Lýsing

Aðalorðaskifti um gjaldoyrapolitikk

Í dag skal Løgtingið hava 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar, ið Kristina Háfoss, løgtingskvinna, hevur lagt fram vegna Tjóðveldi

Hvør gjaldoyrapolitikkur er tann besti fyri fólkið, vinnulívið og landið?

Hetta er eitt mál, ið Løgtingið skal hava aðalorðaskifti um, stendur tað til Tjóðveldi.

Í dag skal Løgtingið hava 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar, ið Kristina Háfoss, løgtingskvinna, hevur lagt fram vegna Tjóðveldi.

Stórar rembingar eru á gjaldoyramarknaðnum í hesum døgum. Í januar mánaða mátti Sveis sleppa sínum fastkurspolitikki mótvegis evruni, og sjáldan hevur krónan verið undir so hørðum trýsti sum seinastu tíðina. Bara í januar mánaða valdi danski tjóðbankin at styrkja gjaldoyragoymsluna við yvir 106 milliardum krónum, og er gjaldoyragoymslan nú søguliga stór. Eisini steðgaði danski tjóðbankin søluni av donskum statslánsbrøvum herfyri. Hetta var søguligt. Og alt í eini roynd at verja fastkurspolitikkin hjá krónuni mótvegis evruni.

Um eisini danski tjóðbankin má sleppa fastkurspolitikkinum, og letur krónuna flóta frítt, verður væntað, at krónan kemur at hækka umleið 15% í virði í mun til evruna. Hetta kann fáa ovurstórar avleiðingar, eisini her í Føroyum. Tí hetta merkir eitt nú, at:

– virðið av útlendskum virðisbrøvum og ognum minkar
– pensjónsuppsparing, ið m.a. er sett í útlendsk virðisbrøv, minkar í virði
– kappingarførið mótvegis útlondum versnar
– útflutningurin minkar og løntakaratalið minkar

Talan kann sostatt gerast um umfatandi avleiðingar.

Mælt verður til, at Landsstýrið leggur frágreiðing fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis, við tí endamáli at fyrireika Føroyar til møguligar broytingar fyri framman á gjaldoyramarknaðinum, og fyri at fáa eina veruliga viðgerð og støðutakan á Løgtingi og í Landsstýri til gjaldoyrapolitikk Føroya.

Tí tað er ov seint at byrja at viðgera málið, tá broytingarnar eru hendar.

Landsstýrið og Løgtingið eiga at viðgera og taka støðu til, hvør gjaldoyraloysn og hvør gjaldoyrapolitikkur er tann besti fyri Føroyar bæði í verandi støðu, og um stórar broytingar henda á altjóða gjaldoyramarknaðinum í nærmastu framtíð.
Uppskotið til samtyktar og eitt komandi aðalorðaskifti kunnu leggja lunnar undir hesa støðutakan.

Uppskotið kann lesast á logting.fo

Á Løgtingi, 10. mars 2015
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad