Náttúru- og umhvørvispolitikkur • Orkupolitikkur • Grøna gullið
Føroyar eru vælsignaðar við ríkari og fjølbroyttari náttúru og orkumøguleikum. Fá lond í heiminum munnu vera so nær knýtt at náttúruni í flest øllum lívs- og samfelagslutum. Ein væl vard náttúra við lívfrøðiligum margfeldi, við heilsugóðari og reinari náttúru og við vøkrum landsløgum er ein fyritreyt, bæði fyri framhaldandi trivnaði hjá teimum, sum her búgva og fara at búgva, og eitt sterkt kort fyri vinnuna, eitt nú ferðavinnu, fiskivinnu, alivinnu og landbúnað.
Føroyar eiga at ganga undan sum ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi við innanhýsis átøkum og í altjóða samstarvi og krøvum.
Málið hjá okkum er, at Føroyar skulu gerast best røkta land í heiminum, har øll kenna ábyrgd fyri umhvørvinum – frá einstaklingi og húskjum til vinnu, kommunur og landsmyndugleikar.
Náttúru- og umhvørvispolitikkur
Náttúran er viðbrekin, og í fleiri lutum er komið at mørkum. Fleiri fiskastovnar hava ilt við at endurnýggja seg, og stór øki á landi eru um at gerast oyðimerkur. Lítið verður gjørt fyri at verja lívfrøðiliga margfeldið, og nógvastaðni eru vøtn og áir dálkað. Tørvur er á skipaðum viðurskiftum og krøvum til, hvat kann innflytast av vandamiklum evnum, og á neyvum eftirliti við dálking frá hesum evnum. Náttúran verður ikki vard við føgrum orðum, og alneyðugt er at skipa náttúruverndina og umhvørvispolitikkin í Føroyum betri og greiðari.
Tjóðveldi vil
- Skráseting, áseting og átøk um lívfrøðiligt margfeldni sambært altjóða avtalum.
- Eina nýggja, framkomna lóggávu um náttúruvernd og náttúrufriðing.
- Havumhvørvislógin og tilbúgvingin at fyribyrgja dálking skulu styrkjast – eisini við altjóða avtalum.
- Tað skal kosta at dálka til tess at fyribyrgja dálking.
- Øll virki skulu vera fevnd av lóggávu um dálkandi virksemi.
- Ein fullfíggjað lendisskrá og lendisætlan skulu gerast fyri Føroyar.
- Serstøk lendisnevnd, sum grundar sína metingar á árinskanningar, skal góðkenna allar lendisbroytingar uttangarðs, útstykkingar, vegagerð, bygging, velting o.a..
- Eggjast skal til vistfrøðiliga landbúnaðarframleiðslu av smakkgóðum dygdarvørum.
- Reglur fyri koyring við lendisakførum í haga skulu gerast og serstøk loyvi til koyring latast.
- Virkast skal fyri at avmarka seyðabit og fyribyrgja jarðriv í viðbreknum hagalendi.
- Skipanir at skilja rusk, rotleypar at gera mold og endurnýtsla av lívrunnum burturkasti eiga at stuðlast kring alt landið.
- Lokal tiltøk við orkusparing, upplýsing og fríðkan skulu stuðlast.
- Fyribyrgja, at kemisk evni verða nýtt, sum kunnu oyða livandi verur á sjógvi og landi.
- Sett verður í verk greið kemikaliulóggáva.
- Almennir myndugleikar, stovnar og privata vinnan eiga at gera “grønar roknskapir,” har umhvørvisúrslit verða grannskoðað ár um ár.
Orkupolitikkur – grøna gullið
Føroyar hava sera góðar náttúrugivnar fyritreytir at menna varandi orkukeldur, sum umframt fossamegi og vindorku fevnir um sjóvarfalsorku, alduorku, jarðhita, biogass, sólarorku o.a.
At gera Føroyar leysar av oljuni og sjálvveitandi við grønari orku telist millum størstu avbjóðingar í tí at framtíðartryggja búskapin. Somuleiðis eiga vit í altjóða høpi at vísa ábyrgd og luttaka í felags stríðnum at fyribyrgja veðurlagsbroytingunum. Búskaparmenning okkara eigur tí at vera bygd á grøna orku.
Fyri vinnuna er tað ein kappingarfyrimunur at kunna skjalprógva, at okkara fiskiveiða og vinna á landi er orkueffektiv og ikki lata út meira koltvísúrni, CO2, enn hægst neyðugt.
Avmarkað er, hvussu nógv vatnorkan/fossamegin kann útbyggjast uttan at skaða náttúruna. Tí skal ein greiður menningarpolitikkur fyri aðrar varandi orkukeldur vera millum fremstu raðfestingar okkara. Í øllum lutum skulu neyðug atlit at náttúruvernd verða tikin.
Tjóðveldi vil
- Samskipa orkuøkið í landsfyrisitingini.
- Tryggja landsætlan og samstarv við høvuðselveitaran, SEV, so útbyggingar kunnu fremjast skjótt og effektivt.
- Samtykkja eina miðvísa ætlan fyri menning av varandi orkukeldum.
- Seta ferð á menningina av snildneti, smartgrid, so til ber at príssundurgreina fyri at stýra nýtslu og prísum.
- Allir almennir nýbygningar skulu vera mest møguliga orkusparandi og hitast við grønari orku.
- At orkusparingarætlan verður gjørd fyri allar almennar bygningar.
- Á fíggjarlóg landsins seta av munandi upphæddir at menna varandi orkukeldur og bjálva almennar bygningar.
- Umleggja almennar stuðulsskipanir, so tær eggja húsarhaldunum og vinnuni at spara orku og at gera íløgur í grøna hitaskipan til hús og bygningar.
- Stimbra vinnumenning innan grøna orku.
- Menna orkuútbúgvingar á Setrinum.
- Føroyar luttaka sjálvstøðugt og virkið í teirri gransking, teimum samstørvum og altjóða avtalum, sum verða gjørd millum londini um veðurlagspolitikk, minking av útláti av veðurlagsgassum og menningini av varandi orkukeldum.
- Gera okkum til áhugaverdar orkusamstarvspartnarar, har Føroyar eisini kunnu virka sum royndarøki fyri nýggjar skipanir.
- Gera skipanir, sum eggja skipum at gera íløgur í orkusparandi reiðskap og grønar orkuskipanir.
- Almenn ráðgeving um grønar orkuskipanir og bjálving skal setast á stovn.
- Lág avgjøld á el- og kombibilar skulu eggja til grøna bilnýtslu.