Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um samtyktina at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknina, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum
- Kann landssýrismaðurin greiða Løgtinginum frá, júst hvat er hent í málinum?
- Hvussu hava Mentamálaráðið, Fíggjarmálaðið, Fróðskaparsetrið og KT-felagið raðfest arbeiðið higartil, og hvør stendur fyri arbeiðinum?
- Hvørjum úrslitum ætlar landsstýrismaðurin at røkka, og hvør er tíðarfreistin?
Viðmerkingar:
Fyri tveimum árum síðani samtykti eitt samt Løgting soljóðandi uppskot til samtyktar:
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at skipa samstarv millum Mentamálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og KT-felagið við tí endamáli at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini, har serligur dentur skal vera á fartelefonir og teldur.
Í fjør spurdi eg landsstýrismannin um, hvat hent er í hesum arbeiði, men tá var einki hent. Nú eru tvey ár liðin, síðan uppskotið varð samtykt, og tí verða spurningarnir settir aftur.
Á Løgtingi, 28. apríl 2015
Gunvør Balle