Lýsing

Ætlanin um bústaðir til sálarsjúk við Íslandsvegin

Leinkja til orðaskiftið

 

Spyrjari: Sirið Stenberg

Svarari: Annika Olsen

Á tingfundi 22. oktober 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.      Kann landsstýriskvinnan greiða Løgtinginum frá, hví ætlanin hjá Bústøðum og Almannaverkinum um at útvega bústað til ung við sálarsjúku ikki bleiv til nakað?

2.      Er tað rætt, at gannaundirskriftir hava broytt ætlanina?

3.      Hevur Almannaverkið lovað fólki íbúðirnar á Íslandsvegnum, áðrenn avtalan var komin upp á pláss?

4.      Er ætlanin, at Almannamálaráðið flytur ábyrgdina av at byggja stovnar til fólk við serligum avbjóðingum til Bústaðir?

5.      Hvør er nú ætlanin við at útvega bústað til fólk við sálarsjúku?

 

Viðmerkingar

Tað vóru skakandi tíðindi í miðlunum í gjár, tá ið tað kom fram í ljósmála, at ætlanin at útvega ungum fólkum við sálarsjúku bústað á Íslandsvegnum er farin fyri bakka.

Í áravís hevur tað verið ein trupulleiki at útvega hesum menniskjum ein bústað. Tí var gleðin stór, tá ið Bústaðir fekk møguleika at fara inn í hetta arbeiðið og harvið vera viðvirkandi til at fremja bú­stað­­arpolitikk landsins í verki.

Vit ynskja eitt inkluderandi samfelag. Eitt samfelag, sum rúmar øllum borgarum, og sum eisini kann bjóða øllum fólkum virðiligar og mennandi umstøður. Henda hugsan má síggjast aftur í veruligum átøkum. Annars eru hugtøkini tómir flosklar, sum geva fólki falskar væntanir um eitt Føroyar fyri øll.

Kunning, kring málið um íbúðirnar á Íslandsvegnum, til almenningin og til Løgtingið er í verandi støðu sera avmarkað. Tì er neyðugt at fáa greiðu á, hvat hetta mál snýr seg um. Er tað veruliga so, at tað eru undirskriftirnar hjá grannunum, sum hava gjørt, at ætlanin fall fyri bakka, ella hvat er orsøkin?

Tað hevur eisini verið víst á, at onkur av fólkunum, sum skuldi fáa bústað á Íslandsvegnum, høvdu fingið at vita, at tey skuldu fáa bústað á Íslandsvegnum, og vóru farin at fyrireika seg at flyta inn. Hesi menniskju eru nú sjálvsagt sera vónbrotin, og kenna seg sviknan – enn einaferð.

Spurningurin er eisini, hvønn leiklut Bústaðir skal hava. Er ætlanin, at teir skulu átaka sær stovnsbygging, ella hvussu?

Søgan hevur víst okkum ræðuligu avleiðingarnar av manglandi vitan og stigmatisering av sálarsjúkum. Hesi fólk hava verið útihýst og goymd burtur. Í áratíggjur hevur verið arbeitt móti at niðurbróta henda hugburð og geva rúmd í samfelagnum fyri øllum. Spurningurin er, hvussu langt vit eru komin á leiðini.

Tað almenna má ganga á odda og vera vegvísari fyri, hvussu vit í føroyska samfelagnum vísa í verki, at vit eru eitt samfelag, har tað er pláss fyri øllum. Tí er umráðandi at fáa greiðu á, um tað eru undirskriftir hjá grannum, sum hava gjørt, at ætlanin á Íslandsvegnum datt niðurfyri. Tì er spurning­urin eisini um Almannaverkið/Almannamálaráðið og Bústaðir hava latið grannahoyringina vera avgerandi fyri avgerðina um at sleppa ætlanini á Íslandsvegnum.

Somuleiðis er umráðnadi at fáa greiðu á, hvør ætlanin nú er at útvega teimum, sum eftir ætlan skuldu búgva á Íslandsvegnum, bústað.

Á tingfundi 23. oktober 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Svar:  Á tingfundi 19. november 2014 svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar til spurning 1

Eins og umrøtt í fjølmiðlunum seinastu viku í oktober, kallaði eg partarnar á fund at hoyra teirra sjónarmið í málinum. Niðurstøðan frá tí fundinum var m.a., at málið bygdi á misskiljingar og var semja um at arbeiða víðari við ætlanini at veita bútilboð við Íslandsvegin, og at fáa neyðug formlig viðurskifti uppá pláss í hesum sambandi.

Semja var tó um, at ferð skal setast á arbeiðið at útvega fleiri nýggjar vardar bústaðir í miðstaðarøkinum, ið eru bygdir til endamálið, eins og staðsetingin á Íslandsvegnum ikki er nøktandi, og at talan tí er um eina bráðfeingis og fyribils loysn.

 

Svar til spurning 2

Eins og tað er komið fram í fjølmiðlunum var eingin undirskriftainnsavnan, og tað er tí ikki rætt, at undirskriftainnsavnan broytti avgerðina.

Men av tí at búfólk vóru kunnaði um hvørjar ætlanir Almannaverkið arbeiddi við, og Almannaverkið var komið so mikið væl ávegis við fyrireikingunum, hava Almannaverkið og Bústaðir avtalað at halda áfram við arbeiðinum at skipa bútilboð á Íslandsvegi 22.

 

Svar til spurning 3

Formligu viðurskiftini, undir hesum eisini avtalan ml. Bústaðir og Almannaverkið hava ikki verið endaliga avgreidd, áðrenn búfólk vórðu kunnaði um ætlanirnar at veita bútilboð við Íslandsvegin. Almannaverkið hevur í løtuni ein bráðfeingis tørv á vardum bústøðum, og fyri teir borgarar, ið hava tørv á vardum bústaði, er henda støða ómetaliga tung at bera.

Almannaverkið hevur játtað borgarum tilboð eftir § 27 og valdi at kunna um, hvørjar ætlanir Almannaverkið hevur arbeitt við soleiðis, at borgarin kundi vita hvat var í væntu. Almannaverkið metti tað vera forsvarligt at kunna borgaran hvat arbeitt varð við, innan ein formlig avtala var undirskrivað. Tá klárt er at flyta inn, fáa tey endaligt tilboð.

Almannamálaráðið má staðfesta, at misskiljing tykist vera um júst hesi viðurskifti. Hóast Almannaverkið er av teirri fatan, at Bústaðir kendi til hesa støðu, hevur Bústaðir víst á, at tey ikki vóru greið yvir, at borgarar longu vóru kunnaðir um ætlanirnar at skipa tilboð á Íslandsvegi 22.

 

Svar til spurning 4

Tað er landið, sum útvegar styttri og longri bútilboð sambært forsorgarlógini og tað er landið, sum hevur ábyrgdina av sambýlum og røktarbústøðum. Tey eru sermerkt við minni sjálvstøðugum íbúðum, felagshølum og felags virksemi. Í sambýlum og røktarbústøðum eru fysisku karmarnir innrættaðir í mun til serliga tørvin hjá búfólkunum. Fermtraprísurin á nýbygdum sambýlum og røktarbústøðum er so mikið høgur, at hesi ikki kunnu fíggjast yvir húsaleiguna hjá tí einstaka, men verða fíggjað umvegis fíggjarlógina og heimilað við verklagslóg. Harumframt verða tað í ávísan mun leigaði hóskandi hølir til endamálið.

Í mun til ætlanina á Íslandsvegnum 22, so er ætlanin í høvuðsheitum at skipa eina styttri búfyriskipan, við einum greiðum menningarendamáli. Fyriskipanin hevur heimild í § 27 í forsorgarlógini ( styttri bú- og viðgerðartilboð) og í § 32 (sambýli). Í tílíkum førum er tað Almannaverkið, ið leigar ein heilan bygning, og er mannagongdin tann sama, uttan mun til um Almannaverkið leigar frá Bústøðum ella frá kommunu, privatum útleigara e.ø.

Tað er annars ikki ætlanin at Bústaðir skal átaka sær uppgávuna at veita høli til bú- og viðgerðartilboð og sambýli, men í tann mun Bústaðir hevur egnaði hølir til taks, er einki, ið forðar fyri, at Bústaðir leigar út til hetta endamálið á jøvnum føti við aðrar útleigarar.

Aðalmálið er tó framyvir at byggja til endamálið heldur enn umbyggja leigaði hølir.

Við nýggju heimildunum í løgtingslóg um Húsalánsgrunn eru Bústaðir bústaðapolitiska amboðið, ið skal fremja bústaðapolitikk landsins í verki. Uppgávan hjá Bústøðum er at tryggja eitt fjøltáttað bústaðaútboð. 5. hvør íbúð hjá Bústøðum verður latin fólki við bústaðasosialum tørvi, eftir visitering frá Almannaverkinum.

Eisini er samstarv tikið upp ímillum Almannamálaráðið og Bústaðir, um at útvega búfelagsskapir sambært forsorgarlógini.

Hesir búfelagsskapir eru sermerktir við samanbygdum ella tættliggjandi íbúðum við egnari inngongd, og við møguligum felagshølum. (Møguligt felagshøli er tá ein av íbúðunum). Talan er um vanligar leiguíbúðir, ið eru hóskandi til ein og hvønn, og sum ikki hava serliga innrætting. Talan um leigubústaðir, ið bera øll lívsskeið, eru atkomuligir og hava algilt snið. Hetta slagið av vardum bústøðum er ikki roynt áður í Føroyum og fyrstu verkætlanirnar av hesum slagi eru búfelagsskapirnar í Klaksvík og Runavík. Íbúðirnar í Klaksvík verða klárar í næstum, meðan íbúðirnar í Runavík, verða væntandi klárar komandi ár.

Allar íbúðir, ið Bústaðir útvegar, verða fíggjaðar umvegis húsaleiguna, sum leigarin rindar.

Sí annars svarið til spurning 5.

 

Svar til spurning 5

Málið um bútilboð við Íslandsvegin skyldast tí ovurhonds stóra tørvi, ið er á nøktandi kørmum, bæði til styttri og longri bútilboð, hetta bæði sambært forsorgarlógini, men eisini tørvinum á nøktandi leigubústøðum á vanliga bústaðamarknaðinum fyri fólk við serligum avbjóðingum, sum ikki neyðturviliga hava tørv á einum vardum bústaði.

Ein av niðurstøðunum frá hesum máli er, at ferð má setast á arbeiðið at útvega nøktandi bústaðakarmar. Bæði kring landið, men ikki minst í miðstaðarøkinum.

At vardir bústaðir verða skipaðir í umbygdum sethúsum er ikki ein gongd leið. Hesi sambýli veita ikki í nóg stóran mun nøktandi karmar um langtíðar bústað og hava bústaðarumstøðurnar stóra ávirkan á frælsi og sjálvbjargni hjá tí einstaka. Bústaðaumstøðurnar hjá fólki skapa karmar um onnur sjálvsøgd mannarættindi, eitt nú økt sjálvsræði, øktan sjálvsavgerðarrætt, umframt rættin til heima- og privatlív. Sostatt er umráðandi at vit, sum skjótast, fáa útvegað nøktandi bústaðakarmar til ovurhondsstóra tørvin, bæði hjá teimum, sum longu eru í skipanini, men eisini hjá teimum sum enn standa á bíðilista at fáa ein bústað.

Almannamálaráðið hevur í hesum sambandi heitt á Almannaverkið um at gera eitt samlað yvirlit yvir ynski og tørv á vardum bústøðum sambært § 32 og bú- og viðgerðartilboðum sambært § 27 í forsorgarlógini. Yvirlitið skal m.a. gerast í mun til bíðilista, málbólk og staðseting. Arbeiðið at gera umbidna yvirlitið er komið væl áleiðis og verður klárt í næstum.

Málið avgreitt.

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad