Lýsing

Hvørjar verða avleiðingarnar fyri Føroyar, nú Danmark flytur fíggjarliga lóggávu og fíggjareftirlit til ES

Kristina Háfoss setur á tingfundinum í morgin, munnligan fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi avleiðingunum fyri Føroyar, nú Danmark flytur fíggjarliga lóggávu og fíggjareftirlit til ES

 

1.      Hvørjar avleiðingar væntar landsstýrismaðurin tað fær fyri Føroyar, nú Danmark flytur lóggávuvald og eftirlit viðvíkjandi bankum til ES, meðan Føroyar framhaldandi eru fevndar av danskari lóg og donskum eftirliti fyri bankarnar?

2.      Er nevndin, ið varð sett at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland av, at Danmark flytur fíggjarliga lóggávu og fíggjareftirlit til ES, liðug við sítt arbeiði?

3.      Um nei, nær væntast hon at vera liðug?

4.      Um ja, hvør er niðurstøðan?

 

Viðmerkingar

Danmark flytur nú og í næstum sítt lóggávuvald og fíggjareftirlit – heilt ella partvíst – fyri peningastovnar til ES, meðan Føroyar, ið sum kunnugt eru uttan fyri ES, í verandi støðu eru undir danskari fíggjarligari lóggávu og danska fíggjareftirlitinum.

Hetta ger støðuna sera fløkta, og enn er ógreitt hvørjar avleiðingarnar verða.

Nevnd er fyri langari tíð síðan sett at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland. Enn hevur tó ikki verið nakað at frætt um úrslitið av hesum arbeiði.

Fyri at fáa lýst hetta mál, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 14. apríl 2015

Kristina Háfoss

Deil hesa grein umvegis
468 ad