Langir fingrar á kommunukassatromini
Í røðuni sigur hann eisini: “Vit eiga at gera okkurt munagott fyri fólk við lágum og miðal inntøkum. Og ein gongd leið er at veita lág- og miðalløntum, støkum uppihaldarum og pensjónistum skattalætta.”
Sterki maðurin í heimastýrisstjórn landsins, Jørgen Niclasen, hevur róð framundir, at hesi orðini hjá løgmanni skulu skiljast soleiðis, at kommunurnar nú skulu leggja rygg til nýggjar skattalættar, ið fara at koma lág- og miðalløntum, støkum uppihaldarum og pensjónistum til góða. Akslasveinur hansara, Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólki Fólkafloksins, hevur í útvarpssamrøðum gjørt nýggju ætlanina meiri ítøkiliga. Skattalættin til tey múgvandi, sokallaði flatskatturin, varð fíggjaður við einum ráni, har skattingin av pensiónum varð framskundað, ein ágóði fluttur áratíggju aftur í tíð frá eftirkomarum okkara, heldur enn at fíggingin fanst í sjálvari skipanini, sum teir eru valdir at umsita, og nú lokumið brennur undir onkrum, og løgtingsval nærkast í stórum, eru áneyðir eisini á skattalættum til tey minni múgvandi. Ein landskassi, við kroniskum halli í fleiri hundrað millióna klassanum, og eini skjótt vaksandi milliarda skuld, kann ikki brúkast sum rambukkur í hesi ætlan, tí skulu kommunurnar nú spennast fyri skattalættaherðindini hjá samgongustjórn heimastýrisins. Einglarnir hjá Kaj Leo vilja okkum alt tað besta, sjálvandi treytað av, at onkur annar altíð ber fíggingina av teirra ovurhonds stóra gávuhugi. Sum ein kendur maður segði um ein føroyskan flokk: “Móðurland teirra er altíð har, sum pengarnir hjá hinum eru!”
Nógv hevur ígjøgnum árini verið tosað um kommunalt sjálvstýri. Um stabilar karmar í kommunala geiranum. Kommunurnar eru skipaðar sambært lógum og kunngerðum, ásettar av landsins myndugleikum, løgtingi og landsstýri. Fíggjarligu vánirnar og møguleikarnir eru sambært hesum knívskorið treytað av skattainntøkum frá borgarunum í økinum og partvíst frá vinnunar partafelagsskatti. Ein kommuna eigur ikki sama møguleikan sum løgtingið at lóggeva sær inntøkur, tá á stendur, møguleikin er heilt einfalt ikki til staðar. Nú havi eg sitið báðu megin markið og kann bara staðfesta, at hugburðurin í kommunala høpinum at fíggjarætla neyvt eftir kendu fyritreytunum, er nógv meiri tilvitaður enn hann er í landsins geira, har sum fleiri streingir eru at leika á.
Nú ætlanin er at gera eitt trivaligt alment rán í kommunalu kassunum aftur, er vert at hyggja nærri eftir, hvussu kommunala sjalvstýrið og stabilu karmarnir eru viðfarin av landsins myndugleikum hesi seinastu árini, ella rættari hvussu landsstýri og løgting, við lógini sum svørði, hava flutt egnar útreiðslur niður í kommunukassarnar, uttan at nøkur kompensatión er komin inn á inntøkurøkurnar ístaðin:
• Í 2001 var barnaansingin løgd til kommunurnar at røkja, eitt øki sum var heilt illa hagreitt av landsins myndugleikum, síðani hava kommunurnar í stóran mun fingið skil á økinum, við verkligum útbyggingum og starvsfólki, og meirkostnaðurin í mun til vanrøktina hjá landinum liggur allur eftir á útreiðslusíðuni hjá kommununum.
• Dagstovnalógin heimilar sum so bara kommununum at veita tilboð um ansing, hinvegin er hetta ikki ein kraváseting. Í 2003 var forsorgarlógin broytt. Broytta lógin hevði tað við sær, at kommunurnar frá árskiftinum 2002/2003 skuldu rinda landskassanum peningin aftur, sum foreldur fingu fyri vantandi barnaansing sambært forsorgarlógini. T.v.s., at sleppur tú ikki til arbeiðis vegna vantandi barnaansing, so hevur tú rætt til forsorg sambært lógini, men fram til 2003 var útreiðslan hildin av landinum, men síðani nýggju lógarásetingina hava kommunurnar fíggjað og borið hendan partin einsamallar.
• Í 2005 var stuðulsskipanin til fólkabókasøvn broytt. Stuðulin fór frá at vera ein lógarbundin játtan til at vera ein stuðulsjáttan, og stuðulin var eftir tað til eina og hvørja tíð treytaður av árligu játtanini á løgtingsins fíggjarlóg. Síðani hava kommunurnar fíggjað ein alsamt vaksandi part av bæði fólka- og skúlabókasøvnunum. Sama lagið ger seg galdandi viðvíkjandi Musikkskúlanum. Javnt og samt átaka kommunurnar á seg ein størri og størri part av fíggingini av hesum alneyðuga átaki, skulu tilboðini bara vera áleið nøktandi.
• Í 2009 var lutfallið av partafelagsskattinum broytt soleiðis, at landsmyndugleikin fekk ein størri part enn frammanundan, 70%, og kommunurnar sótu eftir við teimum resterandi 30%´unum.
• Í jólavikuni, rættari Tollaksmessudag, í 2011, framdi heimastýrisstjórnin eina trivaliga broyting í skattaviðurskiftunum hjá øllum føroyingum, verandi og óføddum. Tá samtykti ein meiriluti á Føroya løgtingi, at pensiónirnar hjá borgarum landsins skuldu skattast við inngjaldi heldur enn við útgjaldi, sum ásetingin var frammanundan. Hetta var fíggingin til skattalættan hjá teimum múgvandi. Frammanundan var støðan hon, at skattur av pensiónum var áleið javnt býttur ímillum land og kommunur, men hetta vambakastið hevði tað við sær, at allur skatturin av forskattingini fer beinleiðis niður í landskassan. Kommunurnar mistu á hesum altarinum einar hundrað – 100 – milliónir krónur.
• Í januar mánaði 2013 varð gjaldið fyri at senda børn á stovnar hjá landinum (sambært barnaverndarlógini) tvífaldað. Hetta hevði við sær eina útreiðsluøking hjá kommununum, sum svarar til áleið 4,5 milliónir krónur.
• Í ár hevur landsmyndugleikin samtykt, at barnatannrøktin skal fevna um børn upp til 18 ára aldur ístaðin fyri sum áður upp til 16 ára aldur. Hetta fer at kosta kommununum 2 milliónir krónur í eykaútreiðslum.
• Niðurlaðingin av rentustuðlinum kemur bara landinum til góðar. Kommununar partur stendur i stað, meðan landsins partur av stuðlinum minkar.
• Eykaskattirnir og tilfeingisgjøldini, løgd á alivinnuna og uppsjóvarvinnuna, regna sum øll vita bara niður í landskassan, og harvið minkar hetta um potentialið til tann partafelagsskattin, sum kommunurnar hóast alt eiga sín lógarásetta rætt til og part av – enn í hvussu er. Framvegis eru tað tó kommunurnar, sum skulu fíggja facilitetirnar og fyritreytirnar soleiðis, at vinnan kann trívast í lokaløkjunum.
• Dupultskattaavtalurnar, sum landið ger, har fólk gjalda skatt har tey arbeiða, ístaðin fyri har sum tey búgva, eru eisini atvoldin til lækkandi inntøkur. Sum áður sagt, kommunurnar eiga bara skattin sum inntøkumøguleika, meðan landið framhaldandi kann dúva uppá meirvirðisgjald og onnur avgjøld, tá hesar inntøkur annars fara í fíggjarliga umfarið í samfelagnum.
Hetta eru bara partar av tí, sum er hent á markinum ímillum teir báðar kassarnar í Føroyum, landskassan og kommunukassarnar. Løgtingið er hin sterkari parturin, kann í ringasta føri lóggeva kommunurnar burtur, men hevur í størri mun valt sær leiklutin at seigpína hendan geiran í hel. So mikið, at skjótt verða flestu kommunurnar í landinum ikki annað enn rakstrartaxametur, sum í stóran mun gjalda út sambært lógum og kunngerðum, ið tær onga ávirkan hava á, og fæ til íløgur, sum er menningar- og vaktrarpotentialið, er fánandi og um fá ár burtur í fíggjarætlanum teirra.
Øll taka undir við, at skattingin av hartvunnu lønarkrónunum tódnar, minkar, men hetta valfleski, við ongari fígging í egnum høpi, enn einaferð, er himinrópandi opportunt. Ongin eigur at gjalda meiri enn helvtina av inntøkuni í skatti, hvørt oyra omanfyri 50% í skatti er demotiverandi fyri arbeiðsstyrkina, líkamikið hvussu nógv hvør einstakur forvinnur, men hava vit ikki eina stigvaksandi skipan innanvert hesi mørk, so eiga vit heldur onki vælferðarsamfelag, tí lykilin til umfordeilingina er tá burturblivin.
Løgmaður, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen og apologetar teirra á tingi ætla nú at fara undir annað ránið, fyri at vera teir glaðu gevararnir, tá fólksins dómur aftur skal falla, í seinasta lagi um eitt trivaligt ár. Fyrra ránið kostaði teimum onki, teir funnu ikki eina krónu til ta gávuna í egnum regi, eftirkomarar okkara svíða ístaðin, og hetta ránið skal heldur ikki fíggjast av teimum sjálvum, teir leggja seg sum geykar niður í kommunukassarnar, har teir súgva manøvruførleikan hjá bý- og bygarráðum burtur í onki, – ella til tað at vera eitt rakstrartaxametur burturav.
Men kanska var hetta bert og blektað bluff, og nú kommunurnar rópa varskó, ja, so ber jú til á tí eina degi at koma við undanførsluni, tá tað kemur skarpskeringar, at vit vildu so gjarna geva, men tey sum manna bý- og bygdarráðini akslaðu ikki síni skinn við okkum, tí miseydnaðist royndin at geva føroyinginum enn eina stórfingna skattagávu. Vit fáa bara ongantíð at vita frá føroysku einglunum hjá James Madison og Kaj Leo, at tað altíð eru onnur, ið skulu gjalda fyri gávurnar, sum einglarnir á Tinganeshelluni og á Vaglinum so hjartaliga vilja geva okkum.
Vælsignaðir menn, latið kommunurnar fáa frið, í minsta lagi stabilar karmar, tí tær royna hóast alt at húsast so skilagott sum gjørligt eftir givnum fyritreytum. Vilja tit kortini varðveita hitt stóra hjartað, øgiligu umsorganina fyri øðrum og rúgvismikla gávumildni tykkara, farið so inn í hendan kolossala massan av fæi tit hava hjá tykkum, einar 5-6 milliardir krónur hvørt einasta ár, og finnið peningin sum skal til fyri at lætta um hjá fólki, eisini hjá teimum lægru stættunum, og skal tað gerast umvegis kommunuskattin, av tøkniligum orsøkum, finnið so kompensatiónina til kommunurnar inni hjá tykkum sjálvum, áðrenn tit fyritaka tykkum meiri í hesum málinum.
Landsins langu fingrar, sum nú hómast á kommunukassatromini, vera neyvan so klófastir sum áður, saðla tit ikki um og taka betri partar fyri tykkum í stundini. Einaferð fara tey rændu at hevja uggafjarðarnar, veri tit einglar landsins vísir í tí.