Vit skulu ikki góðtaka fátækt í Føroyum
Tað er ikki í lagið, at tað eru 1326 børn, ið liva í fátækt. Tey liva eitt lív, har foreldrini ikki hava møguleika at keypa teimum mat hvønn dag. Hetta eigur ikki at verða góðtikið. Fyrradagin hevði samgongan møguleika at givið einum parti av hesum familjum eina kærkomna neyðhjálp. Tað valdu tey at ikki gera, og familjurnar noyðast at bíða í fleiri mánaðir afturat.
Tað kemur tíverri ikki óvart á meg, at samgongan fellur uppskotið, ið skuldi hjálpa allar fátækastu familjunum í Føroyum. Fleiri samgongulimir hava sagt, at tey ynskja at hjálpa, men um har veruliga var vilji, so varð tað gjørt. Tað kennist sum, at tey ikki vita, at tey hava nærum alt valdið í Føroyum, og tí eru tað bara tey, ið kunnu broyta júst hetta. At tey vilja hjálpa kann tí ikki vera allur sannleikin, tí um so var, so høvdu tey hjálpt! Hví er tað so trupult at hjálpa teimum, ið hava størstan tørv á at fáa hjálp?
Meðan summi hava fingið fleiri pengar um hendurnar, so eru tað summi, ið hava torført at fáa heitan mat á borðið hvønn dag. Tað sæst týðiliga, hvønn veg vit sum samfelag eru ávegis at fara. Vit eru ávegis móti einum samfelagið, har tey ríku gerast ríkari, og fátøku gerast fátækari. Avleiðingarnar av hesum eru syrgiligar, og oyðileggjandi fyri Føroyar.
Eitt ójavnari samfelag hevur við sær eitt ólukkuligari samfelag, og eitt javnari samfelag hevur við sær eitt lukkuligar samfelag. Eitt lukkuligt samfelag er ikki grundað á um BTÚ hjá Føroyum veksur, men tað er grundað á, hvussu stórur munur er á teimum ríkastu og fátækastu í landinum. Í teimum londunum har ójavnin er størstur eru tað fleiri, ið gera sjálvmorð – fleiri, ið misnýta rúsdrekka, fleiri, ið fáa børn í ov ungum aldri – fleiri, ið eru ov tjúkk o.s.fr. Hesum eiga vit at arbeiða ímóti. Hetta vísa umfatandi kanningarnar hjá Richard Wilkinson og Kate Pickett.
Eg góðtaki ikki, at Føroyar fer at síggja soleiðis út. Vit kunnu ikki sum samfelag góðtaka, at summi eiga milliónir á bók, meðan onnur ikki klára at fáa endarnar at røkka saman. Lukkutíð ber tað væl til at broyta keðiligu gongdina. Okkum tørvar eina nýggja stjórn, sum arbeiðir fyri øllum, sum búgva í Føroyum. Vit skulu lækka inntøkuskattin hjá teimum við lág- og meðalinntøku, fáa betri og bíligari bústaðarviðurskifti, veita serligt barnaískoyti til serliga sperdar familjur og vit mugu tryggja okkum, at veitingar frá tí almenna og úr arbeiðsmarknaðarskipanum avmynda føroyska kostnaðarstøði. Tað hevur eisini stóran týdning, at vit fara at kanna, hvussu vit kunnu lækka kostnaðarstøði í Føroyum.
Kristina Clementsen,
Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi