Lýsing

Kristina fingið svar uppá fyrispurning um Bústaðir

Svar til fyrispurning frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu um Bústaðir og átøk at fáa til vega bíligar leigubústaðir

Øll skulu hava møguleika at útvega sær ein  bústað. Hetta er ein grundleggjandi rættur. Men hetta er ikki ein møguleiki fyri øll í Føroyum, tí útboðið av bíligum leigubústøðum er sera avmarkað.

Tað var tí eitt stórt framstig, tá tað í 2011 eydnaðist Tjóðveldi at fáa meiriluta – saman við minnilutasamgonguni – fyri, at broyta lóggávuna fyri Húsalánsgrunnin (nú Bústaðir), soleiðis at hesin fekk heimild til, at víðka virksemi sítt til eitt nú eisini at fevna um leigubústaðir.

Vónin var, at nú fór verulig ferð at koma á, at fáa bygt bíligar leigubústaðir, bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, lestraríbúðir v.m.

Endamálið hjá Bústaðir er eisini í lógini: “at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað”. Hesum hava øll ikki møguleika fyri í dag.

Síðan lógin fyri Bústaðir varð broytt í 2011, hava ein røð av stórfingnum ætlanum um bústaðarverkætlanir sæð dagsins ljós. Nakrar eru eisini framdar í verki. Tær størru verkætlanirnar eru tó ikki komnar á mál enn, og eru nógvar enn bara á skriviborðinum. Millum nógvu ætlaðu verkætlanirnar eru eisini sokallaðar marglætisíbúðir. Hetta hevur undrað, tí í  politisku skipanini hevur ikki verið hugsanin, at Bústaðir skuldi fara inn á tann partin av bústaðarmarknaðinum, ið tann privati marknaðurin eigur at megna at lyfta sjálvur.

Hinvegin er stórur mangul uppá bíligar leigubústaðir til tey, ið ikki hava ráð til, at keypa sær hús og/ella leiga til verandi kostnað. Eisini er tørvur á lestraríbúðum og fleiri bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum.

Vónin var, at Bústaðir kundi gerast eitt amboð at røkka hesum málum,men nú frættist, at tað ikki verður møguligt at fremja ætlaðu bústaðarverkætlanirnar við verandi gjaldføri hjá Bústøðum. Neyðugt verður sostatt at heimila Bústaðir at taka lán fyri at økja gjaldførið, um haldast skal áfram við øllum bústaðarætlanunum.

Men  hvat ætlar landsstýrismaðurin? Og hví eru ongi stig tikin enn? Kann verandi støða merkja, at Bústaðir als ikki kann arbeiða víðari við teimum bústaðarverkætlanum kring landið, ið hava verið kunngjørdar?

Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum:

1. Hvussu nógvar leiguíbúðir kann Bústaðir útvega afturat við verandi gjaldføri?

2. Hvørjar av ætlaðu bústaðarverkætlanunum hjá Bústøðum kunnu gerast veru-leiki við verandi gjaldføri?

3. Hvørjar av ætlaðu bústaðarverkætlanunum hjá Bústøðum gerast væntandi ikki veruleiki, um Bústaðir ikki fær lántøku og meira gjaldføri?

4. Hví hevur landsstýrismaðurin ikki, eitt nú í kunngerð, málrættað verkætlanir-nar hjá Bústøðum til bíligar leigubústaðir, lestraríbúðir og bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum?

5. Fer landsstýrismaðurin at taka stig til, at Bústaðir í størri mun skal leggja seg eftir bíligum leigubústøðum, lestraríbúðum og bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum?

6. Fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at Bústaðir fær møguleika at taka lán og økja gjaldførið fyri at fremja fleiri bústaðarverkætlanir í verki?

7. Um ja, nær? Um nei, hví?

8. Hvussu leingi hevur landsstýrismaðurin vitað, at Bústaðir hevur tørv á meira gjaldføri fyri at fáa framt allar tær ætlaðu bústaðarverkætlanirnar í verki?

 

Á Løgtingi, 16. apríl 2015

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

 

Svar:

1.      Bústaðir hevur 620 mió. kr. í eginpeningi, harav umleið 300 mió. kr. verða brúktar til annað virksemið enn leigubústaðir. Viðvíkjandi leigubústaðar virkseminum hjá Bústaðum, er støðan soleiðis, at 104 leiguíbúðir eru lidnir og verða longu leigaðir út. Avtalur eru har afturat gjørdar um at byggja 100 leiguíbúðir, har fleiri longu eru í gerð. Harumframt eru 80-120 leiguíbúðir teknaðar, sum ætlanin eisini er at byggja. Bústaðir kann sostatt útvega umleið 300 leigubústaðir við verandi gjaldføri, men hetta eru um stovnurin einsamallur skal standa fyri at útvega leigubústaðirnar.

 

Bústaðir hevur sambært § 5a í lógini um Bústaðir (Húsalánsgrunnin), heimild at veita lán til íbúðafeløg og íbúðastovnar, og sambært § 5b í lógini, kann stovnurin einsamallur ella saman við kommunum, feløgum og stovnum útvega, reka og leiga út íbúðir, íbúðahús og lestrarbýlir.

 

Bústaðir hevur sostatt møguleika, í samstarvi við onnur, at útvega fleiri leigubústaðir, enn tær umleið 300, sum hann einsamallur kann útvega við verandi gjaldføri. Harumframt kann Bústaðir útvega sær meira gjaldførið við at kapitalisera onnur útlán. Tað skal viðmerkjast, at Bústaðir í løtuni arbeiðir við at útvega fleiri leigubústaðir í samstarvi við onnur.

 

2.      Í løtuni eru avtalur gjørdar um hesar bústaðarverkætlanir, har fleiri longu eru í gerð:

 

·         Skansin: 12 almennar leiguíbúðir.

·         Óðinshædd: 22 almennar leiguíbúðir.

·         Vágur: 6 almennar leiguíbúðir.

·         Strendur: 7 almennar leiguíbúðir (eldravinarligar).

·         Runavík: 10 vardar og 6 almennar leiguíbúðir.

·         Dalavegur: 34 almennar leiguíbúðir.

·         Fuglafjørður: 3 leiguíbúðir (býnýggjan).

 

Harumframt eru ætlanir um hesar bústaðarverkætlnair, har fleiri longu eru teknaðar:

 

·         36 almennar og lestraríbúðir í Mattalág í Havn.

·         30 almennar leiguíbúðir við Biskupstorg í Klaksvík.

·         16 vardar íbúðir í Havn.

·         20-30 lestraríbúðir í Havn.

 

3.      Við tøka gjaldførinum, kunnu allar bústaðarverkætlanirnar, sum eru nevndar í svarunum til spurning 1 og 2, gerast veruleiki. Í samstarvi við onnur, strekkir gjald­førið seg enn longur.

 

4.      Bústaðir hevur longu málrættað fleiri av sínum íbúðarverkætlanum til lestraríbúðir, bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum og bíligar leigubústaðir, sí svarini omanfyri. Bíligasta húsaleigan er í Skopun, har leigað verður út fyri 3.100 kr. um mánaðin. Í Leirvík verður leigað út fyri 3.895 kr. um mánaðin, og fyri tær 22 íbúðirnar, ið verða bygdar á Óðinshædd, og tær 34 íbúðirnar, sum ætlanin er at byggja við Dalavegin í Havn, fer leigan at liggja niður ímóti 4.000 kr. um mánaðin. Hetta er íroknað húsavørð og viðlíkahald, svarandi til umleið 400 kr. um mánaðin.

 

Fyri ikki at gera somu mistøk sum okkara grannalond, so eru verkætlanirnar ikki mál­rættað­ar at byggja bíligar leigubústaðir í bústaðarblokkum. Í okkara grannalondum góvust tey við at byggja sosialar bústaðarblokkar, sokallaðar ghettoir, fyri umleið 30 árum síðan, og í dag verða fleiri av hesum bústaðarblokkunum tiknir niður aftur. Bústaðir leggur seg eftir at byggja fjøltáttað og so bíligt sum gjørligt, har atlit verða tikin at orku­loysnu­m, bjálving, dygd o.s.fr.

 

5.      Bústaðir hevur lagt seg eftir at útvega bíligar leigubústaðir, lestraríbúðir og bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, sí svarið til spurning 4. Tí er ikki ætlanin at taka nøkur stig hesum viðvíkjandi. Bústaðir hevur megnað at fingið byggikostnaðin/fermetraprísin niður, og vit skylda tí at geva Bústaðum ein kjans. Tað eru nógvar góðar og spennandi byggiverkætlanir á veg.

 

6.      Landsstýrismaðurin fer ikki at geva Bústaðnum møguleika fyri at taka lán til at fíggja sítt virksemið.

 

7.      Tað økir um skuldina hjá landinum, um Bústaðir fær loyvi at taka lán. Ein av fremstu raðfestingunum og avbjóðingunum hjá hesi samgonguni er at fáa avlop á fíggjarlógina, og harvið minka um skuld landsins. Tí fer landsstýrismaðurin ikki at loyva Bústaðum at økja um skuldina hjá landinum við lántøku. Vísandi til svarini til spurning 1 og 2, so hevur Bústaðir nóg mikið av gjaldføri til at fremja sínar bústaðarverkætlanir. Bústaðir kann harumframt útvega sær meira gjaldførið við at avhenda og kapitalisera onnur útlán, umframt at tak upp samstarv við onnur um at útvega fleiri leigubústaðir. Bústaðir arbeiðir við hesum báðum møguleikum.

 

8.      Landsstýrismaðurin er ikki vitandi um, at Bústaðir hevur tørv á meira gjaldføri fyri at fáa framt sínar bústaðarverkætlanir í verki, sí svarini til spurning 1, 2 og 7.

 

Fíggarmálaráðið, tann 29. apríl 2015

 

Jørgen Niclasen

landsstýrismaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad