Svarið ið Sirið Stenberg hevur fingið, gevur orsøk til stúran, tí í eini tíð við søguliga nógvum inntøkum verður leitað eftir sparingum á Landssjúkrahúsinum, tað sigur nakað um førda politikkin, og hvat samfelag samgongan ynskir
Svar uppá fyrispurning um sparingar á Landssjúkrahúsinum frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvørja ávirkan fer manglandi játtanin upp á 4 milliónir í grundrakstrinum at hava fyri tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum, og harvið á hvørji viðgerðar og røktartilboð til ber at veita?
2. Hvørjar avleiðingar hevur manglandi játtanin fyri starvsfólkini?
3. Innan hvørjar starvsbólkar eru tey uml. 25 ársverkini, sum í dag eru burtur á Landssjúkra-húsinum?
4. Hvussu merkist tað á Landssjúkrahúsinum, at tað í dag eru uml. 25 ársverk færri har enn fyri fáum árum síðan?
5. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin í heilsumálum at loysa trupulleikan við, at Landssjúkrahúsið manglar uml. 4 milliónir í grundrakstrinum?
6. Hvussu fer manglandi játtanin at merkjast á ymisku deildunum.T.d verður hetta spjatt yvir allar deildir, ella eru tað ávísar deildir ella starvsøki, sum koma at bera sparingina, og aðrar ikki?
7. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja eina tilgongd av fakfólki til Landssjúkrahúsið, um játtanin er ov lág?
Svar:
1. Hvørja ávirkan fer manglandi játtanin upp á 4 milliónir í grundrakstrinum at hava fyri tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum, og harvið á hvørji viðgerðar og røktartilboð til ber at veita?
Talið á 4 mió. kr. skal takast við ávísum fyrivarni, av tí at Landssjúkrahúsið nú hevur upplýst, at útlit eru fyri at stovnurin við verandi játtan skal spara enn meira.
Stjórnin á Landssjúkrahúsinum er í løtuni í eini tilgongd, saman við deplunum, fyri at viðgera hvat kann gerast um verandi játtan skal haldast – hendan tilgongd er ikki heilt liðug enn. Tað koma at ganga ein til tvær vikur afturat áðrenn nøkur endalig niðurstøða fyriliggur.
2. Hvørjar avleiðingar hevur manglandi játtanin fyri starvsfólkini?
Um meirjáttan ikki verður veitt, kann hetta m.a. fáa tað ávirkan, at Landssjúkrahúsið má spara uppá avloysarar, og at deildir verða stongdar longri ella lágárstíðin verður longri á ymiskum deildum.
Í tílíkum førum verður neyðugt at leggja feriur soleiðis til rættis, at tær órógva virksemið á sjúkrahúsinum sum minst.
3. Innan hvørjar starvsbólkar eru tey uml. 25 ársverkini, sum í dag eru burtur á Landssjúkra¬húsinum?
Landssjúkrahúsið hevur í 2010-2014 serliga spart tímar innan hesi starvsfólkaøkið: Læknaskrivarar, vaskifólk, diatistar, fysioterapeutar, køksstarvsfólk, sosialráðgevarar, summarferiu-avloysarar, sjúkrarøktarfrøðingar. Harumframt eru tímar eisini spardir innan tænastuøkið, starvsfólkaøkið, fyrisiting, v.m. Umframt hetta hevur sjúkrahúsið roynt at minka um sjúkufráveru, yvirtíð v.m.
4. Hvussu merkist tað á Landssjúkrahúsinum, at tað í dag eru uml. 25 ársverk færri har enn fyri fáum árum síðan?
Í 2010-2014 hava økir sum til dømis fysioterapi, sosialráðgeving og kostráðgeving merkt at tilboðið er minkað ella er burtur á sjúkrahúsinum.
Eg havi í 2014 og 2015 raðfest fáa sett í verk júst tilboð við diatistum í primera geiranum, umframt at tilboðið við endurvenjing verður uppraðfest á sjúkrahúsunum í ár.
5. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin í heilsumálum at loysa trupulleikan við, at Landssjúkrahúsið manglar uml. 4 milliónir í grundrakstrinum?
Sum áður nevnt verður tað arbeitt við málinum í løtuni. Tá málið er endaliga lýst, fari eg enn einaferð at biðja Løgtingið um játtan m.a. til grundraksturin.
6. Hvussu fer manglandi játtanin at merkjast á ymisku deildunum. T.d. verður hetta spjatt yvir allar deildir, ella eru tað ávísar deildir ella starvsøki, sum koma at bera sparingina, og aðrar ikki?
Sambært tí sum Landssjúkrahúsið hevur upplýst, verður kjarnuøkið so vítt gjørligt ikki rakt undir øllum umstøðum. Um meirjáttan ikki verður veitt, merkir hetta, at ávís økir kunnu koma at merkja tað meira enn onnur, men tað er eitt arbeiði sum deplarnir í samráð við sjúkrahúsleiðsluna skulu avgera. Samstundis verða tað eisini økir, sum verða uppraðfest, sum t.d. endurvenjing, økispsykiatri og mammografiscreening. Harumframt er játtan sett av til geriatara (serlækna í eldrasjúkum).
7. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja eina tilgongd av fakfólki til Landssjúkrahúsið, um játtanin er ov lág?
Tilgongdin av fakfólki er ikki einans treytað av játtan. Til dømis, verða tað innan fleiri økir á Landssjúkrahúsinum brúktir konsulentar í dag, tí tað innan hesi øki hevur verið ein manglandi tilgongd av serlæknum. Eydnast tað at fáa sett serlæknar í størvini, verður tørvurin minni á konsulentum. Tí kann talan verða um at brúka játtanina øðrvísi um tað eydnast at fáa sett serlæknar fast í størvini.
Onnur øki eru sum áður nevnt uppraðfest, har játtan er sett av til at manna størvini við fakfólki.
Landssjúkrahúsið ger eina røð av tiltøkum fyri at tað skal verða áhugavert at koma í starv á sjúkrahúsinum. Torført er at meta um hvørja ávirkan tiltøkini hava, vegna tað, at tað eru samansettar orsøkir til um tað ber til at fáa starvsfólk.
Neyðugt er sjálvandi altíð at halda seg til ta játtan, ið veitt er av Løgtinginum. Eg havi tó ta vón, at vælvild verður í Løgtinginum til umbøn um meirjáttan vísandi til avbjóðingarnar.
Heilsumálaráðið, 10. februar 2015
Karsten Hansen
landsstýrismaður