Lýsing

Oyggjaleikirnar til Føroya

§52a spurningur til Løgmann um

átøk fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya

  1. Hví varð umsóknin um, at Oyggjaleikirnir skuldu vera í Føroyum í ár 2019 tikin aftur?
  2. Hvat hevur landsstýrið gjørt fyri, at sleppa undan at umsóknin varð tikin aftur?
  3. Hví verður ongin umsókn latin inn, so Oyggjaleikirnir kunnu verða hildnir í Føroyum í 2021?
  4. Hvat hevur landsstýrið gjørt fyri, at fáa Oyggjaleikirnar til Føroyar í 2021?
  5. Hvørjar møguligar politiskar avtalur og bindingar skulu gerast, fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021?
  6. Hvørjar íløgur skulu til fyri, at Oyggjarleikirnir fáast til Føroya í 2021?
  7. Hvussu nógv føroysk ítróttarfólk og hjálparfólk høvdu væntandi verið partur av einum Oyggjaleikum í Føroyum?
  8. Hvussu nógv fólk væntast til Føroya í sambandi við einar komandi Oyggjaleikir?
  9. Hvussu stórt samanlagt virði verður mett, at einar Oyggjaleikir hava fyri Føroyar?
  10. Ætlar løgmaður at innkalla politisku flokkarnar fyri at viðgera og gera semju um tey átøk, ið skulu fremjast fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021? Um ja, nær?

Viðmerkingar

1989 var árið, tá Oyggjarleikir vóru í Føroyum fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Hetta var eitt stórt og stórfingið tiltak, ið eisini skapti stórar ringar í vatninum bæði ítróttarliga, fíggjarliga og samfelagsliga.

26 ár eru nú farin framvið síðan, og hóast Føroyar hava staðið seg sera væl á nógvum Oyggjaleikum, so eru tíverri enn ikki útlit fyri, at Oyggjaleikirnir koma aftur til Føroya.

Tað var annars eitt stórt framstig, tá umsókn varð latin inn um, at Føroyar skuldu hýsa Oyggjaleikunum í 2019. Sum skilst bendið alt á, at hinar oyggjaleika-tjóðirnar vóru til reiðar at stuðla Føroyum í hesum, um fyritreytirnar vórðu tær røttu. Men tíverri mátti ÍSF í seinastu løtu taka umsóknina aftur, um at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019. Fyritreytirnar vórðu ikki fingnar uppá pláss. Hetta var eitt vónbrot fyri nógv. Ein gyltur møguleiki glapp føroyingum av hondum.

Nú er so aftur møguleiki at leggja inn umsókn um, at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya – hesuferð í 2021. Freistin at lata umsóknina inn til oyggjaleikafelagsskapin er í september í ár. Men hóast samgongan nú hevur havt um 2 ár, síðan umsóknin um Oyggjaleikir í 2019 varð latin inn og tikin aftur, so eru fyritreytirnar framhaldandi ikki fingnar uppá pláss. ÍSF hevur tí fráboðað alment, at ongin umsókn verður latin inn um at fáa Oyggjarleikirnar til Føroya í 2021 heldur – í verandi støðu.

Hetta átti annars verið eitt mál, ið vit øll vóru samd um at standa saman um, og at fremja Føroyum at frama. Ítróttarliga vilja Oyggjarleikir í Føroyum geva ómetaliga jalig ringárin, samfelagsliga vil hetta vera ein spennandi og savnandi avbjóðing fyri allar Føroyar, og fíggjarliga vilja Oyggjaleikirnir – hóast útreiðslur til fyrireiking og fyritreytir – eisini kasta av sær til alt samfelagið. Tað sama er galdandi fyri onnur altjóða ítróttartiltøk eru í Føroyum, so sum HM í fimleiki, Norðurlendska juniormeistarakappingin í svimjing og EM/HM undankappingar í fótbólti.

Nú nógv verður gjørt fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum, er eisini fyri ferðavinnuna upplagt, at fáa Oyggjaleikirnar henda vegin. Á komandi Oyggjaleikum í Jersey væntast um 3.000 ítróttarfólk og um 1.000 leiðarar og hjálparfólk. Hetta sigur ikki so lítið um týdningin av Oyggjaleikunum, sum eisini eru millum stórstu ítróttartiltøk í Evropa í 2015.

Tá tað eru so sera nógv viðurskifti, ið tala fyri, at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya undrar, at tað frá landsins síðu ikki verður gjørt meira fyri, at fáa fyritreytirnar, ið skulu til fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya, í rættlag. Latið okkum saman fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021!

Fyri at fáa lýst málið – og fyri saman at fáa framt tey átøk, ið skulu til fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya sum skjótast – verða hesir spurningar settir løgmanni.

Á Løgtingi, 27. apríl 2015

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad