Lýsing

Sirið spyr um barsilsskipanina og um eldraøkið

Á tingfundinum í morgin, setir Sirið Stenberg Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, fyrispurning um barsilsskipanina, og Anniku Olsen landsstýriskvinnunu  í almannamálum,  um markamótsarbeiði fyri eldraøkið

Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, um barsilsskipanina

1 Ætlar landsstýrismaðurin at gera broytingar í barsislakipanin so skipanin verður meira fleksibul ?
2 Er ætlanin er leingja barnsburðarfarloyvi, nú barsilsgrunnur er samtyktur ?
3 Er ætlanin er leggja upp fyri, at tvungna eftirlønargjaldið ikki fer at gera at barsilsgjaldi minkar hvørt ár komandi árini ?

Viðmerkingar
Barnnsburðarfarloyvi er tíbetur longt fyri stuttum. Øll tykjast tó samd um at tað framhaldandi er neyðugt at arbeiða við batum, og at málið eigur at vera eitt ára barnsburðarfarloyvi, og at gera skipanina meira fleksibla. Til dømis ber ikki til at fáa barsilsgjaldið drýggja yvir longri tíð. Ei heldur ber til hjá pápum at velja at vera heima uppundir føðing. Hetta rakar serliga pápar, sum arbeiða burtur frá heiminum, og kann gera at teir ikki fáa verið heima tá ið føðingin fer fram, tí teir ikki hava rætt til farloyvi fyrr enn eftir at barnið er føtt.
Somuleiðis er nyggj eftirløniarlóg samtykt, har hvør einstakur skal spara eitt % upp árliga komandi árini, upp til 15 %. Hetta merkir at kravda uppsparingin fer beinleiðis av útgjaldinum, og útgjaldið sostatt minkar munandi yvir komandi árini, samsvarandi at árliga eftirlønargjaldið hækkar.
Føroya løgting hevur samtykt at skipa barsilsgrunn. Harvið verður barsilspeningurin oyramerktur til familjurnar. Yvirskot hevur verið fleiri tey seinastu árini, og spurningurin er tískil um ætlanin er at hesin peningur verður settur til at leingja um barnsburðarfarloyvistíðina og til at gjalda kravda eftirlønarglaldið við.

Sirið Stenberg
Tjóðveldi

Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í almannamálum, Anniku Olsen, um markamótsarbeiði fyri eldraøkið

1 Nær kann væntast at arbeiði við at greina markamót á eldraøkinum er liðugt ?

Viðmerkingar
Nú gongur á 4. mánað síðan eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar at umsita. Hóast hetta so er markamótsarbeiði ikki komið á mál enn. Hetta merkir í roynd og veru, at kommunurnar enn ikki vita heilt ítøkiliga hvørjir borgarir eru kommununar ábyrgd at veita tænastu til, hvør er ábyrgdin hjá landinum. Fyri borgaran er støðan tí heldur ikki nóg greið og spurningur kann óiva setast við rættartrygdina.
Tað eru eisini í skrivandi løtu uppskot í løgtinginum, sum eru ógreið, júst av somu orsøk. Nevnast kann uppskot um endurmenning og uppskot um at taka gjald frá kommununum fyri liðugtviðgjørdar sjúklingar.
Tað er tí alneyðugt at fáa markamótsarbeiði liðugt skjótast gjørligt. Um ikki er vandi fyri at borg arir kunnu detta niður millum.

Sirið Stenberg
Tjóðveld

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad