Lýsing

Tjóðveldi fegnast um barsilsgrunn

Løgtingið fer í dag at samtykkja uppskot um at seta á stovn ein barsilsgrunn, soleiðis, at barsilsgjaldið, sum allir lønmóttakarar og arbeiðsgevarar gjalda, ikki longur kann verða nýtt til onnur endamál.

 

Ferð eftir ferð at hava vit víst á tað órímiliga og óakseptabla í, at pengar verða tiknir frá borgarunum og vinnuni til ávíst endamál, fyri síðani at verða brúktur til heilt onnur endamál!

 

Stórt yvirskot brúkt til annað

Í tingsetuni 2013 legði Tjóðveldi fyri Løgtingið uppskot um, at yvirskotið í barsilsskipanini skuldi oyramerkjast og ikki kunna nýtast til annað enn barsilsskipanina. Støðan var tá, at landið yvir 8 ár hevði tikið oman fyri 64 milliónir krónur ov nógv inn í barsilsgjaldi, ella í miðal góðar 8 milliónir krónur árliga. Hesin peningur kom ikki skipanini til góðar, men fór í “stórapot”, og varð sostatt nýttur til ymisk onnur endamál (Løgtingsmál 90/2013).

 

Eisini Løgtingsgrannskoðararnir høvdu átalað, at bara fyri árini 2010-2012 var yvirskotið í skipanini nærum 30 milliónir krónur, sum ikki vórðu nýttar til endamálið.

 

Tað er tí gleðiligt, at Jóhan Dahl, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, nú loksins er komin við hesum uppskoti um barsilsgrunn, ið hevur neyvt sama endamál sum uppskotið hjá Tjóðveldi – at tryggja, at yvirskot í barsilsskipanini kann flytast fram til komandi ár, so pengarnir eru tøkir til at fíggja broytingar í barsilsskipanini. Eisini ber til at nýta yvirskot okkurt árið til at fíggja møgulig undirskot onnur ár.

 

Skipanin stigvíst bøtast

Júst tí, at stórt yvirskot var í skipanini, valdi CHE-samgongan í 2008 alt fyri eitt at leingja barsils-skipanina við 8 vikum, umframt at styrkja rættindini hjá pápanum til barsilskvotu, og gera skipanina eitt vet meira smidliga.

Tjóðveldi hevur tvær reisur roynt at fingið undirtøku fyri at leingja barnsburðarfarloyvið við 8 vikum afturat, og gera skipanina munandi meira smidliga, so foreldur í størri mun kunnu tillaga farloyvið til tørvin hjá tí einstøku familjuni (Løgtingsmál 49/2012 og 20/2013). Undirtøka hevur ikki verið fyri hesum, men farnu tingsetu fekk landsstýrismaðurin samtykt eitt uppskot um at leingja barsilssfarloyvistíðina við 4 vikum, og sostatt verður størri partur av pengunum brúktur til ásetta endamálið. Stórur tørvur er á at gera skipanina munandi meira fleksibla, so foreldur í størri mun kunnu laga farloyvistíðina til tørvin hjá tí einstøku familjuni.

 

Tjóðveldi heilsar barsilsgrunninum væl komnum, og tekur av fullum huga undir við málinum.

Vegna Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í arbeiðsmarknaðarmálum

tlf 599909

Deil hesa grein umvegis
468 ad