Lýsing

Hvalastøðin við Áir

Leinkja til orðaskiftið

Spyrjari:  Gunvør Balle

Svarari:  Bjørn Kalsø

Á tingfundi 30. september 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

  1. Ætlar landsstýrismaðurin at fylgja tilmælinum um at skipa hvalastøðina við Áir og økið sunnanfyri sum ein depil, ið fevnir um savnsvirksemi, frítíðarvirksemi og vinnuvirksemi?
  2. Eru nakrar ætlanir um at skipa eitt sjóvinnusavn í hesum sambandi ella aðra staðni í landinum?
  3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at føroyski báturin og handverkið at smíða føroyskar bátar verður varðveitt?

Viðmerkingar:

Eitt álit varð handað Mentamálaráðnum í oktober 2013 um at gera Hvalastøðina við Áir – ein av teimum heilt fáu, ið eru eftir í heiminum – til livandi savn og spennandi upplivingardepil. Hvala­støðin umboðar ein týdningarmiklan part av føroyskari ídnaðarsøgu í 20. øld og er hin einasta, ið er varðveitt á norðaru jarðarhálvu.
Í álitinum vóru m.o hesi tilmæli:

•         at farið verður undir varðveiting av Hvalastøðini við Áir við tí endamáli, at hvalastøðin verður skipað sum savn.

•         at økið við Áir verður skipað sum ein depil fyri ferðavinnu og mentanarsøguligum upplivingum við serligum atliti at sjóvinnu.

•         at virksemið verður skipað í samstarvi millum land, kommunu og privata vinnu.

 

Víðari verður sagt í álitinum, at høvuðsatdráttirnir í upplivingardeplinum er hvalastøðin, ið verður gjørd til antikvariskt aktiv og livandi savnsvirksemi við atliti at føroyskari sjóvinnu í modernaðari tíð, t.e. eftir 1856. Harumframt verður skipað mentanarsøguligt savn fyri Sunda kommunu. Hentleikar so sum ráðstevnuhøli, gistingarmøguleikar, matstovuvirksemi, havna­hentleikar hjá frítíðarsiglarum, campingpláss, útleigan av smábátum og smáttum eiga at verða knýttir at deplinum.

Eingin ivi er um, at stórir menningarmøguleikar liggja í Hvalastøðini við Áir og teimum møguleikum fyri livandi savni, sum álitið vísir á. Møguleikar fyri føroyingar eins væl og fyri ferðafólk at kunna seg um okkara søgu í einum livandi savni og upplivingardepli. Tilboðini røkka frá savnsupplivingum til frítíðarupplivingar, sum styðja upp undir hvørt annað, av tí at alt so ella so er tengt at sjónum. Hugsað verður um skúlaflokkar, ferðafólk og serliga fólk, ið eiga bát ella hava áhuga fyri sjóítrótti, handilsfólk, ið síggja møguleikar í hesum, familjur við børnum, ið hava hug at leiga seg inn eitt vikuskifti, onnur áhugað, eitt nú pensjónistar, ið sjálvboðin hava hug at hjálpa til í varðveitingararbeiðinum, skúlabørn á setursskúla, fólk í nærøkinum og so tey, sum á ferðini eftir landsvegnum fáa hug at steðga á til eina uppliving í egnum landi.

Í sama áliti mælir nevndin til, at alment sjóvinnusavn verður staðsett í sambandi við hvalasavns­um­hvørvið við Áir, og at bátasmiðja, har føroyskir bátar verða smíðaðir, verður partur av hesum umhvørvi.

Tað er sera undrunavert, at Føroyar enn ikki hava eitt sjóvinnusavn. Sjóvinna hevur verið høvuðsvinna okkara síðan umleið 1890, t.e. um sama mundið, sum norska stórhvalaveiðan tók seg upp. Hóast stórar búskaparligar broytingar eru farnar fram í føroyska samfelagnum, og tilvitið um týdningin av søvnum er munandi økt, so hava myndugleikarnir enn ikki raðfest eina skipaða museala innsavning fyri at tryggja materiella mentanararvin frá sjóvinnuni. Tað er umráðandi, at vit lata eftirkomarar okkara fáa innlit í hendan stóra og týðandi part av okkara vinnulívssøgu, meðan tíð enn er.

Sum heild er álitið ómetaliga spennandi og eitt gott boð uppá at knýta søgu og savnsvirksemi saman við nútíðar tørvi á upplivingum, ferðavinnu og frítíðarlívi. Tí er tað undrunarvert at einki er frætt úr Mentamálaráðnum um ætlanir á hesum øki, og spurningurin er, um hetta álitið eisini bert er lagt í skuffuna og gloymt.

Á tingfundi 7. oktober 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:  Á tingfundi 19. november 2014 svaraði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

   Svar

Til 1:  Ætlanirnar at skipa Hvalastøðina við Áir sum ein upplivingardepil vóru av fyrstan tíð orðaðar í ávegis áliti um Hvalastøðina við Áir sum sjóvinnusavn frá 2007. Hetta gjørdist grundarlagið fyri, at Løgtingið síðan 2011 hevur játtað Søvnum Landsins 7 mió. kr. til bráðfeingis viðlíkahald av bygningunum og annað varðveitingararbeiði á Hvalastøðini við Áir. Stórur vandi var tá fyri, at fleiri av bygningunum skuldu farast, tí teir vóru í so ringum standi. Bráðfeingis umvælingar eru gjørdar á stóru bygningarnar Tørkuna og Spikkókaríið, umframt at Pressuloftið og Fugan eru umvæld. Byrjað er upp á Kristnastovu, men játtanin, sum í 2014 er 1 mió. kr., rakk ikki til at gera arbeiðið liðugt í ár. Næsta stóra takið verður Ketilshúsið. Síðan mangla Eldsmiðjan, planurin og tey gulu húsini, Titan, Verkstaðurin og Búðin.

Víðlíkahaldið er grundarstøðið undir, at Hvalastøðin við Áir kann verða varðveitt fyri eftirtíðina.

Í álitinum um økisskipan við Áir frá 2013 verður mælt til at skipa Hvalastøðina við Áir og økið sunnanfyri sum ein depil, ið fevnir um savnsvirksemi, frítíðarvirksemi og vinnuvirksemi. Í álitinum verður staðfest, at ein fortreyt fyri, at hvalastøðin í framtíðini kann lata upp sum savn, er, at virksemið, sum Vinnuháskúlin hevur í økinum, verður flutt í annað stað.

Brandskúlavirksemið við Áir er ein vælvirkandi og týðandi eind hjá Vinnuháskúlanum. Tí verður virksemið har ikki flutt eftir einum degi, men eftir skipaðum viðurskiftum, so farast kann undir fyrsta stigið, sum mælt verður til í álitinum, at Hvalastøðin við Áir kann lata upp sum savn. Hetta fyrsta stigið fevnir um áðurnevndu bráðfeingis umvælingar, nýbygging av savnsbygningi, har Búðin stóð, og uppbygging av framsýningum. Enn er tó tørvur á at fáa fíggingina til savnið upp á pláss. Hetta verður, afturat bráðfeingis viðlíkahaldinum, mett at kosta 6,7 mió. kr.. Harafturat koma útreiðslur til framsýningar og rakstur av savninum. Afturat tí íløgu, ið landið ger, ber til at troyta grunnar, ið stuðla savnsbygging, til endamálið.

Næsta stigið, sum fevnir um savnsvirksemi, frítíðarvirksemi og vinnuvirksemi, er umfatandi, og byggir á, at bæði land, kommuna og privat vinnurekandi eru við í ætlanini. Nevnast kann, at Sunda kommuna, sum hevur verið við í arbeiðinum við báðum álitunum um hvalastøðina, tekur undir við ætlanini, og hevur samtykt, at økið, sum kommunan eigur sunnan fyri hvalastøðina, verður lagt av til virksemi í sambandi við upplivingardepilin við Áir.

 

Til 2:  Í álitinum um økisskipan við Áir frá 2013 verður mælt til, at maritimt savnsvirksemi hjá tí almenna verður partur av upplivingardeplinum við Áir.

Í álitinum verður mælt til, at fyrsta stigi verður at skipa sjálva hvalastøðina sum savn, og at næsta stigið verður at skipa økið sunnan fyri hvalastøðina við sjóvinnusavni, frítíðarvirksemi av ymsum slagi og vinnuligum virksemi, ið er knýtt at maritima umhvørvinum.

At skipa eitt sjóvinnusavn við Áir verður í álitinum mett at kosta knappar 40 mió. kr.

Ætlanin er sostatt at skipa sjóvinnusavn afturat Hvalastøðini við Áir, men enn eru avbjóðingar at loysa, áðrenn hesar ætlanir kunnu verða veruleiki, bæði í mun til planlegging og fígging av verkætlanini.

 

Til 3:  Hópur av føroyskum bátum eru varveittir, og fleiri av teimum eru eisini í góðum standi. Bátarnir standa í neystum um landið, á Fornminnissavninum, á Norðoya Fornminnissavni, á batasavninum í Leirvík og aðrastaðni. Áhugabólkar og søvn ymsastaðni kring landið, eitt nú í Svínoy, í Miðvági og í Vági, hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varðveita nógvu bátarnar har, og bátafeløg, eitt nú í Havn, á Tvøroyri og á Toftum royna at halda tey ungu til. Kappróðrarfeløgini kring landið eru eisini við til at menna áhugan fyri føroyska bátinum. Sostatt ber til at staðfesta, at tað almenna savnskervið, áhugabólkar, feløg og einstaklingar kring landið øll gera sítt til at vera um tann siðbundna føroyska bátin.

Verri er statt við føroyskum bátasmíði, tí hóast dugnaligir bátasmiðir enn finnast, er marknaðurin fyri føroyska bátin nú so lítil, at bátasmiðirnir ikki hava nóg nógv um hendurnar, soleiðis at hugsingur er um at seta lærlingar. Teir bátasmiðir, sum royna at hava sítt handverk sum vinnuveg, kunnu teljast á einari hond, meðan aðrir hava handverkið framíhjá. Fyri tað mesta er talan um umvælingar, og fáir nýggir bátar verða smíðaðir. Og tá soleiðis er, er vandi fyri, at aldargamla handverkið og harvið eisini báturin fer í søguna.

Tí havi eg ta greiðu fatan, at neyðugt er við átøkum fyri at varðveita aldargamla handverkið, sum er eindømi í heiminum, og sum hevur verið grundarlagið undir, at vit hava kunnað lívbjargað okkum á klettunum í øldir.

Í áliti um føroyskt bátasmíð frá 2012, verður víst á, at í londunum kring okkum, eitt nú í Hetlandi, Noregi og Danmark, verða siðbundnar bátasmiðjur skipaðar sum livandi søvn, og eg meti, at hetta er ein gongd leið, eisini hjá okkum.

Á Tvøroyri hevur verið arbeitt við eini verkætlan um at skipa eina bátasmiðju sum eitt Économusée, har vitjandi fáa høvi at síggja handverkið og kunnu royna seg í einum føroyskum báti.

Í álitinum um økisskipan við Áir frá 2013 verður nevnt, at ein bátasmiðja kundi verið partur av upplivingardeplinum við Áir, og at ein bátagoymsla við framsýningarmøguleikum eisini kundi verið staðsett har. Tað kundi verið eitt hugskot, men tað ber eisini til at skipa slíka bátasmiðju aðrastaðni. Tað, sum hevur týdning, er, at grundarlag er fyri at hava lærlingar, soleiðis at siðbundna handverkið kann verða ført víðari til komandi ættarlið. Tað er harafturat av týdningi, at útbúgvingin til bátasmið verður skipað sum ein yrkisútbúgving, soleiðis at lærlingar fáa prógv í siðbundna handverkinum eftir lokna útbúgving. Eisini átti skeiðstilboð í bátasmíði at verið á tekniskum skúla.

Sum sagt, er marknaðurin lítil fyri føroyska bátinum, tí alsamt færri hava áhuga í at eiga bát til ta nýtslu, sum føroyski báturin vanliga er ætlaður til. Harafturat er kappingin frá útlendskum glastrevjabátum og øðrum marglætisførum stór. Somuleiðis er tvørligt at útvega tilfar til bátasmíð. Vælegnað timbur og ikki minst bátaseymur eru trupul og kostnaðarmikil at fáa hendur á. Eitt nú er tað orsakað av áhuga og árræði frá einum persóni í landinum, sum innflytur seym og sjálvur ger røður, at tað í heila taki ber til at umvæla og byggja føroyskar bátar í dag.

Tí verður tað eftir míni bestu sannføring tørvur á fleiri átøkum fyri at tryggja, at føroyskt bátasmíð og at føroyski báturin verður varðveittur.

Hetta kann verða gjørt við, at stuðul verður veittur føroyskum bátasmíði, antin við at MVG og onnur avgjøld vera tikin av, ella við at beinleiðis stuðul verður veittur á fíggjarlógini. Hetta fer Mentamálaráðið at kanna nærri. Verður ein stuðulsskipan gjørd, kann hon stuðla áhugafeløgum og tiltøkum, ið virka til frama fyri føroyska bátinum, og sum fremja brúkið av føroyska bátinum og hon kann harumframt stuðla livandi søvnum, soleiðis at tað virði, ið liggur í føroyska bátinum og føroyskum bátasmíði, kann verða gagnnýtt í frítíðar- og ferðavinnuni.

Ein annar partur av arbeiðinum við at varðveita handverkið at smíða føroyskar bátar, er at skapa neyðugar karmar fyri varðveiting av siðbundna handverkinum. Á tí økinum arbeiða vit í Mentamálaráðnum við at fáa UNESCO sáttmálan til verju av óítøkiliga mentanararvinum at koma í gildi fyri Føroyar. Hesin sáttmáli setur karmar fyri, hvussu arbeitt verður við teimum evnum, sum óítøkiligi mentanararvurin fevnir um, m.a. siðbundið handverk, og harvið eisini um føroyskt bátasmíð.

Tað hevur alstóran týdning, at vit varðveita føroyska bátin og siðbundna bátasmíði, og tað er tí av týdningi, at vit gera tað, vit kunnu, fyri at skapa føroyskum bátasmíði livilíkindi.

Málið avgreitt.

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad