Lýsing

Løgtingið og Fíggjarnevndin tikið undir við uppskoti frá Tjóðveldi

Í dag hevur Løgtingið – eftir tilmæli frá samdari fíggjarnevnd – samtykt uppskoti frá Tjóðveldi.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar um, at fáa aðalorðaskifti um, hvussu vit best tryggja Føroyum ein fíggjarliga haldføran búskap og fíggjarpolitikk. Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur lagt málið fyri Løgtingið vegna Tjóðveldi.

Orsøkin er, at verandi fíggjarpolitikkur ikki er fíggjarliga haldførur. Hvørki í dag og als ikki um vit hyggja nøkur ár fram í tíðina. Verður fíggjarpolitikkurin ikki broyttur, fara almennu Føroyar á húsagang yvir tíð. Tað er tí alneyðugt, at Løgtingið viðgerð hetta álvarsmál, og fær gjølla frágreiðing um støðuna, ið Løgtingið síðan eigur at hava aðalorðaskifti um.  Hetta skal síggjast sum eitt fyrsta stig at broyta verandi fíggjarpolitikk, so hesin verður fíggjarliga haldførur, og harvið leggur trygt grundarlag undir føroyska samfelagnum og vælferðarsamfelagnum fyri okkum øll og komandi ættarlið.

Fyri fyrstu ferð nakrantið, kom Búskaparráðið við neyvum útrokningum og metingum um fíggjarligar haldførið í førda fíggjarpolitikkinum, í undanfarnu búskaparfrágreiðingini. Niðurstøðan var greið. Verandi fíggjarpolitikkur má broytast,  um landið ikki skal koma í stórar fíggjarligar trupulleikar yvir tíð. Og nú hevur Løgtingið so avgjørt, at Løgtingið skal hava eitt aðalorðaskifti um frágreiðingina hjá Búskaparráðnum, saman við uppskotum til átøk, ið kunnu gera búskapin og fíggjarpolitikkin haldføran nú og framyvir.

“Fegnist um, at tað umsíðir er eydnast at fáa semju um eitt mál frá andstøðuflokki – í hesum føri Tjóðveldi – í fíggjarnevndini og á Løgtingi. Vit mugu venda halli til yvirskot, og vit mugu fáa javnvág í landshúsarhaldið bæði nú og yvir tíð. Skal hetta eydnast er neyðugt, at framd verða fleiri átøk, og at broyta verandi fíggjarpolitikk. Vóni og vænti at komandi aðalorðaskiftið um, hvussu vit fáa vent gongdini og skapt ein haldføran fíggjarpolitikk, kann skunda undir, at vit fáa sett kós móti einum haldførum og sjálvbjargnum føroyskum búskapi og landi – til gagns fyri alt fólkið í Føroyum”,sigur Kristina Háfoss.

Uppskotið kann lesast her:
http://www.logting.fo/files/casestate/15301/137.14%20U.t.s.%20um%20at%20tryggja%20Foroyum%20ein%20figgjarliga%20haldforan%20buskap.pdf

Álitið frá samdari fíggjarnevnd kann lesast her:  http://www.logting.fo/files/casestate/15305/137.14%20Alit%20figgajarligt%20haldfori.pdf
Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad