Lýsing

Viðurskifti á Vinnuháskúlanum

Er ósamsvar millum STWC krøv, fakkrøv og skrásettar karakterir í próvnum á Vinnuháskúlanum?

Tað vil Páll á Reynatúgvu hava at vita, tí setir hann Bjørn Kalsø, landsstýrismanni ein § 52a fyrispurning um hetta, at svara skrivliga.

  1. Eru lestrarkrøvini á útbúgvingunum til ávíkavist maskinmeistara og skipsførara á Vinnuháskúlanum hægri enn minstukrøvini sambært STWC, og um so er, hví?
  2. Eru krøvini til nevndu útbúgvingar hægri enn í norðurlendsku grannalondum okkara, og um so er, hví?
  3. Er tað so, at skipsføraranæmingar, sum skulu standa royndir í støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði á A og B støði, einans fáa skrásett C-støði í prógvið?
  4. Er tað so, at skipsføraranæmingar og maskinmeistaranæmingar skulu til somu royndir í støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði, men fáa ymiskt støði skrásett í prógvið?
  5. Hvør er orsøkin, um so er?
  6. Eru nóg nógvir undirvísingartímar á Vinnuháskúlanum til nevndu útbúgvingar?

Viðmerkingar

Næmingar á Vinnuháskúlanum hava vent sær til undirrritaða við grundanum og hugsanum um, hví samsvar ikki er millum STWC-krøv, faklig krøv og skrásettar karakterir í útbúgvingunum. Gott hevði verið, um landsstýrismaðurin kundi greitt hesi ivamál og svara spurningunum.

Á Løgtingi 3. februar 2015

Páll á Reynatúgvu

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad