Lýsing

Kristina spyr um Bústaðir og átøk at fáa til vega bíligar leigubústaðir

§52a spurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um Bústaðir og átøk at fáa til vega bíligar leigubústaðir

Hvussu nógvar leiguíbúðir kann Bústaðir útvega afturat við verandi gjaldføri?
Hvørjar av ætlaðu bústaðarverkætlanunum hjá Bústaðir kunnu gerast veruleiki við verandi gjaldføri?
Hvørjar av ætlaðu bústaðarverkætlanunum hjá Bústaðir gerast væntandi ikki veruleiki, um Bústaðir ikki fær lántøku og meira gjaldføri?
Hví hevur landsstýrismaðurin ikki, eitt nú í kunngerð, málrættað verkætlanirnar hjá Bústøðum til bíligar leigubústaðir, lestraríbúðir og bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum?
Fer landsstýrismaðurin at taka stig til, at Bústaðir í størri mun skal leggja seg eftir bíligum leigubústøðum, lestraríbúðum og bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum?
Fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at Bústaðir fær møguleika at taka lán og økja gjaldførið, fyri at fremja fleiri bústaðarverkætlanir í verki?
Um ja, nær? Um nei, hví?
Hvussu leingi hevur landsstýrismaðurin vitað, at Bústaðir hevur tørv á meira gjaldføri fyri, at fáa framt allar tær ætlaðu bústaðarverktætlanirnar í verki?

Viðmerkingar
Øll skulu hava møguleika at útvega sær ein bústað. Hetta er ein grundleggjandi rættur. Men hetta er ikki ein møguleiki fyri øll í Føroyum, tí útboðið av bíligum leigubústøðum er sera avmarkað.
Tað var tí eitt stórt framstig, tá tað í 2011 eydnaðist Tjóðveldi at fáa meiriluta – saman við minnilutasamgonguni – fyri, at broyta lóggávuna fyri Húsalánsgrunnin (nú Bústaðir), soleiðis at hesin fekk heimild til, at víðka virksemi sítt til eitt nú eisini at fevna um leigubústaðir.
Vónin var, at nú fór verulig ferð at koma á, at fáa bygt bíligar leigubústaðir, bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, lestraríbúðir v.m.
Endamálið hjá Bústaðir er eisini í lógini: “at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað”. Hesum hava øll ikki møguleika fyri í dag.
Síðan lógin fyri Bústaðir varð broytt í 2011, hava ein røð av stórfingnum ætlanum um bústaðarverkætlanir sæð dagsins ljós. Nakrar eru eisini framdar í verki. Tær størru verkætlanirnar eru tó ikki komnar á mál enn, og eru nógvar enn bara á skriviborðinum. Millum nógvu ætlaðu verkætlanirnar eru eisini sokallaðar marglætisíbúðir. Hetta hevur undrað, tí í politisku skipanini hevur ikki verið hugsanin, at Bústaðir skuldi fara inn á tann partin av bústaðarmarknaðinum, ið tann privati marknaðurin eigur at megna at lyfta sjálvur.
Hinvegin er stórur mangul uppá bíligar leigubústaðir til tey, ið ikki hava ráð til, at keypa sær hús og/ella leiga til verandi kostnað. Eisini er tørvur á lestraríbúðum og fleiri bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum.
Vónin var, at Bústaðir kundi gerast eitt amboð at røkka hesum málum,men nú frættist, at tað ikki verður møguligt at fremja ætlaðu bústaðarverkætlanirnar við verandi gjaldføri hjá Bústøðum. Neyðugt verður sostatt at heimila Bústaðir at taka lán fyri at økja gjaldførið, um haldast skal áfram við øllum bústaðarætlanunum.
Men hvat ætlar landsstýrismaðurin? Og hví eru ongi stig tikin enn? Kann verandi støða merkja, at Bústaðir als ikki kann arbeiða víðari við teimum bústaðarverkætlanum kring landið, ið hava verið kunngjørdar?
Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Á Løgtingi, 16. apríl 2015
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad