Lýsing

Nær fáa lág og miðallønt møguleika at leiga íbúðir frá Bústøðum ?

Sirið Stenberg vil hava at vita frá Jørgen Niclasen,  Hvussu gongst við ætlanini hjá Bústøðum, at byggja íbúðir, sum lág og miðallønt hava ráð at gjalda, tí hevur hon sett honum munnligan fyrispurning ið skal svarast á tingfundinum í morgin

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen um Bústaðir

1 Hvussu gongst við ætlanini hjá Bústøðum um at byggja íbúðir, sum lág og miðallønt hava ráð at gjalda ?

Viðmerkingar
Broytingin í grundarlagnum undir gamla Húsalásgrunninum til Bústaðir letur upp fyri nýggjum møguleikum.
Ætlanin við Bústøðum er at útvega leigubústaðir til føroyingar kring landið, og betri bústaðir til allar samfelagsbólkar.
Fleiri áhugaverd arbeiði eru í gongd. Millum annað er samstarv millum Bústaðir og Almannaverkið um at útvega fólki við serligum avbjóðingum bústað. Somuleiðis eru aðrar verkætlanir í gongd.
Havandi í huga stóra tørvin á leiguíbúðun til fólk, við miðal og láginntøku, sóknast spyrjarin eftir nær hesin samfelagsbólkur kann vænta sær at fáa í boði eina leiguíbúð- fyri ein kostnað, sum er fyri hesar inntøkur at gjalda. Tað verið seg m.a stakir uppihaldarar, familjur við lágari inntøku, fólkapensjónistar, ungar barnafamiljur o.s.fr

Sirið Stenberg
Tjóðveldi

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad