Lýsing

Nær verður nøktandi internetsamband aftur í Suðuroynni

Sirið Stenberg fer á tingfundinum komandi mikudag at spyrja Johan Dahl um trupulleikarnar við internetsambandinum í Suðuroynni

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í vinnumálum Johan Dahl um internet samband

1 Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka so, at suðuroyggin fær nøktandi internetsamband ?
2 Nær kann væntast at viðurskiftini eru komin í rættlag ?
3 Eru tað onnur øki í landinum, sum ikki hava nøktandi internetsamband ?
Viðmerkingar
Eitt nøktandi internetsamband er eitt krav frá fólki flest í dag. Tíverri er internetsambandi til tíðir óstøðugt, og als ikki nøktandi. Tað tykist eftirhondini vera ein afturvendandi støða, at ávís øki í landinum hava millum lítið og onki internetsamband, hóast tað at kundin dagliga betalir fyri eina tæanstu, sum hann annahvørt ikki fær, ella fær í nógv minni mun enn tað, sum goldið verður fyri.
Vánaliga internetsambandi darvar gerandislívið hjá fólki í stóran mun, og spurningurin er hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri at loysa trupulleikan, og nær ein haldgóð loysn verður funnin, so leiðis at nøktandi internetsamband verður tøkt hjá øllum borgarum í landinum.

Sirið Stenberg Tjóðveldi

 

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad