Lýsing

32 arbeiðspláss eru mist á Elektron síðani 2010

Í dag verður støðan á Elektron og framtíðin hjá føroyskari KT-vinnu og KT-trygd viðgjørd á tingi. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur svarað einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal um avleiðingarnar av, at bankarnir fluttu netbankan og allar sínar KT-skipanir av landinum.

Í svarinum kemur m.a. fram, at Elektron hevur mist ein triðing av sínum starvsfólki síðani 2010 – 32 starvsfólk.

Eisini kemur fram, at landsstýrið noyðist at brúka stórar upphæddir til at umleggja skatta-innkrevjingina.

Og onki bendir á í svarinum, at landsstýrið hevur nakrar ætlanir um at venda gongdini og at gera føroyskar loysnir á økinum – heldur ikki fyri elektroniskari undirskrivt, ið er í ferð við at verða flutt av landinum eisini.

Seinnapartin í dag skal spurningurin og svarið viðgerast á løgtingi, har høvi verður hjá øllum tingfólki at siga sína hugsan

Svar upp á fyrispurning í løgtingsmáli nr. S-10/2014 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi støðuni á Elektron, avreiðing av KT-virksemi úr Føroyum, føroyskari loysn fyri elektroniska undirskrift o.a.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvør er fíggjarliga støðan hjá P/F Elektron, og hvørji eru útlitini fyri inntøkum, virksemi og arbeiðsplássum hjá fyritøkuni komandi árini?

2. Hvussu samsvara støðan og útlitini hjá P/F Elektron við tær upplýsingar og metingar, sum nevndin og leiðslan í fyritøkuni hava upplýst Løgtinginum, landsstýrinum og almenninginum, síðan byrjað varð at flyta alt KT-virksemið hjá peningastovnunum av landinum í 2004 – m.a. tá Løgtingið hevur viðgjørt røð av lógaruppskotum um at steðga flytingini og at taka virk¬semið heimaftur?

3. Hvussu nógv hevur tað kostað í krónum og oyrum hjá eigarunum av P/F Elektron (Lands¬stýrinum og peningstovnunum) at flyta alt virksemið av landinum?

4. Hvussu nógv hevur tað kostað og fer at kosta landskassanum at gera nýggjar/broyttar KT-loysnir, ið kunnu samskifta við tær útfluttu skipanirnar hjá peningastovnunum?

5. Hvussu nógvir peningur verður nýttur árliga í rakstrarútreiðslum og íløgum hjá føroysku peningastovnunum til at gjalda til ta fyritøkuna/fyritøkurnar, sum virksemið er flutt til uttanlands?

6. Hvussu trygga fyri føroyskar brúkarar metir landsstýrið, at útflutta skipanin við persónsupplýsingum hjá øllum føroyingum er – og hvat ger landsstýrið fyri at kunna standa til svars mótvegis føroyskum brúkarum um, at trygdin er í lagi?

7. Hvussu nógv arbeiðspláss eru mist í sambandi við KT-virksemið hjá P/F Elektron, síðani bankarnir byrjaðu at flyta virksemið av landinum?

8. Hevur P/F Elektron – ella annar føroyskur veitari – møguleika at gera eina skipan við elektroniskari undirskrift í Føroyum – og er nakað gjørt á hesum øki?

9. Hví boða peningastovnar frá, at ætlanin er at nýta ta donsku skipanina NEM-ID – og hvat hevur landsstýrið gjørt og ætlar at gera í hesum sambandi?

10. Hvat hevur landsstýrið gjørt sum politiskur myndugleiki og sum partaeigari í P/F Elektron til tess at tryggja føroyskar førleikar, trygd, arbeiðspláss og ávirkan á hesar grundleggjandi KT-tænastur og nýtsluna av persónsupplýsingum hjá øllum føroyingum?

11. Hvat hevur landsstýrið gjørt, síðani seinasta uppskotið hjá Tjóðveldi á Løgtingi um at fáa føroyskar skipanir at virka aftur varð felt – men har meirilutin í Rættarnevnd Løgtingsins í sínum áliti kravdi eina eftirmeting av, um tað var rætt at flyta skipanirnar av landinum?

Til spurning 1
Av roknskapinum hjá P/F Elektron sæst, at gjaldføri felagsins er vánaligt og er versnað seinastu 3 árini. Felagið hevði í 2013 eitt hall á 19,8 mió.kr. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at óvanligar eyka kostnaðarføringar vóru framdar í 2013 á 17 mió.kr., og harvið var vanliga rakstrarhallið 2,8 mió.kr.

Óvanligu kostnaðarføringarnar kunnu í høvuðsheitum býtast í tríggjar bólkar – nevniliga avskriving av goodwill í felagnum, óvanligar kostnaðarføringar til størri verkætlanir og uppsagnarlønir.

Stjórin í Elektron upplýsir fyri Fíggjarmálaráðnum, at P/F Elektron í løtuni setur nýggja kós. Í tí sambandi vera nakrar broytingar framdar, og hetta merkir, at Elektron væntar rakstarligt hall í 2014, umleið javnvág í 2015 og yvirskot í 2016.

Til spurning 2
Eg eri ikki kunnugur við, hvat nevnd og leiðsla hava kunnað Løgtingið um, men tá føroysku peningastovnarnir avgjørdu at flyta teirra kt-rakstur til SDC í Danmark, varð upplýst fyri landsstýrinum, at avtala var gjørd við SDC um, at SDC í ávíst áramál skuldi keypa kt-tænastur frá Elektron. Man metti, at henda avtala kundi geva Elektron royndir og vitan, ið var neyðug fyri at kunna fáa fótin fastan uttan fyri landoddarnar

Til spurning 3 og 5
Eg havi spurt Felagið peningastovnar, um tað kann upplýsa fyri Løgtinginum tey viðurskifti, ið spyrjarin spyr um. Felagið peningastovnar svarar soleiðis:
“Peningastovnarnir kunnu ikki svara hesum spurningum, tí talan deils er um upplýsingar fevndar av tagnarskyldu mótvegis KT-veitaranum og deils um innanhýsis trúnaðarupplýsingar”.
Um upplýsingar um landsins kostnað, verður víst til svar mítt til spurning 4.

Til spurning 4
Tá peningastovnarnir fluttu til SDC, vóru tað fleiri KT-tillagingar sum máttu gerast í TAKS-skipanunum, men peningastovnarnir rindaðu sjálvir fyri stóran part av hesum tillagingum. Tó vóru ymiskar skipanir, sum máttu broytast, og sum eisini viðførdu nýggjar rakstrarkostnaðir í sambandi við gjaldingar og innkrevjing. TAKS hevur ikki gjørt upp, hvørjir KT-kostnaðir eru beinleiðis knýttir at samskiftinum við nýggju peningastovnsskipanina. Tað er eisini trupult at meta um kostnaðir frameftir. Samskiftið ímillum KT-skipanirnar hjá TAKS og peningastovnunum virkar, og ongar ætlaðar um broytingar eru í umbúna.

Í løtuni liggja skattaskipanirnar á gamla mainframe platforminum, ið hevur við sær eyka rakstrarkostnað fyri landið. Arbeitt verður við at leggja skattaskipanirnar á ein nýggjan platform sum skal gera raksturin bíligari.. Hendan verkætlanin kostar landinum 14,7 mió. kr., umframt at 1,5 mió. kr. vórðu brúktar til eina forkanning í 2012. Væntandi kemur umleggingin at geva landinum eina árliga rakstrarsparing uppá 4 mió. kr.

Til spurning 6
Útlendski veitarin av skipanum til peningastovnarnar er undir eftirliti og fylgir altjóða trygdarstandardum. Eg havi ikki orsøk til at halda, at veitarin ikki lýkur neyðug trygdarkrøv.

Til spurning 7
Ikki ber til neyvt at siga, hvussu nógv arbeiðspláss eru mist í sambandi við KT-virksemið hjá P/F Elektron, síðani bankarnir byrjaðu at flyta virksemið av landinum.
Í 2010 lønti P/F Elektron 94 ársverkum. Í 2014 lønar P/F Elektron 62 ársverkum. Leiðslan í Elektron upplýsir, at niðurskurðurin í ársverkum eisini hevur aðrar orsøkir, so sum automatiseringar og effektiviseringar.

Til spurning 8 og 9
Landsstýrið hevur ikki tikið avgerð um talgilda undirskrift, men slík avgerð krevur eina kanning.

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2015 er økið talgilding av Føroyum raðfest við 3 mió. kr. hesin peningur skal nýtast til at lýsa hvussu vit talgilda Føroyar her undir eisini talgilda undirskrift.

Til spurning 10
Tað er harmiligt at KT- virksemið á peningastovnsøkinum er flutt av landinum, og at vit í Føroyum missa vitan og arbeiðspláss, men hetta er ikki nakað, ið landsstýrið hevur myndugleika at forða fyri.

Tað er ikki uppgávan hjá landsstýrinum sum politiskur myndugleiki at fara inn og stýra vinnuni, Tað er hinvegin uppgávan hjá landsstýrinum at verða við til at skapa karmar fyri vinnuligum virksemi í landinum. Tað er eisini ein búskaparlig meginregla, at marknaforðingar virka forðandi fyri búskaparvøkstri og framburði. Hetta er helst eisini orsøkin til, at man frá politiskari síðu tá hevur hildið aftur við lóg at forða fyri, at KT-raksturin hjá peningastovnunum varð fluttur av landinum.

Til spurning 11
Í sínum áliti til løgtingsmál nr. 142 / 2013 uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum sigur rættarnevndin:
“Meirlutin tekur ikki undir við málinum, men metir, at løgmaður, ið varðar av økinum, átti at eftirmett málið við atliti til, um tað var rætt at flyta skipanir av landinum.”

Eg havi ikki gjørt eftirmeting av nevnda máli.

Fíggjarmálaráðið, 24. oktober 2014

Jørgen Niclasen
landsstýrismaður

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad