Lýsing

Landsstýrismaðurin ger einki fyri at steðga peningastovnunum

Í svarið uppá fyrispurning um NemID, p-tal og føroyskar KT-loysnir kemur fram, at eingin greining er gjørd fyri at kanna avleiðingar fyri føroyska búskapin og føroyska KT- vinnu. landsstýrismaðurin hevði ynskt, at peningastovnarnir høvdu víst størri samfelagssinni og valt føroyskar loysnir, men ger kortini einki við málið

Svar upp á fyrispurning eftir § 52a í tingskipanini nr. 58/2014 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi NemID, peningastovnarnar, p-tal og føroyskar KT-loysnir

Spurningur 1

Hvørjar verða avleiðingarnar fyri føroyska borgaran av, at peningastovnarnir krevja, at øll í Føroyum skulu knýtast í ta donsku NemID-skipanina, til tess at fáa atgongd til egna peningakontu og til netbanka?

Svar:

Beinleiðis avleiðingin fyri føroyska brúkaran verður, at hann, tá ið hann skal inn í sín netbanka, frameftir umframt brúkaranavn og loyniorð eisini skal tøppa inn eitt tal, ið stendur á einum persónligum korti, hann fær sendandi frá sínum peningastovni. Peningastovnarnir meta, at hetta skal til, fyri at borgararnir skulu hava eitt trykt logg-in. Loysnin merkir eitt sindur meira av ómaki hjá borgarunum, tá ið teir skulu hava samband við sín netbanka.

Spurningur 2

Hvørjar avleiðingar fær hendan ætlanin fyri føroyska búskapin, føroyska KT-vinnu og møguleikarnar at menna føroyskar loysnir og føroyskar førleikar (T.e. hvat kostar hetta í útreiðslum og mistum inntøkum, ið fara av landinum, og hvat kostar hetta í mistum arbeiðsplássum og vinnumøguleikum)?

Svar:

Tað er ikki gjørd nøkur greining, sum í krónum vísir avleiðingar fyri føroyska búskapin og føroyska KT- vinnu, men yvirskipað kann sigast, at ynskiligt hevði verið, um peningastovnarnir høvdu víst størri samfelagssinni  og valt føroyskar loysnir.

Spurningur 3

Hvussu stóran part av yvirskoti bankanna, sum føroyskir brúkarar gjalda, fara av landinum til at menna elektroniskar skipanir uttanlands.

Svar:

Hetta eru ikki upplýsingar, ið fíggjarmálaráðharrin hevur atgongd til. Upp á fyrispurning svarar Felagið peningastovnar soleiðis: “Peningastovnarnir kunnu ikki at svara hesum spurningi, tí talan deils er um upplýsingar fevndar av tagnarskyldu mótvegis KT-veitaranum og deils um innanhýsis trúnaðarupplýsingar”

Spurningur 4

Skulu føroyingar eftir ætlanini hjá peningastovnunum lata sítt p-tal til NemID og/ella skulu føroyingar hava eitt danskt cpr-nummar til tess at fáa atgongd til egna peningakontu og netbanka

Svar:

Upp á fyrispurning okkara til  Felagið Peningastovnar svarar felagið soleiðis:

“ Við íverksetan av nýggju trygdarskipanini verða persónsupplýsingar kundans, p-tal, navn og bústaður, nýttar av Nets, sum dátuviðgeri, til eintýðuga eyðmerking av kundanum.

Spurningur 5

Hvørja heimild hava peningastovnarnir til at krevja fólk í Føroyum at brúka hesa skipan?

Svar:

Peningastovnarnir hava onga heimild at krevja, at kundar teirra skulu brúka NemID, men tá ið teir onga alternativa loysn hava at bjóða kundunum, merkir tað, at kundar, ið ikki vilja brúka NemID, heldur ikki kunnu brúka netbankan, men noyðast sum í gomlum døgum inn í bankan at avgreiða síni bankaviðurskifti.

Spurningur 6

Hvørja trygd kann landsstýrismaðurin veita hvørjum einstøkum borgara í Føroyum, at teirra upplýsingar eru tryggir og kunnu ikki misnýtast í hesi skipan – m.a. vísandi til dømini um vantandi trygd og atgongd hjá teldusníkum, sum alment hava verið ávíst?

Svar:

Landsstýrimaðurin hevur ikki møguleika at veita einstøkum borgarum ávísa KT-trygd, men kann staðfesta, at útlendski veitarin av skipanum til peningastovnarnar er undir eftirliti og fylgir altjóða trygdarstandardum.  Landsstýrismaðurin er kunnaður um, at peningastovnarnir hava sent fráboðan til Dátueftirlitið um flyting av upplýsingum til donsku fyritøkuna, ið eigur NemID. Uppgávan hjá Dátueftirlitinum er, av sínum eintingum ella eftir klagu frá skrásetta, at ansa eftir, at viðgerð av persónsupplýsingum bara fer fram í samsvari við lógina og tær reglur, sum ásettar eru sambært lógini.

Spurningur 7

Nær er landsstýrismaðurin kunnaður um hesa ætlan hjá peningastovnunum og hevur hann góðkent hana?

Svar:

Tað hevur verið alment kent í Føroyum í longri tíð, at føroysku peningastovnarnir  hava havt ætlanir um at fara at brúka donsku KT-skipanina Nem-ID. Júst nær, eg hoyrdi um hetta fyrstu ferð, kann eg ikki við vissu siga. Tað er ikki ein uppgáva hjá fíggjarmálaráðharranum at góðkenna KT-skipanir hjá peningastovnunum.

 

Spurningur 8

Ætlar landsstýrið at føroyingar frameftir skulu nýta ta donsku NemID-skipanina í sínum talgilda samskifti við almennar myndugleikar?

Svar:

Hetta er ikki ætlanin.

Spurningur 9

Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt til tess at gera eina føroyska loysn fyri KT-skipanir og talgildari undirskrift, sum bæði peningastovnarnir og tað almenna kunnu brúka?

Svar:

Á fíggjarlógini fyri 2015 eru 2 mió. kr. settar av til talgilding av samfelagnum. Ætlanin er eisini, komandi árini at raðfesta talgilding av Føroyum høgt. Talgilding skal gera tað meira skynsamt at reka tað almenna. Leysliga mett eigur ein samskipað talgilding av Føroyum at gera raksturin hjá tí almenna, ja, kanska millum 30 og 50 mió. kr. bíligari. Talgild undirskrift er ein týðandi partur av hesi ætlan. Týdningarmikið er eisini, at vit fáa eina talgilda undirskrift fyri Føroyar, t.v.s. at øll brúka loysnina, ið landsstýrið kemur við.

Mær er upplýst, at NemID loysnin, sum peningastovnarnir seta í verk, í fyrsta umfari ikki verður ein talgild undirskrift, men eitt trygt logg-in.

Spurningur 10

Ætlar landsstýrismaðurin hesa ferð at mæla tinginum til at samtykkja lógaruppskotið hjá Tjóðveldi, ið nú á sætta sinni síðani 2004 er lagt fyri tingið, sum kann tryggja føroyskar KT-loysnir – ella sjálvur at gera eitt líknandi uppskot ?

Svar:

Tað er harmiligt, at KT- virksemið á peningastovnsøkinum er flutt av landinum, og at vit í Føroyum missa vitan og arbeiðspláss. Penigastovnarnir hava strongt á til tess at fáa tað almenna eisini at nýta NemID. Vit eiga tó ikki at lata okkum trýsta til at seta í verk hesa donsku KT- skipan, ið eisini í Danmark hevur verið fyri stórum atfinningum, men bíða eftir úrslitinum av tí greiningararbeiði, ið landsstýrið júst hevur sett í gongd. Greiningararbeiðið skal enda við eini KT- strategi fyri Føroyar. Talgild undirskrift fyri Føroyar verður partur av hesi strategi.

Tað er mín vón, at bæði peningastovnar og tað almenna frameftir vísa samfelagsliga ábyrgd og velja føroyskar loysnir og eisini arbeiða fram ímóti einari og bara einari talgildari undirskrift fyri Føroyar.

Argir, 18. mars 2015

Jørgen Niclasen

landsstýrismaður

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad