Fiskivinnan hevur alt at siga fyri føroyingar. Tí er tað avgerand, at fiskivinnan fær tryggar karmar at virka undir, eisini aftaná 2018, tá verandi fiskiloyvi ganga út. Samgongan megnaði ikki at gera ein fiskivinnureform, sum gav vinnuni tann neyðuga tryggleikan. Í staðin verður hetta uppgávan hjá eini komandi samgongu.
Fiskivinnan hongur óloysiliga saman við tí samfelag hon virkar í. Virðini, sum verða skapt, verða ikki bara skapt av teimum, sum føra fiskin til lands. Tey verða eisini skapt av flakakvinnuni, sum hagreiðir fiskin. Virðini verða eisini skapt av pakkarunum, sum fáa fiskin inn á frystigoymsluna og virðini verða skapt av sølufólkinum, sum skulu royna at fáa sum mest fyri fiskin. Øll hesi eru lið í eini ketu, sum skapar virðisøking, ið kemur øllum til góðar – vinnnulívi eins og samfelagi.
Dynamikkurin í fiskivinnuni skal tryggjast ígjøgnum marknaðarkreftirnar. Men at áleggja fiskivinnuni ovurstórar útreiðslur fyri fiskiloyvini, langt áðrenn loyst verður frá kai er at misskilja marknaðarkreftirnar. Tí skulu fiskiloyvini ikki keypast og seljast, sum tað hendir í dag, tá skip verða keypt og seld fyri at fáa fatur á loyvum, tá ið fiskivinnureformurin verður gjørdur. Í staðin eiga marknaðarkreftirnar at koma til sín rætt, tá tilfeingisgjaldið verður ásett. Hetta skal gerast á tann hátt, at tá fiskidagar og kvotur verða bjóðað fram á einum almennum fiskidagamarknað, so bjóðar keyparin uppá, hvussu høgt tilfeingisgjald hann vil lata. Og tann sum vil gjalda tað hægsta tilfeingisgjaldið, vinnur. Úrslitið verður, at tilfeingisgjaldið verður tengt at virðisøkingini av fiskinum, og ikki at sjálvum fiskiloyvinum.
Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, og tað skal ikki broytast. Tí skal hvørki verða møguligt at veðseta fiskiloyvi, ella at selja tey víðari. Tey skulu inndragast tá tey ikki verða brúkt, og útskrivast tá hetta er ráðiligt í mun til veiðitrýstið. Og sjálvandi skulu fiskiloyvi ikki latast strámonnum fyri útlendskan kapital.
Tá vit koma til 2018 má skil fáast uppá øll tey mongu fiskiloyvini, sum antin liggja óbrúkt ella liggja í hondunum hjá strámonnum. Men sjálvandi skal tað vera gjørligt hjá teimum, sum frammanundan eru í fiskivinnuni og hava gjørt stórar íløgur í skip, at halda fram og at virka í eini nýggjari skipan. Samstundis skal tað eisini verða møguligt hjá nýggjum og virkisfýsnum vinnulívsfólki at sleppa framat.
Verið eg valdur á ting er hetta innihaldið í tí fiskivinnureformi eg vil arbeiða fyri.
X við E
X við Jóhann Lützen