Høgni fingið svar uppá spurning um Strandfaraskip Landsins
Høgni Hoydal hevur fingið svar uppá skrivligan fyrispurning um ráðgeving og keyp av uttanhýsis tænastum í sambandi við kanningarmálið um Strandfaraskip Landsins
Svar uppá § 52a fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 17/2014, um ráðgeving og keyp av uttanhýsis tænastum í sambandi við kanningarmálið um Strandfaraskip Landsins
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin keypt uttanhýsis ráðgeving og tænastur í sambandi við kanningarmálið um játtan og nýtslu hjá Strandfaraskipum Landsins í 2013 – antin persónliga ella umvegis Vinnumálaráðið?
2. Um svarið er játtandi, hvørja ráðgeving og tænastu er talan um, og hvat hevur tað kostað?
3. Hvør hevur ráðgivið og veitt tænastu til landsstýrismannin í sambandi við tíðindaskrivini, ið vórðu send út og løgd á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum leygardagin 25. november 2014, har niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini vórðu lagdar út til frama fyri landsstýrismannin, hóast Landsstýrismálanevndin ikki hevði almannakunngjørt sína frágreiðing?
Svar:
Til nr. 1
Ja, Vinnumálaráðið hevur keypt uttanhýsis ráðgeving og tænastur í sambandi við kanningarmálið um játtan og nýtslu hjá Strandfaraskipum Landsins í 2013.
Til nr. 2
Talan er um løgfrøðiliga ráðgeving, sum hevur kostað 79.800 uttan mvg í sambandi við landsstýrismálanevndina.
Til nr. 3
Vinnumálaráðið hevur ráðgivið og veitt landsstýrismanninum tænastur í sambandi við tíðindaskrivini. Uttanhýsis løgfrøðiligi ráðgevin í sambandi við kanningarmálið og uttanhýsis fjølmiðlaráðgevi hava eisini havt ein leiklut i tilgongdini.
Vinnumálaráðið, tann 17. november 2014
Johan Dahl
landsstýrismaður