Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen hava saman sett skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen um ansingarsamsýning til fólk, sum ansa fólki millum 18-67 ár heima
Skrivligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi ansingarsamsýning til fólk, sum ansa fólki millum 18-67 ár heima
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan at skipa møguleikar, eitt nú gjøgnum forsorgar-lógina, so avvarðandi kunnu fáa møguleika at ansa fólki millum 18 og 67 heima?
2. Um ja, nær verður tað?
3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan í sambandi við at seta á stovn BPA-skipan í Føroyum?
4. Um ja, nær verður tað?
5. Sambært forsorgarlógini eru ongar forðingar fyri, at avvarðandi kann vera stuðul hjá sínum egnu. Hvørjar eru orsøkirnar til, at tað ikki sýnist at bera til í dag?
6. Hvørjar eru treytirnar fyri, hvør kann virka sum stuðul?
7. Hvørji stig fer landsstýriskvinnan at taka fyri at tryggja rættindini í ST-sáttmálanum um, at borgarin fær møguleika at velja sær sín stuðul?
8. Hvussu verður við skipanini við ansingarløn, nú hon verður løgd út til kommunurnar saman við eldraøkinum?
9. Verður møguleiki at veita ansingarløn til avvarðandi at persónum millum 18 og 67 ár?
Viðmerkingar
Undirritaðu spyrjarar settu á tingfundi 29. januar 2014 fram munnligar spurningar um ansingarsamsýning og rættindi í hesum sambandi, tá ið fólk millum 18 og 67 ár verða ansað heima. Svarið hjá landsstýriskvinnuni tann dagin var ikki so greitt og førdi til, at undirritaðu settu skrivligan fyrispurning fyri uml. einum ári síðan. Svarið hjá landsstýriskvinnuni varð tá, at landsstýriskvinnan var sinnað at hyggja nærri at málinum og at fremja tær neyðugu broyt-ingarnar, sum skuldu til fyri at finna eina góða loysn á málinum. Víst varð á fleiri ymiskar loysnir, men ikki sagt neyvt, hvør loysn var tann rætta. Nevnt var arbeiði við at hækka røktarviðbótina sum eina loysn. Sagt varð eisini, at orsøkin til, at avvarðandi ikki blivu sett sum stuðulsfólk, var tí, at hetta kundi hava óhepnar avleiðingar, m.a. orsakað av manglandi eftirliti.
Grundin fyri spurninginum tá var tann, at tað alment hevði verið víst á, at familjur, sum varða av fólki við menningartarni, høvdu rent seg í trupulleikar við at fáa ansingarløn, ella aðra kompensatión fyri at ansa sínum heima.
Víst var á, at eingin heimild er í kunngerð at veita ansingarløn til fólk millum 18 og 67, og at hetta er orsøkin til, at ávísar familjur vóru í tí støðu, at tey ikki hava havt annað enn røktar-viðbót at liva av í áravís.
Familjur, sum ansa sínum heima, og harvið ikki fáa verið á arbeiðsmarknaðinum, fingu sostatt onga nøktandi inntøku/eftirløn.
Landsstýiskvinnan hevur heimild at gera kunngerðir og kann sostatt broyta kunngerðina. Somuleiðis kann landsstýriskvinnan koma í Løgtingi við umbøn um at útvega sær aðrar neyðugar lógarheimildir, um so er, at lógarheimildir mangla. Tí er spurningurin, hvørt landsstýriskvinnan er sinnað at gera tær broytingar, sum skulu til, og hvørji stig landsstýris-kvinnan annars metir neyðug at taka fyri henda málbólk, so vit liva upp til ST-sáttmálan um rættindini hjá fólki, sum bera brek.
Grundtankin í ST sáttmálanum er, at øll menniskju – eisini fólk, ið bera brek – skulu hava rætt til sjálvi at taka avgerðir um egið lív. Grein 4, stk. b og d í ST sáttmálanum ásetir, at limalondini skulu taka burtur allar forðingar, eisini siðvenjur, sum eru viðvirkandi til at gera mismun á fólki, ið bera brek.
Víst verður til greinina í ST-sáttmmálanum niðanfyri:
“eru sannførd um, at familjan er natúrliga og grundleggjandi eindin í samfelagnum, og hon hevur krav um at verða vard av samfelagnum og ríkinum, og at fólk, ið bera brek, og familjur teirra eiga at fáa neyðuga verju og hjálp at gera sítt til, at fólk, ið bera brek, til fulnar og javn-bjóðis øðrum kunnu brúka síni rættindini,”
Somuleiðis var í tingviðgerðini víst á, at tað er trupult hjá avvarðandi at fáa loyvi til at vera stuðul hjá sínum nærmastu. Hetta kann undra, tí at í lógarverkinum sær ikki út til at vera nøkur forðing fyri hesum. Tískil hava vit illgruna um, at tað eru gamlar siðvenjur, sum gera seg galdandi her. Og tað er í ósamsvari við ST-sáttmálan.
Landsstýriskvinnan vísti á, at atlitið til brúkaran var eisini tengt at at veita nøktandi pædagogiskt ella virknistilboð. Spyrjararnir duga ikki at síggja nakra andsøgn í at veita eitt nøktandi virknistilboð, samstundis sum avvarðandi er stuðul. Støðan og tørvurin hjá tí ein-staka borgaranum má vera tað alt avgerandi fyri, hvør best er skikkaður at loysa uppgávuna sum stuðul, og henda uppgáva kann væl loysast av avvarðandi, samstundis sum brúkarin fær eitt mennandi virknistilboð aðrastaðni, um tað er best fyri brúkaran.
Sambært lógaruppskotunum um at leggja eldraøki út til kommunurnar er ætlanin, at henda skipan skal fylgja við, og at tað tí frameftir verða kommunurnar, ið koma at umsita hesa skipanina. Hetta var eisini svarið, landsstýriskvinnan gav spyrjarunum, tá ið munnligir fyrispurningar vóru. Tí er tað áhugavert at fáa at vita, hvussu landsstýriskvinnan ætlar at tryggja sær, at henda skipan kemur at virka til fulnar, nú hon er løgd út til kommunurnar.
Orsøkin til, at Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen nú enn einaferð seta spurningin fram, er at fylgja upp og fáa at vita, hvat er hent í málinum. Um málið er loyst, hvussu málið er loyst, ella um familjur framvegis bíða.
Á Løgtingi, 10. februar 2015
Sirið Stenberg Eyðgunn Samuelsen