Johan Dahl hevur svarað Høgna Hoydal viðvíkjandi mykinessiglingini
Her í mai mánað, tá ið mykinessiglingin byrjar, hevur báturin Jósup, ið varð bygdur til hesa farleið, verið tikin úr siglingini. Ístaðin er Jósup fluttur til at røkja aðra leið fyri Strandferðsluna. Mykinesfólk hava ímeðan havt eitt munandi meira óhøgligt flutningsfar.
Høgni spurdi m.a., hvussu tað ber til, at mykinesfólk í tíðarskeið fáa verri tænastu á eini farleið, sum er útboðin til privat at røkja. Tað tykist undrunarvert, um ongar treytir eru settar í sáttmálanum um at halda tænastustøðið við ávísum flutningsfari. Og tað tykist sum mismunur, at farleiðin til Mykinesar skal fáa verri tænastu, tí egnaði báturin verður bjóðaður fram at røkja sigling til aðrar oyggjar fyri strandfaraskip, sum skal í dokk. Frammanundan hevur Mykines bert sjóvegis farleið frá mai til august, og at tann egnaði báturin er tryggjaður til at sigla hetta avmarkaða tíðarskeiðið, átti at verið sjálvsagt.
Spurningurin og svarið hjá Johan Dahl kann lesast á hesi leinkju:
http://www.logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebs?caseWrittenQuestion.id=516&menuChanged=55