Lýsing

Flaggdagsrøðan hjá Jákup av Skarði

Soleiðis fullu mær orðini – dagin eftir at heitt var á meg at bera fram røðu á flaggdegnum í ár.
 
Hetta er avbjóðing, ið eg ikki roknaði við at fáa – men eg vóni, at eg kann liva upp til tær væntanir mær eru settar.
 
Stuttligt, at málið og orðingarnar broytast til slíkt høvið og hugaligt at fáa hendan møguleika at leggja hugleiðingar fram fyri tykkum øllum.
 
Ymsir vinklar eru at hugleiða út frá, nú eg standi her – og vónandi fara vit hiðani glað, løtt í huga og kanska við nøkrum spurningum, ið bera okkum fram.
 
Merkið fevnir okkum øll. Allar føroyingar, heima og úti, eins væl og Merkið eisini rúmar gestum okkara og fremmandum, ið flutt eru til Føroya. 
 
Vit rópa eftir at fáa ungu og útlærdu føroyingarnar aftur til Føroya. Samstundis standa vit lutvíst opin fyri at taka ímóti øðrum, men bert lutvíst, tí vit skulu enn spyrja danir um loyvi at lata onnur seta búgv í landi okkara. 
 
Eg vóni, at vit um ikki ov langa tíð, sjálv eiga rættin at avgera, hvørji fólk búgva í og mynda Føroyar. Sjálvsagt eru avmarkingar, hvussu mong og hvussu nógvar útbúgvingar rúmast í Føroyum. Lat okkum finna okkara ”nichur” og lat okkum seta okkara karmar upp fyri møguleikunum, vit hugsa Føroyar rúma og menna okkum øll frameftir.
 
Merkið nýta vit at ”branda” Føroyar, og tí eiga vit at hugsa okkum væl um, hvussu og í hvørjum høpi vit nýta Merkið. Vit mugu við Merkinum á odda svara fyri tí landi, Merkið umboðar. 
Merkið sæst á hátíðardøgum og sorgardøgum. Merkið fylgir okkum allar dagar og setir sín fjálgandi dám á mong høvi og til alskyns tiltøk. Tí eiga vit at virða og verða góð við Merkið.
 
Eg hugsi, at vit kunnu virða Merkið, við at vit taka tað fram í ymsum høpi – eisini í skúla. Vit kunnu leggja dent á, at flaggsangurin ikki bert verður sungin í dag, men eisini til morgunsang. Vit kunnu eisini lata Merkið verða náttúrligan part í skúlagongdini, har vit taka tað inn í støddfrøðina – við øllum vinklum, víddum og lutfalli, ið roknast kunnu. Samstundis eiga vit eisini at hugsa tvørgreinaliga, inn í søguna og litlæruna. 
 
Men – eins og so mangt innan skúlans gátt – mugu vit stuðla undir, at foreldur og samfelag sum heild eisini taka hendan partin til sín. Børnini eru lærarum til láns nakrar løtur í skúlanum. Men foreldrini eiga børnini og eiga sín part í lærdóminum, ynskiligur er at bera næsta ættarliðnum. 
 
Mær rann hugskot í huga, herfyri, tá ið eg umrøddi við lærara um hendan tjansin eg hevði fingið. Fyrsta hon nevndi var, at í lítlari bygd stóðu flaggstengurnar so vakrar á rað og tað setti serligan dám at síggja Merkini veitra mestsum lið um lið. 
 
Nógv seta myndir út um føstulávint og grillveitslur. Hugaligt hevði verið at sæð myndir av grannaløgum, prýdd við Merkinum, í ymsum støddum á flaggdegi og øðrum merkisdøgum.
 
Eg hugsi ikki, at vit skulu nýta henda vakra dúk til klædnaprýði av ymsum slag, men lat okkum taka dúkin og krossmerkið fram, har tað hóskar, prýðir og hugnar.
Í sanginum ”Eg var mær og vitjaði bróður” – sum Símun av Skarði yrkti –, endar fjórða ørindi soleiðis:
 
”Kæri bróðir mín, legg tær í minni,
av vit sjálv eiga lívsneistar øll;
at tað verður eitt bál,
um at hvør mannasál
leggur sín neista til hin sama eld.”
 
Onkuntíð eri eg ørkymlaður av tí atburði, okkara ráðandi hava til veik og eldri í samfelagi okkara. Hugsi eisini, at hugburðurin til vanliga fólkið er ikki virðiligur. Onkuntíð hugsi eg, at nú er ovboðið. Tá kunnu tankarnir detta aftur á ynski, at vit finna saman í eitt harmoniskt samfelag, har vit stuðla hvørjum øðrum, heldur enn at hvør einstakur skavar til sín. 
 
Stættarmunur er í Føroyum, men til slíka løtu sum hesa, standa allir bólkar saman, og eg hugsi, at hesir lívsneistar eiga at finna saman at lýsa upp, hvussu vit ynskja at hetta landið skal verða. Tað kann ikki vera rætt, at vit sita hendur í favn og tigandi bíða eftir, at samgongan situr valskeiðið út. 
 
Onkur gleps eru í bløðunum, okkurt prýði á Tinghúsvøllinum og einaferð var grýtuloks-larmur uttan fyri Tingið. Men! Eg setti mína vón til, at mótmælið í Gamla Kommunuskúlagarðinum skuldi verða startskotið til ein riðil av mótmælum. Kanska ikki til uppreistur, men tó so, nakað í tann stíl. 
 
Eg hugsaði, at hetta kundi verða byrjanin til eina røð av felags tiltøkum, har vit – føroyingar, og tað, ið politikkarin fyrst hugsar um ”stemmarar” – onkursvegna gjørdu okkara til, at landsins kosnu fólk funnu aftur á slóðina, hvørjar Føroyar, ið Merkið eigur at umboðað.
Veturin er tíbetur farin afturum og facebook hevur longu fleiri ferðir víst myndir av einum grønkandi Føroyum. Fermingarnar kring landið hava eisini hugna. Hugaligt er at síggja hesi vøkru ungu, ið lívinum er lagað at verða framtíð Føroya – hesi skulu mynda tað land, ið Merkið umboðar frameftir. Vit vita, at árstíðirnar hava ymisk tilboð og ymsar avbjóðingar. Latum okkum njóta hvørja løtu.
 
Heitið ”Eg var mær og vitjaði bróður”, fekk heilt aðrar tankar í gongd, nú vit um páskirnar enn einafer kundu fylgja kjakinum um samferðslu millum oyggjarnar. 
 
Enn eru Føroyar ríkaðar við oyggjum, har fólk búleikast, ið ikki hava vegasamband. Tað hevur verið umrøtt ofta, at sjálvsagt skulu ferjurnar sigla allar dagar í árinum. Men nú so stórur partur er knýttur í veganet, tykist at orðaskiftið um siglingina høgtíðsdagar og undir verkfalli, missir slagkraft.
 
At ávisar kommunur samstarva um siglingina, kann vísa á uppbyggjandi samanhald millum kommunur, men vón mín er tó enn, at politikkarar finna felags stev og tryggja oyggjunum góða samferðslu, tó at tær ongantíð fáa vegsamband.
 
Úr seinna ørindinum í sanginum til flagg okkara – sum Hans Andreas Djurhuus yrkti –, havi eg tikið hesi orðini burturúr.
 
Tær báðar fyrstu reglurnar:
”Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;”
 
Og tær tríggjar seinastu:
”Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinnir av stað.”
 
Lat okkum eina løtu hugsa okkum, at vit standa saman – uttan stættarmun – og hyggja frameftir. Hvørjar eru Føroyar, ið vit ynskja Merkið skal umboðað? 
Tá ið vit hava sett okkum spurningin, eiga vit sjálvsagt eisini at spyrja okkum sjálvi: Hvat kann EG gera til, at Merkið umboðar mínar ynskiligu Føroyar?
 
Tað er einki forgjørt í, at vit skjóta ein part yvir á landsins kosnu kvinnur og menn. Tað er heldur einki forgjørt í, at vit av og á minna tey á, hvussu vit hugsa Føroyar. Men! Vit mugu eisini av og á, taka í egnan barm, heldur enn at seta okkum við beinunum hægst og bíða eftir nýggjum valskeiði.
 
Hugsi tað er hóskandi at enda við hesum orðunum langabbi skrivaði:
 
”So torir hon vága
– av Gudi væl skírd – 
at bera tað merkið,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar mítt land!”
 
Takk fyri meg 
og góðan flaggdag!
 

Jákup av Skarði

Deil hesa grein umvegis
468 ad