Lýsing

Spurningur um CIP-sáttmálan

Kristina Háfoss setur løgmanni ein §52 fyrispurning um framhaldandi manglandi innlit í CIP-sáttmálan og brot á innlitslóg

  1. Heldur løgmaður at landsins fyrisiting skal fylgja teimum avgerðum, ið Løgtingsins Umboðsmaður tekur?
  2. Heldur løgmaður tað vera rætt, at landsstýrisfólk senda avgerðir hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar hjá øðrum aðalráðum, privatum feløgum og ráðgevum uttanfyri egna fyrisiting?
  3. Ætlar løgmaður at landsstýrisfólk framyvir skulu senda niðurstøður hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar hjá øðrum aðalráðum og hjá uttanhýsis pørtum?
  4. Hevur miðfyrisitingin áður sent eina avgerð hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar hjá pørtum uttanfyri miðfyrisitingina? Um ja, nær og í samband við hvat mál?
  5. Metir løgmaður, at Løgmansskrivstovan og Fíggjarmálaráðið hava fólk við neyðugum førleikum til at umsita sambært innlitslóg landsins?
    Um ja, hví avgreiða starvsfólk í Fíggjarmálaráðnum ikki sjálvi málið um innlit í sokallaða CIP-sáttmálan, og hví vísir Løgmansskrivstovan til útlendskan ráðgeva at ráðgeva um eitt innlitsmál?
    Um nei, fer løgmaður at tryggja, at starvsfólk við neyðugu førleikunum verða sett í starv, soleiðis at miðfyrisitingin kann avgreiða mál sambært innlitslógini?
  6. Hví hevur Løgmansskrivstovan mælt Fíggjarmálaráðnum til, at biðja Løgtingsins Umboðsmann siga aðalráðnum, hvat skal útstrikast í sokallaða CIP-sáttmálanum, tá hetta er uppgávan hjá Fíggjarmálaráðnum og als ikki hjá Løgtingsing Umboðsmanni?
  7. Metir løgmaður at innlit í mest møguligan mun eigur at verða latið í almennu fyrisitingina?
    Um ja, hví verður útlendskur professari biðin um, at koma við grundgevingum fyri, hvussu minst møguligt innlit kann latast í sokallað CIP-sáttmálan?
  8. Nú málið er sent Løgmansskrivstovuni til hoyringar, fer løgmaður at mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum til, at veita mest møguligt innlit í sáttmálan millum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners (CIP)?
  9. Hvør skal hava eftirlit við, um Fíggjarmálaráðið umsitir rætt sambært innlitslógini, um Løgmansskrivstovan veitir ráðgeving til Fíggjarmálaráðið, áðrenn málið er avgreitt?

Viðmerkingar
Málið um ætlanina hjá Landsstýrinum og samgonguni um, at gera avtalu við privata felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP), um at gera ein privatan Skálafjarðatunnil, tykist at halda áfram. Hetta tí Landsstyrið velur at afturhalda týðandi upplýsingum fyri almenninginum um málið.

Hesin spurningur verður settur sum uppfylging uppá málið um manglandi innlit í sokallað CIP-sáttmálan, og sum uppfylging uppá skrivligu §52a fyrispurningarnar, ið vórðu settir løgmanni í november 2013 (nr. 16/2013) og í februar 2014 (nr. 33/2013) um brot á lóg um innlit í fyrisitingina (innlitslógina) og noktandi innlit í sokallaða CIP-sáttmálan.

Løgmaður varð tá spurdur, hvørt hann metti tað vera í lagi, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í fyrsta umfari noktaði innlit, og í øðrum umfari útstrikaði sera stóran part av sáttmálanum millum Landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners (CIP), áðrenn innlit varð latið í sáttmálan. Úrslitið varð, at almenna innlitið í fyrsta umfari fullkomiliga varð noktað, og í øðrum umfari gav stórtsæð onki veruligt innlit. Hetta tyktist ikki verða í samsvari við innlitslógina, og varð løgmaður tí spurdur um málið. Løgmaður tók tá undir við avgerð landsstýrismansins um ikki at veita fult innlit í CIP-sáttmálan.

Nú í 2014 hevur Løgtingins Umboðsmaður tikið støðu til kæru um manglandi innlit í sokallaða CIP-sáttmálan. Niðurstøðan er greið. Løgtingsins Umboðsmaður staðfestir m.a.:

“Eftir mínari meting eru óneyðuga nógv brot strikað úr sáttmálanum. Hesi brot innihalda ikki upplýsingar, sum kunnu skaða fíggjarligu áhugamálini hjá landinum. Eg haldi ikki, at Fíggjarmálaráðið í hesum sambandi hevur gjørt nakra ítøkiliga meting av vandanum fyri, hvussu innlit kann skaða fíggjarligu áhugamálini hjá landinum …

Eg dugi tí ikki at síggja, at framtíðar samráðingarstøðan hjá tí almenna á nakran hátt er í vanda av hesari orsøk …

Eg fari at heita á Fíggjarmálaráðið um at taka hetta málið upp til nýggja viðgerð …”.

Hóast greiðu niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sendir Fíggjarmálaráðið nú niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni – ikki til kunningar, men – til hoyringar hjá fleiri pørtum. Ítøkiliga verður niðurstøðan send til hoyringar hjá Løgmansskrivstovuni, privata felagnum Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) í Danmark og danska professaranum, Karsten Revsbech.

Hetta má sigast at vera meira enn óvanligt.

Síðan er danski ráðgevin og professarin, Karsten Revsbech, komin við ráðgeving til Landsstýrið m.a. um, hvussu sleppast kann undan at fylgja niðurstøðuni hjá Løgtingsins Umboðsmanni.

Eftir standa løgtingsfólk og Føroya fólk við fleiri spurningum enn svarum.

Samstundis undirgrevur hetta í stóran mun álitið á landsins leiðslu og á landsins fyrisiting.

Fyri at fáa lýst málið verða hesir spurningar settir løgmanni, ið sambært Stýrisskipanarlógini §33, stk. 3, skal hava eftirlit við, at landsstýrisfólk umsita sítt øki á lógligan og fullgóðan hátt.

Á Løgtingi, 1. desember 2014

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad