Lýsing

Sirið Stenberg

Ver vælkomin á mína síðu!

Míni hjartamál eru millum annað

Tað skal vera liviligt allastaðni í Føroyum, góð samferðsla er ein av grundarsteinunum undir hesum

Føroyska familjan skal hava betri livikor, kostnaðarstøðið er ov høgt og familjur eru í fátakraváða

Barnsburðarfarloyvi eigur at vera longt, og málið eigur at vera eitt ár

Almenna umsitingin eigur at vera endurskoða, og laga til føroysk viðurskifti so vit fáa føroyskar loysnir

Mannarættindi og barnarættindi skulu vera vird, og førd út í lívið

Fólkaskúlin og serøkið skal styrkjast so børnini fáa tað hjálp teimum tørvar

Eldrapolitikkur má orðast við støði í røktarheimsfyribyrging, heldur enn bara stóvnsbygging

Skattaskipanin skal vera samhaldsføst. Finnast má ein leistur har øll eru við til at gjalda

Partafelagslógin eigur at vera endurskoða

Vinnan skal hava karmar at virka undir um allar Føroya

Heilsuverkið eigur ikki at vera centralisera, men skal samstarva fyri at betra um tænastuna og raksturin

Kommunal útjavnan er ein fortreyt fyri at økir vera løgd út til kommununar at umsita

Fólkaræðisligar tilgongdir eru neyðugar í øllum lutum

Orku og umhvørvismál eiga at vera raðfest so vit m.a ikki eru so tengd at dyru oljuni

Fari at heita á teg um at stuðla mær so eg kann arbeiða víðari við hesum ætlanum, og arbeiða móti einum frælsum samhaldsføstum samfelag, har tað skal vera gott hjá okkum øllum at búgva.

Vinarliga
Sirið Stenberg, valevnið fyri Tjóðveldi

Sirid

Um meg

Navn: Sirið Stenberg
Føðingardagur: 26.05.68
Bústaður: Skálavegur 3, 900 Vágur
Maki: Jón Pauli Olsen
Børn: Tóra 15 ár, Fríði 13 ár, Ásgerð 5 ár
Foreldur: Ásgerð og Flemming Stenberg

Útbúgving

Sjúkrarøktarfrøðingur 1994 á Bispebjerg Hospital.
Neonatalur sjúkrarøktarfrøðingur  1998 á Hvidovre Hospital.
Heilsufrøðingur 2001 á Danmarks Sygeplejerskehøjskole.
Altjóða ráðgevi í bróstageving IBCLC 2005.
Varalimur í høvuðsbarnaverndini 2006-2009

Størv

Virkandi leiðari á Heilsuskúla Føroya frá nov. 2007.
Heilsufrøðingur í Suðuroynni frá 2001.
Heimasjúkrarøktarfrøðingur frá 1999 – 2002.
Sjúkrarøktarfrøðingur á Hvidovre Hospital.

Harumframt undirvísari á ymiskum deildum og skeiðshaldari, serliga við atliti til børn, barnakonur og eldraøkið.
Varalimur í Høvuðsbarnaverndini fyri Føroyar frá 2006.

Áhugamál

Virkin í kórarbeiði í Kirkjukórinum Ljómi.
Samfelagsviðurskifti, serliga á barna og familjuøkinum, útbúgvingar og mentanarøkið.

Politikkur

Uppstillað til løgtingsvalið í 2007. Uppstillað og vald í Vágs Býráð í 2009. Forkvinna í sosialu nevnd. Limur í mentanarnevndini. Somuleiðis limur í umhvørvisbólkinum hjá Vágs Kommunu.