Lýsing

Vit fylkjast um tjóðskaparrøddina

Nakað stórt er við at henda! Tað, sum fyri nøkrum vikum síðani sá út til at vera ómøguligt, kann nú gerast til veruleika, við at veljarin fellir annað sambandsumboðið á valinum í morgin
Men fyri at røkka málinum, noyðast vit at sleppa flokspolitikkinum eina løtu, og í staðin hugsa tjóðskaparliga. Vanliga duga vit føroyingar væl at finna viðurskifti, ið spjaða
Men hetta sundurlyndið eigur tó at verða lagt til viks á valinum í morgin. Tí týdningurin av hesuferð at vinna føroysku tjóðskaparrøddini sæti á danatingi, eigur at vinna á tí vanliga sundurlyndinum
Tað verður sostatt ikki ein tjóðveldisrødd, men ein tjóðskaparrød, vit fara at hoyra á danatingi, um listi E megnar at vinna annan sessin
– Eg vil, alt tað er eri mentur, virka fyri at savna tjóðskaparsinnaðar føroyingar
– Eg vil tí virka fyri, at tann føroyska tjóðskaparrøddin á danatingi ikki ber ósemjurnar í tjóðskaparrørsluni við sær á danating
– Og eg vil virka fyri, at okkara sjálvsøgdu rættindi til egna grundlóg og egið fiskiríkidømi ikki verða heglað undir fótum av dønum, eins og tað er hent í seinasta valskeiði
Lat ikki sundurlyndið føra til, at atkvøðan verður blakað burtur til onkran, sum kortini ongan møguleika hevur at verða valdur
Set krossin har møguleikin fyri at vinna er størstur – við lista E

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad