§ 52a fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um manglandi bústað v.m. til ung á Rásini – einaferð enn!
1. Er tað rætt, at avgerð er tikin um, ikki at taka nýggjar næmingar inn á Rásina komandi ár, tí møguligt er ikki at bjóða verandi næmingum hóskandi bústað v.m.?
2. Hava verandi næmingar á Rásini enn ikki fingið bústað v.m. bjóðaðan eftir, at tíðin á Rásini er liðug nú seinast í juni?
3. Um ikki, hví er hetta ikki komið í rættlag eftir 3 árum?
4. Um ikki, er hetta í samsvari við §6, stk. 4, í lóg um skúlatilboð til ung við breki?
5. Um ikki, er hetta ikki brot á ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu?
6. Er tað rætt, at ætlanin er, at leingja tíðarskeiðið hjá verandi næmingum á Rásini, eins og gjørt varð fyri 3-4 árum síðan?
7. Hvat ger Almannamálaráðið ítøkiliga fyri at tryggja, at verandi næmingar fáa bústað v.m. í øki eftir egnum vali í summar, og at nýggir næmingar harvið kunnu koma inn á Rásina komandi ár?
8. Nær er varandi bústaðarloysn funnin til øll tey ungu frá Rásini, sum fingu eina fyribils bústaðarloysn fyri 3-4 árum síðan?
9. Heldur landsstýriskvinnan at Almannamálaráðið og Mentamálaráðið hava røkt sína uppgávu í hesum málinum?
Viðmerkingar
7 ung fólk við menningartarni eru liðug við 3-ára útbúgving teirra á Rásini nú seinast í juni. Hóast hetta, so er enn ongin loysn fingin á, hvar tey ungu skulu búgva og virka eftir lokið skúlaskeið.
Tíverri sær tað út til, at søgan er við at endurtaka seg. Tí fyri 3-4 árum síðan var neyðugt at leingja tíðarskeiðið hjá táverandi næmingum við ½ ári, tí ongin bústaður v.m. var klárur til tey, tá tey vóru liðug við skúlan. Eftir ½ árið fingu tey eina fyribils bústaðarloysn.
Tað var tá ein gøla myndugleikarnir ikki høvdu tosað saman og tryggja teimum ungu nøktandi bústaðar- og virksemisloysn eftir lokna skúlagongd. Hetta hóast myndugleikarnir høvdu havt 3 ár at fyrireika hetta. Almannamálaráðið og Mentamálaráðið lovaðu tá, at hetta skuldi ikki endurtaka seg.
Nú eru 3-4 ár aftur farin framvið, og 7 næmingar eru nú aftur til reiðar at flyta í egnan bústað og fara undir vart starv ella annað hóskandi virksemi. Men sum skilst er heldur ikki hesuferð nakað klárt til tey ungu frá Rásini.
Hetta hendir enntá hóast tað í lóg um skúlatilboð til ung við breki í §6, stk. 4 verður ásett: “Ráðgevandi bólkurin skal saman við foreldrum og øðrum myndugleikum fyrireika bústaðar-, frítíðar- og arbeiðstilboð til tey ungu eftir lokið skúlaskeið”. Eisini hava Føroyar samtykt og sett í verk ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu.
Men einaferð enn standa foreldur, lærarar og tey ungu í eini ótolandi støðu, ið undir ongum umstøðum kann góðtakast. Ein støða sum er óskiljandi, tá myndugleikarnir hava havt meira enn 3 ár at fyrireika eina góða loysn.
Fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag sum skjótast, verður hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni á almannamálum.
Á Løgtingi, 10. juni 2015
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi