aftur, og hevur hetta verið til stóra menning fyri okkara ungu leikarar. Skal tað eydnast at dygdarmenna føroyskan hondbólt, er landsliðið eitt krav. Bara meldurin í altjóða kappingum megnar at hála okkum upp úr støðinum í heimligu kappingini. Alternativið er ein kollektiv demotivering til ítróttina.

 

Peningur skal til slíka luttøku. Í Dimmalætting týskvøldið hin 2. februar 2010 staðfestir formaðurin í HSF, at Føroyar ikki eru meldaðar til undankappingina til EM-2012, og orsøkin er heilt einfalt hon, at felagsskapurin ikki hevur ráðini til tað. Viðvíkjandi almennum stuðli til ítrótt er støðan hon, at landsstýrið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010 hevði skorið upphæddina til Ítróttarsamband Føroya við einari millión krónum. Úr 7,150 mió. kr. niður í 6,150 mió. kr. Hetta svarar til, at Fótbóltssambandið hevur mist tann stuðulin, á eina millión krónur, ið frá byrjan varð ætlaður sum katalysator í landsliðsarbeiðnum, sum í mong ár hevur verið fótbóltinum til mikið gagns og tjóðini til stóran heiður. Ístaðin fyri at strika upphæddina, átti landsstýrið at brúkt peningin, ella partar av honum, til aðrar ítróttargreinar, eitt nú hondbólt. Ein ítrótt, sum heldur ikki hevur somu inntøkumøguleikar sum eitt nú fótbólturin.

 

Flestu lond við virðing fyri sær sjálvum taka ikki peningalig atlit, táið tað ræður um, at ungdómar teirra skulu luttaka í altjóða kappingum. Brøður okkara í útnorði, Ísland, liggur búskaparliga í andaleypi, teir eru í grundini á ørmundarhúsi, men hetta broytir ikki teirra raðfestingar, táið tað ræður um luttøku teirra í m.a altjóða hondbóltskappingum. Mánadagin hin 1. februar 2010 skrivar Morgunblaðið í grein soleiðis. “Ríkisstjórnin styður landsliðið í handbolta um tíu milljónir króna til tátttøku í HM í Svítjóð á næsta ári. Tetta kom fram í heillaóskaskeyti sem Jóhanna Sigurðardóttir forsætisráðherra sendi íslenska landsliðinu í handbolta í gær tegar bronsverðlaunin á EM-mótinu voru í høfn í Austurríki. “Árangur ykkar er kærkomin upplyfting á erfiðum tímum,” sagði Jóhanna sem bætti við að á fundi Sóknaráætlunar 20/20 hefði hún sagt að við ættum sem tjóð að taka okkur landsliðið til fyrimyndar.”

 

t = thorn

 

Glyvrum, 03. februar 2010

Tórbjørn Jacobsen

 

Tórbjørn Jacobsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad