Svar upp á fyrispurning eftir § 52a í tingskipanini um skjótt vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvat verður gjørt í Føroyum til tess at fyribyrgja skjótt vaksandi vandanum við bakterium, ið gerast mótstøðuførar og tí ikki longur kunnu viðgerast við antibiotika?
2. Hvat metir landsstýrismaðurin kann og eigur at verða gjørt til tess at fyribyrgja, at mótstøðuførar bakteriur gerast ein munandi trupulleiki á føroysku sjúkrahúsunum?
3. Hvussu nógv antibiotika verður nýtt í Føroyum pr. íbúgva í mun til onnur lond, og hvussu nógv er hetta í mun til tey lond, sum brúka minst?
4. Hvat verður gjørt fyri at fáa vitanina út til fólkið, soleiðis at borgarin hevur røttu vitanina og kann virka eftir hesari?
5. Luttaka Føroyar í norðurlenskum samstarvi um fyribyrging av antibiotikaresistensi, um ja, á hvønn hátt?
Svar:
Til nr. 1.
Sjúklingar, ið verða innlagdir á okkurt útlendskt sjúkrahús og sum síðani verða innlagdir á eitt sjúkrahús í Føroyum, verða kannaðir fyri MRSA (Meticillin resistentir Stafylokokkar). Harumframt verða børn, sum eru ættleitt úr londum, har MRSA er meira vanligt enn á okkara leiðum, eisini kannað fyri MRSA.
Um MRSA verður staðfest, verður tann smittaði settur í sonevnda týningarviðgerð. Er talan um persón, ið ikki er innlagdur, verður alt húskið sett í viðgerð. Kontrollkanningar verða gjørdar upp til eitt hálvt ár.
Til nr. 2.
Tað er tikin avgerð um, at rutinukanningar fyri øðrum sløgum av mótstøðuførum bakterium verður sett í verk. Hetta arbeiðið byrjar í næstu viku. Í hesum føri verður neyðugt at senda tær flestu kanningarroyndirnar til Statens Serum Institut at verða dyrkaðar. Einstakar kanningarroyndir kunnu dyrkast í Føroyum.
Til nr. 3.
Ein máti, sum verður nýttur til at máta nýtsluna av antibiotika, er at máta dosir um døgnið fyri hvørjar túsund íbúgvar. í Kønberg frágreiðingini, sum spyrjarin eisini vísur til í viðmerkingunum, er eitt yvirlit frá 2011 yvir hesa nýtslu í Evropa, har nýtslan á sjúkrahúsunum ikki eru tikin við. Sambært yvirlitinum er Holland tað landið, sum brúkti minst antibiotika við umleið 11 dosir og Turkaland mest við umleið 42 dosir. Av teimum Norðurlendsku londunum nýtti Svøríki minst við umleið 14 dosir og Ísland og Finland mest við umleið 20-21 dosir hvør. Noreg og Danmark nýttu umleið 16-17 dosir hvør. Føroyar er ikki við í yvirlitinum, men sambært Landsapotekaranum nýtti Føroyar 15,8 dosir í 2011 og liggja tí enn rímiliga væl fyri samanborið við okkara grannalond.
Til nr. 4.
Tað verða av og á skipað fyri tiltøkum innan økið. Millum annað fyriskipaði Heilsumálaráðið tann 15. apríl 2015 fyri eini MRB ráðstevnu (MRB stendur fyri multiresistentar bakteriur). Ráðstevnan varð løgd til rættis av Smittuverjunevndini á Landssjúkrahúsinum saman við MRB-bólkinum, ið samskipar MRB-virkisætlanina fyri alt landið.
Í kjalarvørrinum av MRB ráðstevnuni, er farið undir at samskipa tey tiltøkini, ið eiga at verða sett í verk, bæði fyri at upplýsa leikum og lærdum. Í hesum sambandi verður undirvísing fyri heilsustarvsfólkini ein týðandi partur umframt upplýsing til borgarar um, hvussu antibiotika eigur at verða brúkt.
Til nr. 5.
Føroyar luttaka í norðurlendskum samstarvi sum partur av MR-S, sum er Norðurlendska Ráðharraráðið fyri almanna- og heilsuøkið.
Bo Kønberg handaði MR-S frágreiðingina við 14 tilmælum tann 11. juni 2014.
Á fundi í oktober 2014 viðgjørdu ráðharrarnir á MR-S fundi frágreiðingina og tilmælini hjá Bo Kønberg. Undirritaði landsstýrismaður luttók á hesum fundinum. MR-S tók undir við tilmælinum hjá Bo Kønberg um m.a. at seta tiltøk í verk viðvíkjandi antibiotika. Sambært niðurstøðuni frá MR-S fundinum samdust ráðharrarnir í fyrstu syftu um, “Att MR-S diskuterar rapportens förslag 1 med ministerkollegorna ansvariga för utrikes- och biståndsfrågor”. Málið verður viðgjørt í løtuni.
Heilsumálaráðið, 27. apríl 2015
Karsten Hansen
landsstýrismaður