Lýsing

Kristina spyr um tollforðingar tá vøra, ið er virðisøkt í Føroyum verður útflutt

Kristina Háfoss fer á tingfundinum komandi mikudag, at spyrja Jørgen Niclasen hvat hann fer at gera við tær tollforðingar ið eru, tá vøra ið er virðisøkt í Føroyum verður útflutt

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í tollmálum, um at fáa burtur tollforðingar, tá vøra, ið er virðisøkt í Føroyum verður útflutt

1. Hvat hevur landsstýrið í hesum valskeiðnum gjørt fyri, at fáa burtur tollforðingar fyri útflutningi av vøru, ið er virðisøkt í Føroyum?

2. Nær væntast verandi handilssáttmáli við ES at verða dagførdur?

3. Metir landsstýrismaðurin at møguleiki er fyri, at fáa burtur tollforðingar í verandi ES sáttmála í næstum?

4. Hvørjar samráðingar eru í gongd um toll- og skattaavtalur og fríhandilsavtalur við onnur lond ?

Viðmerkingar
Føroyar hava tørv á, at fáa betri handilsavtalur og toll- og skattaavtalur við ES og onnur lond.
Eitt nú hevur verandi sáttmáli við ES tollforðingar, tá umræður virðisøktari og meirvirkaðari fiskavøru. Ítøkiliga er hetta í løtuni ein forðing fyri tey feløg, ið ynskja at niðursjóða makrel v.m., og flyta hesa vøru á ES marknaðin. Tí eyka tollur á 25% verður eitt nú álagdur niðursjóðaðan makrel, um hesin verður seldur og fluttur úr Føroyum á ES marknaðin.
Okkurt felag kann nú koma uttanum hesa forðing við at keypa felag, ið er innanfyri ES-marknaðin, har føroyskur makrelur v.m. síðan kann verða niðursjóðaður. Hetta er gleðiligt og eitt stórt frambrot fyri føroyskt vinnulív og føroyingar.

Tað er tó alneyðugt at vinnan eisini fær møguleika at meirvirka vørur í Føroyum, og flyta hesa á ES-marknaðin, uttan at verða rakt av stórum tolli.

Vit eiga at virka fyri, at fáa støðugt størri virðisøking av rávøru okkara. Skal hetta geva meining fíggjarliga, má tað verða møguligt at meirvirka vørur í Føroyum, og at útflyta hesar á marknaðir, uttan at verða áløgd eyka toll.

Fyri at fáa lýst, hvat landsstýrið hevur gjørt við málið í hesum valskeiðnum, og hvat ætlanin er at gera, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Á Løgtingi, 6. februar 2015
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad