Lýsing

Listin stuðlar valstríði

undirskriving_DSC_0151

Listaverkið verður talmerkt og undirskrivað.

Nú hevur tú høvi at ogna tær list við politiskum broddi

Ikki øll halda, at list er politisk. Somuleiðis eru tey, sum halda, at list ikki eigur at vera politisk, at list umboðar nakað jaligt og ikki skal dragast niður á eitt so lágt støði, sum politikkur onkuntíð kann koma niður á.

Men hetta skal ikki verða ein forðing fyri, at vit aftur nú til komandi løgtingsval bjóða stuðlum og øðrum áhugaðum at ogna sær list á høgum stigi, sum eisini hevur ein avgjørdan politiskan brodd.

Myndlist og kvæðayrking

Aftur hesaferð eru tað listamenninir Tróndur Patursson og Carl Jóhan Jensen, sum saman hava gjørt eitt áhugavert og øðrvísi listaverk, sum Jan Andersson grafikari hevur prentað á Steinprenti.

Myndevnið í prentinum er reytt og ímyndar lívið sjálvt, tess bjørtu og minni bjørtu síður og ikki minst tráanina eftir frælsi og ljósinum, sum í tí liggur. Soleiðis lýsir listamaðurin sjálvur myndevnið, sum eisini skal síggjast sum eitt ynski um eitt skipanarligt skifti á tí politiska pallinum og eina bjartari framtíð í Føroyum.

Teksturin á listaverkinum er í handskrift Carl Jóhan Jensens og brot burtur úr einum longri kvæði, sum skaldið nýliga hevur yrkt um sitandi løgmann og hansara næstu skutulsveinar.

endaliga_prent_DSC_0161Stuðul til valstríð

Listaverkið er gjørt sum stuðul til valstríð Tjóðveldis, og innkomni peningurin fer til at rinda útreiðslur til valstríðið hjá valevnum Tjóðveldis til løgtingsvalið 1. september. Tað er flokkurin, sum umsitur stuðulin, ið kemur inn.

72 listaverk eru prentað, numrerað og signerað av báðum listamonnunum.. Hvørt verkið kostar 1600 krónur. Við rammu kostar verkið 2100 krónur. Bíleggjast kann við at senda teldupost til john@gramar.fo ella á telefon 599001.

Meira um listaverkið á Facebook.

John Dalsgarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad