Sirið Stenberg hevur í dag fingið svar frá Karsten Hansen uppá fyrispurning um fyrireikingarskeið og ráðgeving fyri ættleiðingarforeldur
Spurningur:
Á tingfundi 18. februar 2015 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:
Hvørjar grundgevingar eru fyri, at ættleiðingarforeldrum ikki stendur í boði at fáa fyrireikingarskeið áðrenn ættleiðing og ráðgeving aftaná, at barnið er komið?
Hvat skal til fyri at fáa sett fyrireikingarskeiðini og PAS-ráðgevingina á stovn í Føroyum?
Er nøkur umbøn send frá føroysku myndugleikunum um at fáa sett á stovn hesar tænastur?
Um so er, at fyrireikingarskeiðini og PAS-ráðgevingin verða sett á stovn, nær verður tað so?
Viðmerkingar:
Í fleiri førum hevur verið viðgjørt á Løgtingi stóri tørvurin á at styrkja um ráðgeving til ættleiðingarforeldur. Víst hevur verið á, at fyrireikingarskeið eru í øðrum londum og eru partur av góðkenningartilgongdini til ættleiðingarforeldur. Somuleiðis hevur verið víst á, at neyðugt er við uppfylging, PAS-ráðgeving aftaná, at barnið er komið til ættleiðingarforeldrini.
Ættleiðingarforeldur hava eisini í almennu miðlunum víst á henda tørv, sum kundi verið familjunum ein góð hjálp til at handfara nýggju lívsumstøðurnar sum ættleiðingarfamilja.
Tað er ein heilt serlig støða at ættleiða børn, og tíbetur hava vit góðar familjur, sum ynskja at ættleiða. Í mun til fólkatalið koma nógv ættleidd børn til Føroyar. Familjan, sum ynskir at ættleiða, hevur frammanundan ofta verið ígjøgnum eina avbjóðandi tíð, tá barnloysi fyri mong pør er ein stór sorg. Eisini um foreldrini frammanundan eiga biologisk børn. Tí er sjálvt tann tilgongdin, foreldrini fara ígjøgnum, tá ið avgerð um ættleiðing verður tikin, ikki nøkur løtt tíð fyri mong. Ættleiðingarforeldur skulu sostatt bæði fyrihalda seg til sína egnu støðu og til nýggju støðuna sum foreldur at einum barni, sum krevur nakað heilt serligt, grundað á lívssøgu sína.
Barnið, sum verður ættleitt, hevur heilt serligar lívsumstøður. Møguliga er tað longu frá føðing skilt frá foreldrunum og latið til onnur at taka sær av. Hetta kann vera barnaheim ella fosturfamilja. Eisini kunnu tað hava verið skiftandi familjur.
Viðvíkjandi størri børnum kunnu tey hava verið útsett fyri mongum viðurskiftum í lívinum, sum kunnu hava stóra ávirkan á menningina. Felags fyri flest øll er, at tey onkursvegna eru umsorganarsvikin og skulu til at byggja eitt mennandi tilknýti til ættleiðingarforeldrini upp. Harumframt hevur eitt ávíst tal av børnunum serligan tørv.
Tískil er tørvur á at fyrireika ættleiðingarforeldrini best møguligt til at møta tørvinum hjá barninum bæði í mun til tryggleika, umsorgan og vanligar foreldrauppgávur. Neyðugt er eisini at fyrireika og kunna um serliga tørvin, tí at barnið frammanundan er svikið og skal til at byggja álit á vaksin upp. Hetta er eingin løtt uppgáva og krevur skikkaða ráðgeving og fyrireiking.
Løgtingsins ábyrgd og uppgáva er at trygja ættleiðingarbørnum bestu forteytir fyri einum mennandi lívi í nýggja landinum. Somuleiðis er uppgávan at gera alt, sum tilber, fyri at styrkja foreldraførleikan til nýggja foreldraleiklutin, so nýggja familjan kann mennast og trívast. Her eru fyrireikingarskeiðini og PAS-ráðgevingin hent og neyðug amboð.
Samstundis hava Føroyar bundið seg til at seta á stovn fyrireikingarskeið og PAS-ráðgeving, tá ið vit bundu okkum til Haag-konventiónina um ættleiðing, sum er galdandi í Føroyum. Sostatt liggur ein skylda á føroyska samfelagnum at fáa hesi viðurskifti í rættlag.
Á tingfundi 25. februar 2015 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.
Svar:
Á tingfundi 26. mars 2015 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:
Svar:
1. Hvørjar grundgevingar eru fyri, at ættleiðingarforeldrum ikki stendur í boði at fáa fyrireikingarskeið áðrenn ættleiðing og ráðgeving aftaná, at barnið er komið?
Tá ið landsstýrismaðurin í heilsumálum fekk málsøkið “hús-, fólka- og arvarættur”, herundir mál um ættleiðing, frá nú niðurlagda Innlendismálaráðnum, fylgdi starvsfólk og játtan ikki við málsøkinum. Í staðin varð peningur settur av á fíggjarlógini 2015 til endamálið, og hevur Heilsumálaráðið nú sett ein løgfrøðing, sum byrjar í starvinum fyrst í apríl 2015. Í hesum sambandi verður arbeiðið sett í gongd og farið verður undir at greina, um broytingar skulu gerast á málsøkinum: ættleiðing, herundir um ættleiðingarforeldur skulu fáa tilboð um fyrireikingarskeið áðrenn ættleiðing og ráðgeving aftaná, at barnið er komið.
2.
2. Hvat skal til fyri at fáa sett fyrireikingarskeiðini og PAS-ráðgevingina á stovn í Føroyum?
Í løtuni eru danir í holt við at gera umfatandi broytingar í “adoptionsloven”. Ein partur av lógarbroytingunum viðvíkur ættleiðingarráðgevingini, ella sokallaðu PAS-ráðgevingini. Hendan skipanin við ráðgeving beint áðrenn og aftaná heimtøku av barni, hevur í Danmark verið skipað í royndarverkætlanum frá 2007-2013. Frá januar 2014 gjørdist PAS-skipanin eitt permanent tilboð um ráðgeving til ættleiðingarforeldur. Við lógarbroytingini í “adoptionsloven”, ið varð send til hoyringar í januar 2015, er ætlanin at gera ráðgevingina til ættleiðingarfamiljur beint áðrenn og aftaná, at barnið er komið til Danmarkar at búgva, obligatoriska.
“Adoptionsloven” er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan: “anordning nr. 1169 af 25. november 2006 om ikrafttræden af lov om adoption, som ændret ved anordning nr. 398 af 20. apríl 2010”. Talan er um danskt málsøkið og møguligt er tí at seta tær broytingar, sum verða settar í gildi í Danmark, í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.
Ein møguleiki fyri at fáa sett PAS-ráðgevingina á stovn í Føroyum, er at seta omanfyrinevndu lógarbroytingar í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan.
3. Er nøkur umbøn send frá føroysku myndugleikunum um at fáa sett á stovn hesar tænastur?
Samstundis sum omanfyrinevnda lógarbroyting í “adoptionsloven” varð send til hoyringar í Danmark í januar 2015, varð lógarbroytingin send til hoyringar í Føroyum. Heilsumálaráðið sendi í februar 2015 hoyringsskriv til danskar myndugleikar. Í hoyringsskrivinum heitti landsstýrismaðurin í heilsumálum á “Ministeriet for Børn, Ligestilling, Integration og Sociale Forhold” um at byrja at tilevna uppskot til kongliga fyriskipan, ið skal seta í gildi omanfyrinevndu lógarbroytingar í Føroyum. Heitt varð á donsku myndugleikarnar um at tilevna kongliga fyriskipan, soleiðis at hon kann viðgerðast í Løgtinginum á heysti 2015.
4. Um so er, at fyrireikingarskeiðini og PAS-ráðgevingin verða sett á stovn, nær verður tað so?
Um gongst eftir ætlan, og uppskot til ríkislógartilmæli um ígildissetan av kongligari fyriskipan við m.a. lógarbroyting um PAS-ráðgevingina verður lagt fyri Løgtingið í heyst, og uppskotið verður samtykt og sett í gildi, kann PAS-ráðgevingin setast í verk í Føroyum í 2016.
Málið avgreitt.