Lýsing

Fyrispurningur um skjótt vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium

Settur Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, sum §52 fyrispurning.

 

–          Hvat gjørt verður gjørt í Føroyum til tess at fyribyrgja skjótt vaksandi vandan við bakterium, ið gerast mótstøðuførar, og tí ikki longur kunnu viðgerast við antibiotika?

–          Hvat metir landsstýrismaðurin kann og eigur at verða gjørt, til tess at fyribyrjga, at mótstøðuførar bakteriur gerast ein munandi trupulleiki á føroysku sjúkrahúsunum?

–          Hvussu nógv antibiotika verður nýtt í Føroyum pr íbúgva í mun til onnur lond, og hvussu nógv er hetta í mun til tey lond, sum brúka minst?

–          Hvat verður gjørt fyri at fáa vitanina út til fólkið, soleiðis, at borgarin hevur røttu vitanina og kann virka eftir hesari?

–          Luttaka Føroyar í norðurlenskum samstarvi um fyribyrging av antibiotikaresistensi, um ja, á hvønn hátt?

Viðmerkingar

Tað hendir longu hvønn einasta dag, at fólk doyggja kring um í heiminum av bakterium, sum annars hava verið mettar meinaleysar, men nú eru vorðnar mótstøðuførar ímóti antibiotika (bakteriutýnarum). Antibiotika, sum hevur verið ein av hornasteinunum undir nútímans sjúkuviðgerð, er komið undir álvarsamt trýst, og stór átøk verða nú gjørd í fleiri londum til tess at fyribyrgja, at alsamt fleiri bakteriur gerast mótstøðuførar ímóti øllum sløgum av antibiotika. Kring um í heiminum stríðast nógv sjúkrahús við hendan trupulleika, eisini í grannalondum okkara.

Ein av fleiri orsøkum til skjótt vaksandi trupulleikan við mótstøðuførum bakterium, er ovurnýtsla av antibiotika.

Í fjør summar lat norðurlendska ráðharraráðið úr hondum sonevndu Kønbergfrágreiðingina um norðurlendskt heilsusamstarv. Fremsta tilmælið er eitt felags átak ímóti vaksandi antibiotikamótstøðuførinum. Mælt verður m.a. til víðfevnda avmarking av nýtsluni av antibiotika, at stórar upphæddir verða settar á fíggjarlógirnar til fyribyrging og til menning av nýggjum antibiotika.

Bo Kønberg vísir í frágreiðingini á, at vit í framtíðini fara at síggja alsamt fleiri doyggja av ígerðum, sum vit í dag meta vandaleysar, og hetta fer at leggja stórt trýst á heilsu- og sjúkrahúsverk.

Í 2013 doyðu í minsta lagið 25 000 fólk, bara í Evropu, orsakað av mótstøðuførum bakterium – eins mong og tey, sum doyðu í ferðsluni. Støðan er enn verri, í fleiri londum uttanfyri Evropa. Ein onnur avbjóðing er, at nærum eingi nýggj sløg av antibiotika verða ment. Fram til 1970 komu eini tjúgutals nýggj sløg av antibiotika á marknaðin, soleiðis, at virkaði eitt ikki, kundi eitt annað í flestu førum nýtast. Síðani eru einans tvey nýggj sløg komin, av hesum einki síðani 1987!

Heimsheilsustovnurin WTO hevur í áravís rópt varskó, og heitt á heimsins stjórnir um at taka trupulleikan í størri álvara. Í fjør kom WTO við enn einari frágreiðing, har m.a. verður sagt:”An increasing number of governments around the world are devoting efforts to a problem so serious that it threatens the achievements of modern medicine. A post-antibiotic era – in which common infections and minor injuries can kill – far from being an apocalyptic fantasy, is instead a very real possibility for the 21st Century.”

Frágreiðingin kann lesast her: http://www.who.int/drugresistance/documents/surveillancereport/en/#.VSpTBqrrz24.facebook.

Spyrjarin fegnast um, at tað í hesi vikuni verður skipað fyri ráðstevnu um vandan við vaksandi antibiotikamótstøðuføri, og vónar at hetta fer at seta neyðugt fokus á evnið.

 

Á Løgtingi 13. apríl 2015

 

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad