Uttanríkispolitikkur og fullveldi • Ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi • Samgonga í Norðuratlantshavi • Norðurlendskt samstarv • Evropapolitikkur • Altjóða samstarv • Menningarsamstarv • Trygdar- og verjumál
Uttanríkispolitikkur og fullveldi
Tjóðveldi byggir á altjóða hugsjón og á víðfevnt altjóða samstarv. Ein av fremstu lyklunum til at skapa menning, kappingarføri, inntøkuvøkstur og vælferð er altjóða samstarv, ið vit vinna okkum sum sjálvstøðug tjóð. Fullveldi hjá føroysku tjóðini er fortreytin fyri at vinna Føroyum beinleiðis samband við allan heim og altjóða felagsskapir.
Ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi
Føroyar liggja í miðjum Norðuratlantshavi. Ikki sum ein útjaðari, men sum ein miðdepil í einum øki, ið er millum heimsins ríkastu, tá ræður um náttúrutilfeingi og orku. Vit hava bæði livandi og varandi tilfeingi og haraftrat ráevni, ið ikki endurnýggja seg.
Stórveldir, lond og altjóða fyritøkur eru farin at geva Norðuratlantshavi og arktiska økinum alt størri gætur. Veðurlagsbroytingar, tørvurin á ráevnum og nýggjar siglingarleiðir norður um Norðpólin gera hetta stóra økið á jarðarknøttinum til eitt tað týdningarmesta í heiminum komandi árini. Hetta gevur Føroyum nýggjar møguleikar, men eisini stórar avbjóðingar, ið krevja miðvíst altjóða samstarv. Tjóðirnar í Norðuratlantshavi og artktiska økinum skulu sjálvar stýra og taka ábyrgd av gongdini.
Tjóðveldi vil
- Føroyar skulu gerast ein grønur tilfeingismiðdepil í Norðuratlantshavi, sum saman við grannatjóðum okkara megnar at umsita tað ovurstóra náttúrutilfeingið, ið er okkara, burðardygt, og sum megnar at gagnnýta og leggja um til varandi orkukeldur.
Samgonga í Norðuratlantshavi
Fremstu samstarvsfelagar í føroyska uttanríkispolitikkinum eru útnorðurlondini Ísland og Grønland. Hóast Noreg higartil hevur kastað saman við ES í týdningarmiklum málum fyri Norðuratlantshav, eiga vit støðugt at miða ímóti at skipa eina Norðuratlantssamgongu millum Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg.
Skotland tekur í løtuni eisini stig til at gerast sjálvstøðugt land, og tað gevur møguleika fyri, at øll okkara næstu grannalond kunnu gerast partur av eini norðuratlantssamgongu, sum tekur ábyrgd og ræði á øllum Norðuratlantshavi og arktiska økinum.
Henda nýggja Norðuratlantssamgongan skal m.a. samstarva um:
- Fríhandil
- Trygdarpolitikk og verjumál
- Sivila tilbúgving
- Umhvørvistilbúgving
- Eftirlit við sjó- og loftøki
- Skipatrygd
- Avtalur um tilfeingisumsiting og gransking í okkara tilfeingi
- Útbúgving og gransking
- Heilsumál
- Orkumál
- Ferðslu
- Samskiftiskervi og íløgur í sambond við meginlondini kring okkum.
Norðurlandasamstarv
Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í øllum norðurlendskum avtalum og í Norðurlandaráðnum og skulu ganga undan at styrkja tað felags norðurlendska samstarvið. Samstarvið skal støðugt víðkast til at fevna um:
- Uttanríkis- og verjupolitikk.
- Fíggjarmál og eftirlit við fíggjarstovnum.
- Rættindi hjá norðurlendskum borgarum og vinnu at virka frítt í Norðurlondum.
Evropapolitikkur
Tjóðveldi leggur dent á limaskap í felagsskapum og samstørvum, ið tryggja smátjóðum fólkaræðisliga ávirkan og rættin at stjórna egnum tilfeingi. Tjóðveldi tekur tí ikki undir við at Føroyar gerast limur í Evropeiska Samveldinum (ES).
Tjóðveldi vil
- Føroyar gerast limur í EFTA og eini EBS-líknandi skipan og á tann hátt fáa skipaða atgongd til ES-marknaðin og til útbúgvingar-, granskingar, og mentanarsamstarvið í Evropasamveldinum.
- Føroyar fáa við EFTA-limaskapi atgongd til eina røð av fríhandilssáttmálum millum EFTA og meira enn 50 lond kring heimin.
Altjóða samstarv
Vit gerast sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum og tess stovnum og øðrum mannarættindafelagsskapum og fylgja í okkara egnu lógum og sáttmálum fremstu altjóða krøvum.
Tjóðveldi vil
- Føroyar gerast limaland í Sameindu Tjóðum, ST, og tess stovnum.
- Føroyar menna beinleiðis samstarv við so nógvar tjóðir sum gjørligt – mentanarliga, politiskt og búskaparliga.
- Føroyar skulu leggja dent á at tryggja mannarættindi og rættindi hjá føroysku tjóðini og øðrum tjóðum og samfelagsbólkum í heiminum.
- Føroyar virka miðvíst fyri altjóða reglum og samstarvi um havrætt, havumhvørvisvernd og burðardygga tilfeingisnýtslu.
- Føroyar stovna sendistovur í útvaldum londum og samstarva annars við Norðurlond um uttanlandsumboðan. Konslar verða settir í øðrum londum.
- Føroyar taka lut í samstarvi við aðrar smátjóðir kring allan heim.
- Føroyar fáa limaskap og virka í altjóða felagsskapum av týdningi fyri vinnu, mentan, útbúgving, gransking og altjóða virkisføri føroyinga.
- Menningarsamstarv
- Føroyar skulu stigvíst røkka málunum hjá ST um, at í minsta lagi 1% av bruttotjóðarúrtøkuni skal nýtast til altjóða menningarsamstarv.
Trygdar- og verjumál
Føroyingar eiga sum sjálvstøðug tjóð at velja og finna sín leiklut í verjuskipanini og valdsjavnvágini í Norðuratlantshavi.
Tjóðveldi vil
- Føroyar virka fyri friði og hernaðarligari avdubbing í heiminum.
- Føroyar og Norðuratlantshav skulu vera kjarnorkufrítt øki og hvørki hava hermegi ella herstøðir.
- Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi viðvíkjandi sivilari tilbúgving, trygd á sjónum og umhvørvistilbúgving.
- Føroyar taka upp beinleiðis samband við síni grannalond og við NATO til tess at gera avtalu um skipanina av verjumálum.
- Møguligar bindingar í verjupolitiskum spurningum skulu gerast av við fólkaatkvøðu.
(Mynd frá Norðurlandaráðsfundi í Stockhólmi. Myndaeigari: Norðurlendska Ráðharraráðið)