Lýsing

Sirið spyr um avlýsingarnar hjá Smyrli

Sirið Stenberg vil á tingfundinum í morgin hava at vita frá Johan Dahl, hvør er orsøkin til avlýsingarnar, sum Smyril hevur havt seinastu tíðina

Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum viðvíkjandi avlýsingum hjá Smyrli

Hvør er orsøkin til avlýsingarnar, sum Smyril hevur havt seinastu tíðina?

Viðmerkingar
Seinastu tíðina hava avlýsingar verið hjá Smyrli. Eitt er, at illveður er orsøk til avlýsingar, tað skilja øll, og er tað eina skiparans avgerð. Tað, sum hinvegin undrar, er, tá onnur skip sigla hóast veðrið, og tá ið tað verður sagt, at avlýst er vegna hvílitíð. Í fíggjarlógarviðgerðini varð annars víst á, at peningur var fingin til hvílitíð.

Tað er av allarstørsta týdningi fyri fólk og vinnulív í Suðuroynni, at frammanundan avmarkaða ferðasambandið hevur størsta reglusemi. Um ikki, verður ikki liviligt í útjaðarinum.

Á Løgtingi, 10. februar 2015
Sirið Stenberg

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad