Lýsing

Ikki eggja fólki at taka lán til virðisbrøv

Tjóðveldi hevur lagt fram tvey lógaruppskot á Løgtingi um at steðga eggjan til lántøku til keyp av virðisbrøvum, og um at avmarka fíggjarliga váðan av útlendskum bankavirksemi.

Lóggáva skal ikki eggja fólkum til at taka lán til at keypa virðisbrøv
.

Eitt lógaruppskot, ið tekur burtur ta lógarbroyting í kapitalvinningslógini, sum samgongan í 2006 valdi at fremja, tá umræður, at loyva fólkum, at rentuútreiðslur, sum stava frá lántøku í sambandi við keyp av virðisbrøvum, skuldu kunna mótroknast í kapitalvinningi.

Henda lógaráseting gjørdi tað meira fíggjarligt áhugavert fyri fólk at taka lán fyri at gera íløgur í virðisbrøv, tí við hesum kundu fólk mótrokna rentuútreiðslur til lán, ið tey tóku fyri at keypa virðisbrøv, í møguligum vinningi í sambandi við virðisbrøvini. Harvið skuldi minni skattur rindast av vinninginum. Við hesi lógarbroyting sendið táverandi samgonga og Løgtingið samstundis eisini fráboðan til fólk um, at ynskt varð at skunda undir lántøku í samband við keyp av virðisbrøvum.

Hetta var eisini nakað, ið fleiri fólk valdu at gera, og eru fleiri eisini komin fíggjarligar trupulleikar av hesum eftir at partabrøvini eru fallin í virði, ella heilt hava mist teirra virði.

Eftir standa fólk við láninum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu privatfólk uml. 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv fyri eftir nýggju regluni um mótrokning av rentum av lánum í kapitalvinningi. Hetta bendir á, at skattafyrimunurin hevur verið við til at skunda undir lántøku til keyp av partabrøvum.

Fyri at at tryggja, at lóggávan ikki framhaldandi óneyðugt eggjar fólkum til, at taka lán fyri at gera íløgur í virðisbrøv, verður lógaruppskot lagt fram, ið tekur burtur ásetingina, ið heimilar mótrokning av rentum, sum stava frá lántøku hjá persónum í sambandi við keyp av partabrøvum. Hetta verður galdandi fyri lán framyvir, og er sostatt ikki galdandi fyri tey, ið longu hava sett seg í skuld.

Avmarka samfelagsliga váðan av útlenskum bankavirksemi
Eisini leggur Tjóðveldi fram uppskot til samtyktar um, at fáa tikið ítøkilig stig at avmarka váðan hjá føroyska samfelagnum við atliti til útlendskt virksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum, herundir tryggja, at útlendskt bankavirksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum, verður skipað í felagi fyri seg.

Tað er gleðiligt at føroyskar fyritøkur menna seg bæði í og uttanfyri Føroyar – tá hetta er ein fyrimunur fyri fólkið í Føroyum – men samstundis vísir søgan greitt, at uttan mun til, hvørjar trygdir annars tykjast at vera, so kemur eitt stórt trýst á landsstýrið, landskassan og skattgjaldaran, tá bankar eru komnir í fíggjarligar trupulleikar.

Virksemið í Føroyum er ein partur av váðanum, meðan virksemið uttanlands kann gerast ein so ómetaliga nógv størri fíggjarligur váði. Ein váði, ið kann gerast fleirfaldaður í mun til føroyska búskapin og framleiðsluna. Meðan samlaða føroyska framleiðslan – bruttotjóðarúrtøkan – í 2014 er um 15 mia. kr. (meting hjá Búskaparráðnum ), so hevur størsti føroyski peningastovnurin ein javna á nærum 17 mia. kr.

Ein máti at tryggja neyvari innlit og at avmarka samfelagsliga váðan í framtíðini er, at framt verður eitt uppbýti av virkseminum innanlands og uttanlands. Hetta soleiðis, at útlendskt bankavirksemi verður skipað í felagi fyri seg, og virksemið í Føroyum verður skipað í felagi fyri seg. Hetta vil eisini tryggja størri gjøgnumskygni í mun til virksemið í og uttanfyri Føroyar, hjá føroyska fíggjargeiranum. Mælt verður tí til, at Landsstýrið ger neyðugar metingar og greiningar, fyri síðan at leggja fyri Løgtingið lógarbroytingar, ið avmarka váðan hjá føroyska samfelagnum við atliti til útlendskt virksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum.

Lógaruppskotið um broyting í kapitalvinningslógini kann lesast her:

Uppskotið til samtyktar um at avmarka samfelagsliga váðan av útlendskum bankavirksemi kann lesast her:

Á Løgtingi, 14. november 2014
Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad