Lýsing

Sparingarnar á Landssjúkrahúsinum

Sirið Stenberg vil hava at vita, hvussu landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar at loysa trupulleikan við at Landssjúkrahúsið manglar 4 milliónir í grundrakstrinum.

Fyrispurningur um sparingar á Landssjúkrahúsinum, settur Karsten Hansen, landsstýrismanni (Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a, at svara skrivliga).

  1. Hvørja ávirkan ferð manglandi játtanin upp á 4 milliónir í grundrakstrinum at hava fyri tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum, og harvið á hvørji viðgerðar og røktartilboð til ber at veita?
  2. Hvørjar avleiðingar hevur manglandi játtanin fyri starvsfólkini?
  3. Innan hvørjar starvsbólkar eru tey uml. 25 ársverkini, sum í dag eru burtur á Landssjúkra¬húsinum?
  4. Hvussu merkist tað á Landssjúkarhúsinum, at tað í dag eru uml. 25 ársverk færri har enn fyri fáum árum síðan?
  5. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin í heilsumálum at loysa trupulleikan við, at Landssjúkrahúsið manglar uml. 4 milliónir í grundrakstrinum?
  6. Hvussu fer manglandi játtanin at merkjast á ymisku deildunum.T.d verður hetta spjætt yvir allar deildir, ella eru tað ávísar deildir ella starvsøki, sum koma at bera sparingina, og aðrar ikki?
  7. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja eina tilgongd av fakfólki til landssjúkrahúsið, um játtanin er ov lág?

Viðmerkingar

Tá ið fíggjarlógin fyri 2015 var til viðgerðar kom fram, at Landssjúkrahúsinum tørvaði meira pening enn tað var í uppskoti. Hóast nakað av peningi kom afturat við 3. viðgerð, so var endaliga støðan tann, at samlaða játtanin var uml. 4 milliónir lægri enn aktuelli tørvurin. Í munnligum fyrispurningi til landsstýrismannin í heilsumálum 21. januar frá undirritaðu var enn einaferð staðfest, at játtanin til Landssjúkrahúsið var áleið 4 milliónir ov lág til grundraksturin. So hóast hækking í krónum, so var játtanin ikki nøktandi. Tá upplýsti landsstýrismaðurin, at nakað av sparingini kundi røkkast við natúrligari fráfaring av starvfólki.

Seinastu árini hevur landssjúkrahúsið ikki fingið játtan fyri prís og lønarvøkstur, og hevur hetta eisini verið viðvirkandi til eina minking í talinum á ársverkum á uml. 25. Tøl sambært sjúkrahússtjóranum, Sigurð Ó Vang, í tíðindasending 22. januar. Spurningurin til landsstýrismannin er tí, hvussu henda vantandi játtan ávirkar tænastuna til sjúklingin, hvussu starvsfólkini merkja tað, og hvussu henda óheppna gongd kann ávirka stóra tørvin á støðugari tilgongd av fakfólki til landssjúkrahúsið. Frammanundan vita vit, at serlæknatørvurin er stórur, og at avbjóðingar eru við, at fleiri og fleiri sjúkrarøktarfrøðingar leita sær størv uttanlands. Somuleiðis hava aðrir týdningarmiklir starvsbólkar eisini færri fólk í starvi. Viðmerkjast kann, at sambært upplýsingum í fíggjarlógini fyri komandi árini, so er ætlanin at fremja munandi størri sparingar komandi árini ínnan heilsuverkið. Samstundis vita vit, at tørvrin á viðgerð hækkar støðugt, at nýggj viðgerðartilboð leggjast til, og at fólk verða eldri og eldri.

Eitt dygdargott heilsuverk er ein av allar týdningarrmiklastu grundsúlunum í einum samfelag – um ikki tað týdningarmiklasta. Tí skapar tað stóran ótryggleika, ta ið vit longu nú frá ársbyrjan eru vitandi um, at játtanin er ov lág, samstundis sum útlit eru fyri stórum skerjingum komandi árini. Støðan á Landssjúkrahúsinum tykiskt tí vera komin at mørkum. Vónandi kann landsstýrismaðurin greina í svarinum, hvussu hann vil loysa hesa avbjóðing, sum hevur týdning fyri hvørt mansbarn í landinum.

Á Løgtingi, 29. januar 2015

Sirið Stenberg

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad