Lýsing

SSL – …endurtøka, gleðisróp og neyðarróp!

Tað er at gleðast um, at farleiðin til Skúvoyar nú er dagførd. Til lukku skúvoyingar! Spennandi verður at frætta, hvussu jaliga ávirkan hetta fær fyri oynna – bæði við atliti at búseting og vitjandi. 
 
Samstundis er vón mín, at SSL nú fær møguleika at hugsavna seg um dagføringina á Nólsoyarleiðini. Her hevur okkurt gleðisróp verið, men SSL sum almennur stovnur, er farin at líkjast politiskum útspælum í so nógv: Lovandi orð, men einki hendir!
 
Ferðaseðlaskipan
Góðu tit á SSL. Tá ið ferðaseðlaskipanin verður broytt (til tur/retur ferðaseðil), fari eg at endurtaka hetta uppskot/ynski: Lat manningina á dekkinum telja fólkini umborð, fyri síðani at lata portrið aftur, tá ið loyst verður. Lat so manningina fara upp í salongina, at selja ferðaseðlar, meðan siglt verður.
Avbjóðingin er ikki størri enn so. Tað er ikki neyðugt at seta ein mann til portrið og ein annan mann at selja ferðaseðlar. Tað besta í hesi skipan er, at loyst verður stundisliga, samstundis sum manning er millum ferðafólki, meðan siglt verður.
 
Nýggj ferja
Hugaligt hevði verið at fingið kunning um nýggju ferjuna til Nólsoyar. Nú tað er so langt fráliðið, er skjótt at illgita og stúra.
 
Ymsar myndir eru lagdar fram á arbeiðsfundum og almennum fundum, men onkur rødd er frammi, at tekingarnar eru broyttar øgilga nógv. Eru tær broyttar til bata, ella er bert talan um sparing – og møguliga sparing eftir reyv?
 
Hugaligt hevði verið at frætt um tíðarásetingina, serliga nú fíggjarlóg er til viðgerðar.
 
Við ynskjum um dagførda farleið til Nólsoyar
Jákup av Skarði
 

Jákup av Skarði

Deil hesa grein umvegis
468 ad